fríggjadagur 26. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
og tí fór hann í 1956 við ein
um dampskipi, Svanholm,
sum var kolfýrt. So fekk
hann eisini roynt tað.
Hjarnar kom ungur at
kenna Malenu, sum var dótt
ir Katrinu av Kirkju og
Julius av Syðradali. Hon
kom niður við til Danmark
ar, og tey giftast í 1955.
Fer uppá land
Men í 1958 fer Hjarnar í
land at læra til verkfrøðing
á Teknikum. Henda útbúgv
ing tók fýra ár. Aftaná fer
hann aftur at sigla eitt hálvt
ár. Við at fara burtur og
ganga tveyskiftisvakt kundi
dupult so nógv fáast burtur
úr sum við arbeiði á landi.
Í 1962/63 kom Hjarnar at
arbeiða sum ráðgevandi
verkfrøðingur hjá verkfrøð
ingafelagnum Leif Hansen
í Herlev.
Aftaná tað, kom hann at
arbeiða sum skipasýnismað
ur hjá Lloyd’s Register of
Shipping í Keypmanna
havn.
Ein dagin er hann umborð
á Færø Shell, sum skal hava
aksilsýn. Aksilin var tærdur
og Hjarnar kasserar hann.
Tá kemur ein leiðari hjá
Shell til Hjarnar og gevur
ilt av sær. Hann helt ikki
aksulin sá út til at vera
nakað serliga tærdur. Men
Hjarnar fekk so greitt mann
inum frá, hvar teringin var,
og hetta mátti hann so
góðtaka.
So sigur hesin: “Jeg kan
høre, at du er færing. Kunne
du ikke tænke dig at arbejde
hos Shell!” Lokkimaturin
var sum frá leið eitt arbeiði
í Føroyum.
Shell í Føroyum skuldi
hava nýggjan leiðara, tann
gamli var við at nærkast
tíðina at fara frá við eftirløn
og Hjarnari var ætlað at fáa
hetta starv.
Hjarnar skuldi so arbeiða
tvey ár í Danmark fyri síðan
at koma til Føroyar. Hóast
honum dámdi sera væl hjá
Lloyds, var hetta ov gott at
siga nei til. Men hann treyt
aði sær tó, at hann skuldi
ikki vera leysur av Lloyds
fyrr enn eftir einum hálvum
ári, so teir fingu høvi at seta
ein nýggjan mann við. Ann
ars hevði hann tríggjar
mánaðar
uppsagnartíð.
Bæði farandi og komandi
arbeiðsgevari
virðismettu
hendan
loyalitetin
móti
gamla
arbeiðsplássinum.
Hjarnar kom eisini fram
vegis at hava tilknýti til
Lloyds. Hann var sýnsmaður
fyri teir í Føroyum frá
196890. Framvegis er
hann eisini nevndarlimur í
Skandinavisk komité for
Lloyds Register of Shipp
ing.
Tey tvey árini í Danmark
gingu við at fara runt til
ymsar deildir hjá Shell í
Danmark, so síggjast kundi,
hvussu teir arbeiddu.
Til Føroyar
Í 1968 kemur Hjarnar tískil
til Føroyar, har hann eina
tíð arbeiddi saman við
Conrad Joensen, sum hann
skuldi avloysa á Shell.
Shell í Føroyum var tá
ein donsk deild, men í 1972
verður Føroya Shell stovnað
sum eitt partafelag. For
maðurin í nevndini kom frá
høvuðsstøðini
Shell,
og
Hjarnar kom at arbeiða sam
an við níggju formonnum,
sum vóru danir, bretar og
hollendingar, og lærdi hann
nógv av teimum.
Her var Hjarnar í 29 ár
inntil 1997, tá ið hann var
65 ára gamal og hevði rokk
ið eftirlønaraldurin hjá fyri
tøkuni.
Fremsta uppgávan hjá
einum slíkum stjóra er at
fáa ein so stóran marknað
arpart sum gjørligt. Tað
eydnaðist hjá Hjarnar at fáa
partin hjá Shell øktan. Í
aðrar mátar vóru eisini stig
tikin til at menna virksemið.
