Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 26. oktober 2007 23 tíðindi Heðin tendraði listarverk 30 ÁRA DAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í gjár var stórt hátíðarhald í SMS í sambandi við, at 30 ár eru liðin síðani handils­ miðstøðin lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Rás 2 sendi allan dagin úr SMS, har práta var við nógv fólk um bæði nýtt og gamal. Tað er Hans Mortensen, sum øll árini hevur verið ímyndin av SMS, men nú hevur hann lagt stjórastarvið frá sær og hevur selt sín part til sonin, Niels Morten­ sen, sum hevur verið med­ stjóri í SMS í nøkur ár. Hann er nú stjóri í P/F SMS. Í blaðnum í gjár vísti Niels Mortensen m. a., hvussu nógv virksemið hjá SMS er vaksið ­ eisini uttan fyri sjálva handilsmiðstøð­ ina við eitt nú Bónus og Mylnuni. Hann gjørdi greitt, at vit enn ikki hava sæð tað síðsta, sum felagið ætlar sær undir. Í sambandi við hátíðar­ haldið var eitt stórt glaslist­ arverk hjá Tróndi Patursson avdúkað ­ ella tendrað, og henda heiður fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri, í gjár kl 17, eftir at Meyla og hennara harkalið hevði und­ irhildið børnum í einum tíma á torginum í SMS. Tróndur Patursson, listarmaður, og Heðin Mortensen, sum fekk heiðurin at tendra nýggja listarverkið í SMS Mynd: Jens Kristian Vang James Olsen, Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen vóru vertir á Rás 2,s um sendir úr SMS í allan gjár. Her práta teir við býlingastjóran í SMS, Kitty- Mey Ellefsen Mynd: Álvur Haraldsen