Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 208 - 26. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í gjár 25. oktober fylti Hjar­ nar Djurhuus 75 ár. Hjarnar seta flest okkara í samband við olju. Fyrstu nógvu árini sum seljari av olju, tá ið hann var stjóri á Shell. Sein­ astu árini hevur hann vegna BP verið við til at leita eftir olju undir Føroyum. Spenn­ ingurin er nú, um hann aftur fer at selja olju sum fram­ leiðari. Hjarnar er sjálvsagt nógv annað enn olja, og hetta fara vit eisini at lýsa í hesi grein. Hann er sonur Hjørd­ is og Hákun Djurhuus. Hetta merkir, at hansara lív fyri ein stóran part hevur verið í politiskum umhvørvi, men hetta koma vit tó ikki inn á! Her kann eisini verða nevnt, at Kristoffer Kamb­ an, sum hevur verið umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu”, var mammu­ beiggi Hjarnar. Bæði foreldrini vóru útbúnir lærarar og lærdu eisini í senn. Fyrsta lærara­ arbeiðið hjá Hákun var inni á Skálafjørðinum sum ferða­ lærari, men skjótt fluttu tey til Klaksvíkar, og Hjarnar var tvey ára gamal, tá ið hann gjørdist klaksvíking­ ur. Her gekk alt friðarliga fyri seg inntil kríggið kom. Tað fyrsta sum merktist til hetta vóru norsku flótta­ fólkini, sum komu til Klaks­ víkar, og har Hákun kom at vera ein av teimum, sum skipaði fyri móttøkuni av teimum. Onkrir teirra komu eisini at búgva eitt skifti inni hjá teimum. Hetta skapti varandi vinar­ løg. Tað gjørdist sum frá leið eisini nakað ótrygt í Klaks­ vík við áhaldandi bumbing­ um, og tí fór Hjørdis við børnunum til Skúvoyar. Hákun var jú ættaður úr Skúvoy, og Hjørdis hevði eisini røtur tann vegin, so tey vóru ikki fremmand í bygdini. Her komu Hjarnar og eisini hini systkini at virðismeta bygdarlívið við øllum tí, sum tað innibar við fugli, báti og nógvum øðrum. Tey vóru í Skúvoy í eitt ár, og her gekk Hjarnar eisini í skúla í. Tilknýtið til oynna er framvegis so stórt, at øll systkini fara til Skúv­ oyar, tá ið høvi býðst. Komin aftur til Klaksvíkar fór Hjarnar í millumskúla. Men Hjarnari dámdi einki at ganga í skúla. Hann vildi vera handverkari. Í lívsins skúla Í 1948 fór Hjarnar í læru á bedingini hjá Kjølbro. Hetta var eitt stórt arbeiðs­ pláss tá í tíðini, og her arbeiddu eini 40 fólk. Her var sera gott at vera. Tað var so lagaligt eisini. Í lærutíðini slapp Hjarnar fleiri ferðir til skips sum kyndari við Jóannes Paturs­ son, har Hans Pauli Johanne­ sen var skipari. Jóannes Patursson var ikki hvat sum helst skip. Hann saman við Sjúrðarberg vóru størstu skip á okkara leiðum í Atlantshavinum tá í tíðini, og motorurin var øgiligur, 700 hestar í eini tíð, tá ið ein slupp hevur kanska góðar 100 hk. Hesa tíðina tók Hjarnar eisini motor­ passaraprógv. Aftaná lokna lærutíð ætl­ aði Hjarnar sær at fara at á maskinistskúla. Henda útbúgving var tá í tíðini í trimum pørtum. Men bert ein av hesum pørtum kundi takast í Føroyum og eisini í Klaksvík. Men fyrst fór Hjarnar aft­ ur ein túr við Hans Paula eystur í norskan sjógv. Veið­ an hevði verið góð framm­ anundan, so Hjarnar rokn­ aði við at koma heim aftur, áðrenn skúlin byrjaði. Men hetta gekk ikki eftir vild. Tað var ringt veður og lítið at fáa. Eina ferð, tá teir bert hava fingið 90 tons av saltfiski, er oljan uppi, og teir mugu inn at bunkra. Tað var ringt veður og eisini ringt lag á Hans Paula. Hann var sera ótolin eftir at fáa alt umborð, so teir kundi sleppa avstað aftur. Umboðs­ maðurin helt, at her var ikki nakað at skunda sær til, tí eingin fór kortini út í hesum veðrinum. Hans Pauli helt, at tað skuldi nú eingin norð­ maður gera av! Teir fara út, og í fyrsta umfari sæst kósin at vera móti Føroyum. Men tað kundi neyvan passa, at Hans Pauli fór heim við