fríggjadagur 26. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
15
Hóast mangan verður sagt
tað øvugta, so er veruleik
in, at tøka føroyska pen
sjónin, tvs. aftaná skatt,
stendur seg fullvæl móti tí
donsku. Og nú frá 1.jan.
2008 fer hon eitt pettið upp
um ta donsku.
Orsøkin til hetta er stóra
hækkingin í Samhalds
fasta, sum hendir 1.jan.
2008, tá Samhaldsfasti fer
upp við 370 kr. um mán
aðin, úr 1860 til 2230 kr.
um mán.
Samstundis er lógarupp
skot til viðgerðar á løg
tingi, sum hækkar viðbót
ina til ávísar pensjonistar,
sum verður útgoldin 3
ferðir um árið, úr 5.556 kr.
til 6924 kr. um árið.
Hóast donsku upphædd
irnar eru hægri, so bera tær
tó so høgan skatt, at nú er
meira eftir til føroyska
pensjonistin, enn tann
danska, tá samanum
kemur.
Føroyska viðbótin meira
verd enn danski
eldrakekkurin
Danski eldrakekkurin verð
ur í hesi talvuni saman
borin við føroysku við
bótina til ávísar pensjonist
ar. Tó er stórur munur á !
Danski eldrakekkurin er
fult skattskyldugur og
verður mótroknaður av
aðrari inntøku longu frá
16.000 kr. um árið og er
heilt burtur tá inntøkan
kemur upp um 60.000 t. kr.
Mótvegis hesum er føroy
ska viðbótin til ávísar
pensjonistar ikki skatt
skyldug, og mótrokningin
av aðraði inntøku byrjar
ikki fyrr enn við 60.000 kr.
fyri støk og 80.000 fyri
hjún. Giftir pensjonistar
fáa eina viðbót í felag.
Føroysku veitingarnar
størri virði enn tær
donsku
* danska ATP gagnar
bert pensjonistum, ið hava
veri arbeiðsaktiv og bert
eftir arbeiðsavriki
* føroyski Samhaldsfasti
fevnir um allar borgar sum
hava fylt 67, og allir fáa
somu fullu upphædd
* danski eldrakekkurin
er fult skattskyldugur og
verður mótroknaður longu
frá 16.000 kr og er burtur
við 60.000 kr.
* føroyska viðbótin til
ávísar pensjonistar er ikki
skattskyldug og verður ikki
mótroknað av aðrari
inntøku fyrr enn frá 60.000
fyri støk og 80.000 fyri
hjún.
Stór hækking í
pensjónini 2004 til 2008
Tá henda samgongan tók
við, varð gjørt av at leggja
stóran dent á at styrkja
Samhaldsfasta, so at
útgjaldið kundi hækka
munandi. Í talvuni og
myndini niðanfyri sæst
hvussu stór henda
hækkingin er – ikki er
neyðugt at siga meir um
tað, tí tað framgongur
skilliga av bæði talvu og
stabbamynd.
Framhaldandi menning
av Samhaldsfasta
Bæði løgtingsins Trivnaða
rnevnd og Fíggjarnevnd
hava víst á, at neyðugt er
við ávísum broytingum í
Samhaldsfasta sum ein
partur av føroysku
almannapensjónini,
sambært ásetingunum í
norðurlendsku konven
tiónini um almannatrygd.
Hetta snýr seg í høvuðs
heitum um, at føroyingur,
sum flytir í onnur norðan
lond, hevur rætt til at fáa
sín part av Samhaldsfasta
við sær, alt eftir hvussu
longi hann hevur búð her í
landinum. Og øvugt, at ein
tilflytari úr øðrum norðan
londum bert hevur rætt til
tann lutfalsliga partin av
Samhaldsfasta, ið svarar til
tey ár hann hevur búð her,
áðrenn hann gerst 67 ár.
Hetta er serliga neyðugt at
gera, segði Fíggjarnevndin
í áliti t. 28.11.06, “tá
útgjaldið nú gerst ein
týðandi partur av tí al
mennu pensjónsskipanini”.
viðmerkingar
Stórur vøkstur í pensjónini seinastu árini
landsstýrismaður
Hans Pauli
strøm
- tøka føroyska pensjónin er nú omanfyri ta donsku
- takkað verið vøkstrinum í Samhaldsfasta og lægri skatti
Gjald fyri valgreinar
Frá mánadegnum 29. oktober at rokna
fer Sosialurin at taka gjald fyri valgreinar
- bæði í sambandi við fólkatingsvalið
13. november og løgtingsvalið, sum
verður í seinasta lagi 19. januar. Gjaldið
er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 90
oyru fyri millimeturin - tó 1,25 kr fyri
fríggjadagsblaðið. At rokna sum valgrein-
ar eru allar greinar, sum valevni skriva
- og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin
metir sum valtilfar. Skipanin verður í
gildi fram til løgtingsvalið.
Blaðstjórin
Leygarkvøldið kl. 19:30 fáa øll tey,
ið dáma væl at lurta eftir góðum
sangi og tónleiki, ein serstakan møg
uleika til hetta.
Tá fáa norðoyingar nevniliga vitj
an av Jóannesi S. Hansen og eini 10
øðrum tónleikahugaðum fólki, sum
hetta kvøldið fara at spæla og syngja
saman og saman við áhoyrarunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta
tiltakið verður fyriskipað. Jóanes og
vinfólk hansara hava áður vitjað
millum annað á Viðareiði og á Glyvr
um. Óhugsandi er ikki, at tey fara at
vitja onnur støð eisini.
Talan verður um góðar og kendar
sangir, ið verða sungnir í samkomum
kring landið, og sum hesaferð verða
frambornir við einum hópi av ymisk
um ljóðførum: flygil, keyboard, vio
lin, harmoniku og ymiskum sløgum
av guittarum.
Aftaná sangløtuna verður ein
drekkamunnur á skránni, har gott
høvi verður at fáa eitt prát við onnur
fólk.
Hugsandi er, at nógvir norðoyingar
fara til tiltakið, men at eisini fólk úr
øllum landinum leggja sær leiðina
til Betesda hetta kvøldið.
sb.
Jóannes og vinfólk vitja í Betesda