fríggjadagur 26. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 208 - 26. oktober 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Tony Blair
skrivar
ævisøgu
Fyrrverandi bretski for
sætisráðharrin skrivaði í
gjár undir sáttmála við
bókaforlagið
Random
House, sum hevur fingið
rættindini til at geva út
bók við ævisøguni hjá
Blair. Einki verður sagt
um, hvussu nógv fyrr
verandi forsætiaráðharrin
fær fyri rættindini. Ran
dom House sigur, at Tony
Blair ætlar sær at skriva
ævisøguna sjálvur, men
tað er ikki greitt, nær hon
kemur út í bók.
Kjarnorku-
verk
horvið
Fylgisveinamyndir vísa,
at nakrir bygningar, sum
hava hýst einum kjarn
orkuverki í Sýrialandi,
eru javnaðir við jørðina.
Hildið verður, at talan er
um sama verkið, sum
ísraelsk flogfør bumbaðu
tann 6. september. Serkøn
halda, at ísraelsku bumb
urnar brutu hol á takið á
verkinum, og at sýrar tí
hava kvikað sær at beina
alt burtur, áðrenn fylgi
sveinar kundu taka myndir
niður ígjøgnum takið. Tey,
sum hava sæð myndirnar,
siga, at alt er beint burtur,
og at tað als ikki ber til at
síggja, at nakar bygningur
hevur verið har.
Nógvar
neyðtøkur
330 kvinnur og nakrir
menn vendi sær í fjør til
neyðtøkuhjálpina í Keyp
mannahavn,
tí
onkur
hevði neyðtikið ella roynt
at neyðtaka tey. Ein trið
ingur av fráboðanunum
var frá gentum ímillum
15 og 19 ár, og fjórða
hvør fráboðan var frá
kvinnum, sum vóru ímill
um 20 og 24 ára gamlar.
Níggju av teimum, sum
vendur sær til hjálpina,
vóru eldri enn 50 ár. Yær
flestu neyðtøkurnar og
neyðtøkuroyndirnar
í
Keypmannahavn vóru í
sjálvum miðbýnum og á
Amager.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit vita, at støða tykkara er trupul, men allir
amerikanarar vilja fegnir hjálpa tykkum
(George W. Bush í Kalifornia)
útlond
Fyri fyrstu ferð er
ein verulig tekning
almannakunngjørd
av manninum, sum
sambært einum
vitni burturflutti
Madeleine McCann
Millum tey mongu, sum
eru avhoyrd í málinum um
Madeleine McCann, er tann
36 ára gamla Jane Tanner.
Hon og McCannhjúnini
eru vinfólk, og hon var á
matstovu saman við teimum
tað
kvøldið,
Madeleine
hvarv.
Sambært Sky News er
tað ein fyrrverandi agentur
hjá amerikonsku samveldis
løgregluni FBI, sum hevur
gjørt tekningina út frá
teimum upplýsingum, sum
Jane Tanner hevur givið
undir avhoyringum. Tekn
ingin bleiv almannakunn
gjørd í einari spanskari sjón
varpsstøð.
Vit halda, at tað var hes
in maðurin, sum burturflutti
Madeleine úr íbúðini, og
vit halda tað hava stóran
týdning, at almenningurin
sleppur at síggja tekningina,
sigur
talsmaðurin
hjá
McCannhjúnunum,
Cla
rence Mitchell, við Sky
News. Hann sigur, at hann
og McCannhjúnini vóna
sjálvandi, at onkur kann
kennast
við
mannin
á
tekningini, og at myndug
leikarnir kunnu fáa boð um
tað.
Sá mannin
Tekningin vísir ein mann
við einum barni í knepp
inum, og tað dimma hárið
bendir á, at talan er um ein
mann úr einum landi við
Miðjarðarhavið. Sambært
Sky News er maðurin mill
um 35 og 40 ára gamal, 170
centimetrar høgur og heldur
klænvaksin.
Jane Tanner skal undir
avhoyringunum hava greitt
frá, at hon sá mannin
umleið klokkan 21.15 um
kvøldið tann 3. mai, tá hon
var á veg á matstovuna, har
hon skuldi hitta McCann
hjúnini. Hon sá ikki andlit
ið á manninum, men helt
seg síggja, at hann hevði
skund.
Gerry og Kate McCann
hava alla tíðina hildið uppá,
at onkur var inni í íbúðini
eftir Madeleine. Í høvuðs
heitum byggja tey niður
støðuna á tað, sum Jane
Tanner hevur sagt, sigur
Sky News.
Ein fyrrverandi
embætismaður hjá
FBI vil vera við, at
mafian í New York
ætlaði at myrða
Rudy Giuliani, sum
nú roynir at gerast
amerikanskur forseti
Sambært fyrrverandi FBI
agentinum løgdu tær fimm
mafiaættirnar í New York
eina ætlan um at myrða
Rudy Giuliani í 1986.
Giuliani var tað almennur
ákæri í býnum og var
millum annað knýttur at
fleiri
rættarmálum
um
skipað lógloysi.
Tá ætlanin var klár, hitt
ust leiðararnir í teimum
fimm mafiaættunum at
taka endaliga støðu, men tá
atkvøtt varð, vóru tvær
atkvøður fyri at beina fyri
ákæranum og tríggjar ímóti.
Tískil bleiv drápsætlanin
løgd til viks, skrivar blaðið
The Telegraph og skoytir
uppó, at hetta sama árið
stevndi Giuliani teimum
fimm mafialeiðarunum fyri
rættin.
Upplýsingarnar um dráps
ætlanina eru komnar fram
undir avhoyringum í sam
bandi við eitt mál, har ein
fyrrverandi FBIagentur er
ákærdur fyri fýra morð,
skrivar The Telegraph.
Hann rændi
Madeleine
Sambært tekningini sær burturflytarin hjá Madeleine McCann soleiðis út
Mafian ætlaði at myrða Giuliani
Rudy Giuliani á veljarafundi fyrr í vikuni. Fyri 21 árum síðani ætlaði mafian at beina fyri
honum