fríggjadagur 26. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Aftur í ár er høvið hjá
føroyskum børnum at
geva eina jólagávu til
líðandi børn í øðrum
londum. Seinasta
freist at lata inn
hesar gávurnar er nú
sunnudagin
Jólagávur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
- Ein einstøk skógvaeskja
broytir neyvan heimin, men
hon kann kortini gera stóran
mun.
Soleiðis verður tikið til,
nú hesar serstøku skógva-
eskjurnar við jólagávum
verða savnaðar inn.
Hetta tiltakið hevur vart í
fleiri ár, og hava føroysk
børn og húsarhald verið
ófør at lata inn slíkar
gávur.
Í fjør komu sostatt slakar
2800 skógvaeskjur inn og
nú er spurningurin, hvussu
nógvar tær verða hesaferð.
Tær kunnu latast inn
millum annað til sunnu-
dagsskúlan í Lívdini og í
Meinigheitshúsinum í Havn
í seinasta lagi sunnudagin.
Júst hetta tiltakið er evnið á
familjumøtinum í samkom-
uni Lívdini sunnumorgunin.
Í gávunum kunnu verða
leikur,
skúlaútgerð
og
ymiskt til heilsurøkt og
sjálvandi
góðgæti.
Tað
kostar 30 kr. at senda hvørja
eskjuna avstað.
Ger mun
Hetta er kortini ikki eitt
føroyskt tiltak sum so, men
eitt sum fevnir um børn
kring allan heimin.
Øll hesi børnini hava hesi
seinastu 17 árini latið eitt
sera stórt tal av skógva-
eskjum inn.
Eskjurnar
eru
síðani
sendar til teirra, sum líða
neyð og sum helst ikki fingu
aðra jólagáva enn hesa.
Íalt eru savnaðar einar 50
milliónir skógvaeskjur inn,
síðani tiltakið byrjaði í
1990. Hetta er óivað besta
jólagávan og kanska tann
einasta gávan, sum tey fáa.
- Tað er eingin ivi um, at
hjá hesum børnunum hevur
ein slík gáva veruliga gjørt
mun, verður sagt.
2800 í fjør
Tað
er
felagsskapurin
Christmas Child, ið stendur
fyri
tiltakinum,
og
í
Føroyum eru tað fólk úr
sunnudagsskúlanum í sam-
komuni Lívdini í Hoyvík
sum skipa arbeiðið her.
Hvørt ár verða umleið 7
mió eskjur latnar til børn í
95 londum. Tað eru sjálv-
boðin fólk og felagsskapir í
USA, Kanada, Australia,
Bretlandi, Hollandi og Før-
oyum sum savna hesar inn.
Hetta verður alt gjørt í
samstarvi við kirkjur, sam-
komur
og
vælgerandi
felagsskapir á staðnum.
Í Føroyum vórðu 1760
skógvaeskjur savnaðar inn í
2004 og í fjør 2794.
Allar hesar túsundtals
eskjurnar verða sendar til
lond sum Armenia, Hvíta-
russland, Bosnia, Liberia,
Mosambique,
Serbia,
Swaziland og Ukraine.
Boð um kærleika
At fólk og felagsskapir eru
farnir undir hetta endamálið
hevur sjálvandi sína orsøk.
Christmas Child hevur til
endamáls at geva børnum
úti í heimi eina vón, við at
geva teimum eina skógva-
eskju fulla av gávum.
- Á henda hátt ynskja vit
at siga teimum tey góðu
boðini um Guds kærleika,
verður sagt.
Tiltakið gevur øllum fólki
í øllum aldri ein møguleika
at vera við í trúboðanar-
arbeiði, har dentur verður
lagdur á ta størstu gávuna,
tá Gud sendi son sín til
jarðar.
Tað er Franklin Graham,
sum er sonur navnframa
prædikumannin, Billy Gra-
ham sum stjórnar vælger-
andi felagsskapinum Sam-
aritan’s Purse, sum skipar
tiltakið Christmas Child.
Skógvaeskjur
skapa gleði
á jólum
Tey, sum fáa hesar skógvaeskjurnar eru sum vera
man fegin um tær.
Tey hava skrivað aftur og takkað fyri jólagávurnar.
Her verða givin nøkur brot um tað:
Gleðin kemur til sigoynaraleguna
Belgrade við eini dukku
Tanja, sum er 10 ár, var ovurfegin, tá hon fann eina
dukku í síni skógvaeskju. Tanja býr í eini sera
fátækari sigoynaralegu saman við foreldrum og 6
systkjum. Tey hava streym, men ikki vatn lagt
inn í húsini. Skógvaeskjan var tann einasta gáva,
Tanja fekk til jóla í fjør. Tanja fekk eisini
smúkkur og litblýantar, og tað var hon glað fyri.
Nú kann eg fara í skúla!
Av tí at seks ára gamli Mehi hevur fingið eina
skógvaeskju, kann hann nú byrja í skúlanum. Hann
býr í bygdini Sigheto Marmatiec har norðuri í
Rumenia, har sigoynarabørn ikki sleppa í skúla, fyrr
enn tey eiga síni egnu skriviamboð. “Multumesc!” –
“Takk fyri!” – rópti Mehi, meðan hann lýsti av
gleði fyri teir nýggju pennarnar, blýantarnar og
skriviblokkin. “Eg havi fingið ta bestu eskjuna í
bygdini!” Mamma hansara fekk sær eina ella tvær av
teimum stóru pappeskjunum, sum
skógvaeskjurnar høvdu verið í. Tær skuldu nýtast til
gólvteppi í tí lítla húsinum hjá familjuni, har
16 onnur fólk eisini búgva.
Jólagleði í Rumenia
Drongurin David býr saman við pápa sínum Ion í
bygdini Fanate í Rumenia. Heim teirra hevur
eittans rúm, og teir kunnu bert brenna við í einum
ovni fyri at halda hitanum gjøgnum tann harða
rumenska veturin. Jarðarbrúkið í bygdini stongdi fyri
fleiri árum síðani, so onki arbeiði er at fáa.
Kona Ion og hini børnini eru sjúk og liggja á
sjúkrahúsi. David var púra ovfarin av leikunum og
góðgætinum í skógvaeskjuni, hann fekk. Hetta var
tann fyrsta jólagávan, hann hevði fingið í
lívinum. Ion skræddi varisliga jólapappírið av
skógvaeskjuni og hongdi tað upp sum tapet á teir
døpru múrsteinsveggirnar í rúminum. “Hetta er tann
besti dagurin, sonur mín nakrantíð hevur havt”,
segði hann.
Ein pakki við litlbýantum er ein kærkomin gáva til eina gentu, sum kanska ikki fær stórvegis av
jólagávum
Hann er fegin um eina eskju við góðum gávum til jóla
Jólagleði kring allan
heimin