Hetta var millum annað
gjørt við at minka talið á
bensinsstøðum úr 20 niður
í 10. Men tá var málið at
fáa støðirnar størri og betri.
Eitt dømi um hetta er Shell
støðin á Frælsinum, sum jú
selur alt møguligt og veitir
nógvar tænastur umframt at
selja bensin og olju.
Eitt stig var eisini at fáa
egið skip at sigla olju til
Føroyar. Føroya Shell var í
kapping við deild hjá Shell
í Danmark um at fáa loyvi
til tess. Men her vann Før
oya Shell, tí tess grundarlag
var so væl undirbygt. Hetta
var byrjanin til Magn. Síðan
er gamla Magn avloyst av
einum størri Magn, sum
eisini hevur givið sítt íkast
til føroyska samfelagið.
Fór undir oljuleiting
Tað gekk ikki leingi eftir, at
Hjarnar var farin frá í Shell,
til hann verður boðsendur
av Shell í London at koma
at tosa við teir um olju
leiting. Tá var hann spurdur,
um hann vildi umboða teir í
Føroym. Tað var í lagi,
men treytin var, at hetta
kortini ikki skuldi vera fulla
tíð. Hetta var eisini í lagi.
Upprunaliga
var
tað
Shell, sum stóð fyri hesum.
Síðani BP. Og nú er tað BP
við 50% saman við Shell
og Amoco við hvør sínum
25%.
Hetta hevur verið eitt
virksemi, sum fyribils hev
ur givið føroyska samfelag
num úti við 40 mill. kr. í
førleikamenning á ymiskum
økjum.
Olju hevur hetta tó ikki
givið enn. Fyrsta boringin
var turr. Tí mátti næsta bor
ingin, sum teir hava bundið
seg til, vera á einum øðrum
stað enn upprunaliga ætlað.
Men nú tann 22. oktober
byrjaðu teir eina nýggja bor
ing, sum er gjøgnum basalt.
Borað verður niður á 4.750
metur. Dýpið er 750 metur,
so gjøgnum havbotnin skal
borurin 4000 metur. Ætl
andi tekur boringin 34
mánaðir, so vit kunnu byrja
at gerast spent. Óvissan er
tó hampiliga stór, tí sann
líkið fyri at finna olju í
rakstrarverdum nøgdum er
10%.
Hetta er tann mest kom
pliseraða og dýra boring
hjá hesum fyritøkum í hes
um árinum. Men uttan mun
til, hvussu úrslitið verður,
kann so í hvussu er roknast
við at fáa virðismikla vitan
um føroysku undirgrund
ina.
Á skrivstovuni yviri við
Strond arbeiða fýra føroy
ingar og í løtuni eru eisini
fýra bretar.
Mundi komið illa
fyri av Hjarnar
Vit báðir eru komnir at
kennast fyrst og fremst gjøg
num hansara virksemi sum
formaður í Reiðarafelagnum
fyri Farmaskip 19841994.
Tað er tað góða við slíkum
felagsarbeiði, at hóast ein
er mótpartur, ber væl til at
gerast væl. Tað er eisini
hent í okkara føri. Okkara
felags ættarrøtur úr Tjørnu
stovu í Norðragøtu umvegis
Skúvoy hava ikki gjørt tað
verri!
Sigast kann, at Hjarnar
var góður og hógligur sam
ráðingarmaður.
Onkuntíð
stóð sjálvsagt á, men tað
eydnaðist altíð at fáa semju
uttan verkfall.
Einaferð mundi eg kortini
komið heilt illa fyri av
Hjarnar. Hetta var í eini tíð,
tað var alment orðaskifti
um nakar munur var á
kommunismu og nasismu.
Á einum samráðingarfundi
gav Hjarnar mær eina grein
úr einum donskum blaði,
har niðurstøðan var, at eing
in munur var.