einum slíkum bummtúri. Teir skifta kós og leiðin gongur til Ísland. Teir kasta, og trolið er fult av stórum toski í. Tískil fingu teir kortini uppí skip­ ið. Teir koma tó so seint heim, at Hjarnar heldur tað vera ov seint at fara á maskinskúla sum ætlað. Tískil møtir hann aftur til arbeiðis á bedingini. Johan í Grótinum er bæði leiðari her og á maskinskúlanum. Johan spurdi Hjarnar, hvat hann vildi her. Jú, hann ætlaði sær aftur at arbeiða. Nei, hetta kom ikki uppá tal. Hjarnar skuldi jú fara á maskinistskúla. Men her var hann jú ov seinur! Men har var eingin bøn. Johan álegði Hjarnar at fara á maskinistskúlan, og hetta gekk bara væl. Niður at sigla Hjarnar fór aftur við Jó­ annes Patursson, men so fór hann út at sigla. Reið­ ararnir niðri dámdu betri at seta fólk, sum bert høvdu 1. part av maskinútbúgvingini. Teir, sum høvdu meira, vóru so skjótir í landi aftur til onnur størv. 1. oktober 1954 fer Hjar­ nar at sigla við Kronprins Olav. Hann var eitt ferða­ mannaskip hjá DFDS, sum sigldi millum Keypmanna­ havn og Oslo. Hetta skip gjørdist annars seinni kent í Føroyum sum avloysari hjá Dronning Alexandrine, sum hevði siglt uppá Føroyar í mannaminnir. Umborð á einum slíkum skipi var ein stór manning í maskinuni. Tað vóru fýra meistarar, fimm assistentar og tveir motormenn. Vanligt var at sigla í tvey ár sum assistentur, tá kundi ein ger­ ast meistari. Men hjá Hjarn­ ar gekk tað skjótari enn so. Tá ið hann hevði siglt í 6 mánaðir gjørdist hann 4. meistari sum tann yngsti av assistentunum. Fyri at fáa endaligt prógv var neyðugt at hava sigling­ artíð við einum dampskipi, Hjarnar Djurhuus 75 ár 18. oktober fingu Bjørg Jónsdóttur, Klaksvík og Einar Hansen, Fuglafjørður ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3550 gr. 20. oktober fingu Elsa og Christian Østergaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 22. oktober fingu Malan Lamhauge og Christian S. Christiansen, Skála, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3250 gr. 22. oktober fingu Jeanette E. Blåsvær og Heini Hátún, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 23. oktober fingu Herfinnur og Eyðhild Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3200 gr. 23. oktober fingu Sólgerð og Signar á Reynatrøð, Leirvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3500 gr. 23. oktober fingu Karin og Djóni Joensen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4075 gr. 50 ár Leygardagin 27. oktober fyllir Høgni Waag Høgnesen Toftir, 50 ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði kl. 19. Øll eru vælkomin. 60 ár 18. oktober fylti Kristian Martin Eliasen, Leirvík, 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 27. oktober í Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ár Týsdagin 30. okt. fyllir Kristian Steingrund, Glyvrar, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 27. oktober. 90 ár Tann 29. okt. fyllir Ingiborg Olsen Norðdepil 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin tann 27. okt. hjá dóttirni Juliannu Christiansen, Túgvuvegur 2, Norðdepil. Øll eru hjartaliga vælkomin at koma og heilsa uppá Ingiborg frá kl 15.00. Prógv v/ mynd 5. juli bleiv Jóna K. Thomsen, Bachelor of Honours Combinied í stjórnmálafrøði og sálarfrøði á University of Westminster. 6. okt. fekk Tummas eina lítla systur. Hon var 52 cm long og vigaði 3250 gr. Foreldrini eru Anna Maria og Heðin á Lakjuni Klaksvík 19. oktober fingu Ronja, Brandur og Tróndur ein lítlanbeiggja. Hann vigaði 3520 gr og var 53 cm langur. Foreldrini eru Poula og Rúni Thomsen, Hvalba Her eru Hjarnar og Malena saman við dótrini Katrin, manni hennara Tórður og børnum teirra, sum f.v. eru Olga, Hjarnar, Magna og Svanna