Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 208 - 26. oktober 2007 Kistan við Bent Danielsen á Tvøroyri fer úr kapellinum fríggjakvøldið klokkan 18 í Tvøroyrar kirkju. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Bent, kunnu lata Tvøroyar kirkju eina peningagávu. Konta í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Tung vóru boðini, sum eg fekk - júst afturkomin av túri, at Heðin var yvirtikin av krabba, sjúkan hevði fingið fastatøkur á honum, so ikki beyðst honum bøtur. Í summar, tá ið flokkurin møttust á jóansøku, var hann tann, sum var minst broyttur og var tann av okk- um, ið hevði serligar gávur at sam- ansjóða okkum eftir øll hesi ár. Hann var so livandi og áhugaverdur at tosa við. Hetta minnir okkum enn einaferð á, hvussu skjótt Harra- num er um. Heðin tók realeksamin í Vági og vildi verða verkfrøðingur, tí fór hann 16 ára gamal niður á Rungsted, har hann varð student. Síðan á Poli- tekniskt, har hann gjørdist verkfrøð- ingur og lærdi konu sína at kenna, sum eisini las verkfrøði. Heðin hevur alt sítt lív starvast sum verkfrøðingur. Konan hevur undirvíst á hægri skúla. Millum næmingar hennara hevur Óla Jákup í Dímun verið, tá hann las niðri. Heðin hevur arbeitt bæði í Tai- landi og í Jordan. Tey keyptu hús í Humlebæk, har tey hava búð. Tey fingu trý børn. Tvær gentur og ein son. Døturnar arbeiða sum djóra- lækni og biologur, sonurin er verk- frøðingur og arbeiðir sum uppfinn- ari, er í hesum døgum við at selja eitt virðismikið patent. Hóast Heðin hjá skraddaranum mesta partin av lívi sínum var uttan- lands, so varð hann verandi vág- bingur við lív og sál, og náttúruna elskaði hann av Guðs náði. Í summ- ar var hann við familjuni á hvørjum fjallatoppi har suðuri. Ja, so nógv hava røturnar at týða. Vit floksfelagar hava mist ein góðan vin. Vit eru ómetaliga takk- som fyri dagarnar saman við Heð- ini í summar. Okkara flokstreff prógvaði, at vinarbond halda fyri lívið, hóast mong ár eru gingið, síðan vit seinast sóust. Vit hava djúpa samkenslu við konu,børnum og familjuni annars, sum hava mist so nógv í ár. Við vissuni um, at Heðin nú situr í sessi sínum í Himmiríki, sum skaparin skaffaði okkum. Ja, við tí vissuni minnast vit Heðin við takk- semi. Floksfelagarnir Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara góði pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi Mortan Petersen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sambýlið. Takk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Børnini við familju og Eli Heðin hjá skraddaranum farin Minningarorð um Heðin Müller úr Vági f. 30.3-38 d. 2.10-07 Heðin heldur røðu fyri abbadóttrini, tá ið hon varð fernd fyrr í ár nøvn Hvør er lekrasti fótbóltsspælari í Føroyum Pink sendingin á Rás2 kl. 15-17 w w w. r a s 2 . f o Tað er loyvt at atkvøða á allar leikarar, tó bert einaferð 3. umfar atkvøð mikudagin 31. oktober kl. 15-17 ímillum B71 – B36 – NSÍ – GÍ