Eg koyri greinina í task
una. Nakrar dagar seinni
fari eg við toki úr Danmark
til tað kommunistiska DDR,
Eysturtýskaland. Her varð
altíð væl kannað, hvat skriv
ligt tilfar ferðafólkini høvdu
við. Og um ikki DDR tollar
arnir hála hesa greinina úr
taskuni! Hon var á donsk
um, so teir skilja sum so
ikki tekstin. Men so mikið
skiltu teir, at hetta kundi
vera vandafull sjónarmið at
føra inn inn í DDR. Verði
koyrdur í eitt rúm at bíða,
meðan málið verður kann
að. Tíðin gongur og einki
hendir. Uggi meg at byrja
við, at hesir ungu týskarar
skilja hetta ikki. Men fái so
tann tanka, at kanska hava
teir boðsent onkrum sum
dugdi danskt, og tá reistust
hárini á høvdinum! Hvat
kundi hetta ikki enda við.
Eina løtu seinni koma teir
aftur og siga, at hetta er
ólógligur lesnaður, sum
ikki kundi koma inn í DDR,
og teir máttu leggja halda á
greinina. Eg fekk eina
kvittan og kundi fáa grein
ina við mær aftur, tá ið eg
fór av landinum aftur! Men
tað var best at látast sum
einki, so greinin lá eftir í
DDR. Hetta er bert eitt
dømi um, hvussu henda
politiska skipanin virkaði.
Malena og Hjarnar eiga
dótrina Katrin, sum er gift
við Tórði Patursson í Kirkju
bø. Tey eiga børnini Hjarnar
13 ár, Svanna 11 ár, Magna
8 ár, og Olga, sum er 3 ár.
Tað er óneyðugt at siga, at
børnini eru eitt og alt hjá
ommuni og abbanum.
Sigast skal, at Malena
eisini er sera fryntlig. Hon
er útbúgvin sum læknaskriv
ari og arbeiddi hjá Árna
Olsen í mong ár.
Ynskt verður Hjarnari
hjartaliga tillukku við teim
um 75 árunum. Hann er
ein av teimum, sum hevur
gjørt mun í okkara samfelag,
og vit kunnu bert fegnast
um, at hann ikki enn sleppur
endanum.
ó.
17
nøvn
Hjarnar var eisini íðin fótbóltsspælari og var við til at vinna fleiri meistaraheiti við KÍ. Serliga spennandi ver hetta í 1952.
Forsøgan var tann, at til ein undanfarnan dyst hevði KÍ biðið HB um at fáa ein dyst útsettan. Hetta varð noktað.
Uppundir seinasta dystin í kappingina var støðan tann, at tað stóð á jøvnum í stigum millum TB og KÍ. TB hevði betri málúrtøku,
og KÍ kundi bert gerast føroyameistari við at vinna 5-0 á HB. Hesa ferð bað HB um úseting, og hetta játtaða KÍ. KÍ kundi havt
noktað og møguliga fingið tvey “ókeypis” stig. Men teir valdu at spæla kortini. Tað hendi júst tað ótrúliga, at KÍ júst vann 5-0
og gjørdust føroyameistarar. Hetta er fyrsta myndin, sum verður tikin av liðinum aftaná dystin, og tað er ikki so løgið, um teir
síggja út til at vera fegnir. Hetta er mynd av spælarunum, og teir eru: Aftast frá vinstru: Jakku Hansen, Julius Biskopstø, Zacharias
Lydersen, Frímann Baldvinsson, Petur Vágstún og John Reid Bjartalíð venjari. Fremra rað: Eilev Joensen, Hjarnar Djurhuus,
Mourits Jacobsen, Hans Andreas Jacobsen og Kristian Isaksen. Fremst Karl Isaksen, málverji.
Her er Hjarnar umborð á Jóannes Patursson við bryggju
í Bretlandi. Hann hevur arbeitt í maskinrúminum og er
gjøgnumbloyttur av olju. So hann kennir olju á sínum egna
kroppi!