fríggjadagur 26. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
21
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknin skal vera Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO 100 Tórshavn
Varaleiðari til B7 – endurlýsing
Vit søkja eftir einum fulltíðar varaleiðara
til B7 til setan 1. desember 2007 ella
eftir avtalu.
B7 er ein nýumvæld medisinsk deild,
sum tekur móti elektivum og akuttum
vaksnum sjúklingum. Umvælingar á B6
eru í gongd, og sjúklingar og starvsfólk
á B6 eru í løtuni á B7 og á E3/E2.
E3 við sergreinini rehabilitering av
apoplexi sjúklingum verður løgd saman
við B7.
Tvørfaklig menning við undirvísing
innan allar sergreinarnar er byrjað.
Aðrar spennandi avbjóðingar, ið liggja
fyri framman, eru m.a. íverksetan av
THS (Talgild Heilsu Skipan) primo 2008.
Deildin hevur vanliga pláss fyri 15
sjúklingum og fer at hava hesar
sergreinar:
• apoplexi
• lungamedisin
• nefrologi
• rheumatologi
• onkologi
• hæmatologi
Arbeisðuppgávur í høvuðsheitum:
• faklig menning av deildini saman við
deildarleiðaranum
• virkandi leiðari, tá deildarleiðarin er
burturstaddur
• ábyrgd av lesandi
• verða við í klinisku røktini
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• áhuga í leiðslu
• áhuga í fakligari menning av
starvsfólkum
• hollan fakligan førleika innan
medisinsku sjúkrarøktina
• góð tvørfaklig samstarvsevni
• sjálvstøðug/ur, kreativ/ur og hava
visiónir
• teldukunnleiki
Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi við nógvum
avbjóðingum
Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum
royndum innan sergreinarøktina og
viðgerðirnar innan serøkini á deildini.
Starvslýsing og meira fæst at vita við at
ringja 304500 til Jónu Augustinussen,
deildarleiðara á B7, lokal 6067,
lsjonau@ls.fo ella til Ásu Poulsen,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102,
lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 12. november
2007 kl. 12.00
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Fysioterapeutur
Søkt verður eftir fysioterapeuti fulla tíð
til setan 1. desember 2007 ella eftir
avtalu.
Á Landssjúkrahúsinum eru ymiskar
sergreinir, og er fysioterapi ein týðandi
partur av viðgerð, sum er knýtt at
hesum sergreinum. Á Fysioterapideildini
eru 11,7 fulltíðarstørv: 1 leiðandi
fysioterapeutur, 1 deildarfysioterapeut
ur, 12 fysioterapeutar og 1 heilsurøktari,
í alt 14 fólk.
Vit bjóða:
• eitt arbeiðsumhvørvi við skiftandi
arbeiðsuppgávum
• virknar starvsfelagar
• fakligar avbjóðingar
Vit vænta:
• ágrýtni
• góð samstarvsevni
• opinleika og neyvt samstarv við aðrar
fakbólkar
Krøv til umsøkjaran:
• útbúgving sum fysioterapeutur við
góðkenning
Nærri fæst at vita um arbeiðstíðir,
arbeiðsuppgávur o.a. við at ringja
304500, lokal 5797 til Karin Djurhuus,
leiðandi fysioterapeut, lskardj@ls.fo
Umsóknarfreistin er 14. november
2007 kl 12.00.
Ljósmøður
Í Ljósmøðratænastuni eru 3 avloysara
størv sum ljósmóðir leys at søkja til
setan skjótast gjørligt og fram til 31.
august 2008. Talan er um tvey full
tíðarstørv og eitt starv á starvsbrøki 0,8.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum ljósmóðir
• starvsroyndir innan viðgongu, føðing
og barsilstíð
• fleksibul og positiv/ur
• hug til tvørfakligt samstarv
Meira fæst at vita um starvið við at
ringja 304500 til Eyðfríð L. Jacobsen,
leiðandi ljósmóðir, lokal 5301, lseydja@
ls.fo ella til Anniku Hoydal,
deildarleiðara lokal 5303, lsannho@ls.fo
Umsóknarfreistin er 23. november
2007 kl. 12.00
Námsfrøðingur til Barnadeildina B5
Á Barnadeildini B5 er eitt fast starv á
starvsbrøki 0,5 leyst at søkja til setan 1.
januar 2008 ella eftir avtalu.
Arbeitt verður aðru hvørja viku (ólíka)
frá kl. 08.00 16.00.
Námsfrøðingurin er ein partur av
toyminum á Barnadeildini.
Barnadeildin hevur pláss fyri 7 børnum í
aldrinum 0 14 ár.
Deildin er nýumvæld og hevur eisini
fingið Barnambulatorium.
Deildin var eisini pilotdeild til THS
(Talgild Heilsu Skipan), sum nú er
implementerað.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
• stytta um innleggingartíðina hjá
børnunum við ymiskum ítrivum
Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu
• positivt tvørfakligt samstarv
• fakliga kompotentar og virknar
starvsfelagar
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur við
nógvum avbjóðingum
Krøv til umsøkjaran:
• útbúgving sum námsfrøðingur
• góð samstarvsevni
• sjálvstøðug/ur, kreativ/ur og
initiavtivrík/ur
Fyrimunur
• um tú hevur royndir at arbeiða saman
við børnum og avvarðandi við
ymiskum tørvi
Nærri fæst at vita um starvið við at
ringja 304500 til Esther Djurhuus,
námsfrøðing, lokal 6005 ella til Tove
Thomsen, deildarleiðara, lokal 6055.
Umsóknarfreistin er 26. november
2007 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
lýsingar