fríggjadagur 26. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Fyrr í mánaðinum
gav Miðvágsprestur,
David Johannesen út
bók við greinum og
ritgerðum hjá Martini
Luther. – Eg havt
áhuga fyri Lutheri
heilt frá lestraráru
num, sigur prestur
Bøkur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðvágur: “Eg vil fegin av
øllum alvi og hjarta lova og
geva gott viðmæli til tón
leikin, sum tann guddóm
liga og dýrabara gáva hann
er. Eg eri so bergtikin av
stórleikanum og virðinum
av góðum eginleikum, at eg
finni hvørki byrjan ella
enda á mínum lovsongi”.
Soleiðis skrivaði Luther í
1538 sum fororð til “Vakrar
symfoni’ir” hjá kirkjutón
leikaranum Georg Rhau ið
var kantor við St. Thomas
kirkjuna í Leipzig. Hesi
fororðini venda sær til allar
tónleikaelskarar.
“Eins stórt ynski eg havi
til at lova tónleikinum, eins
fátækur og veikur er lov
songurin noyddur at verða.
Tí hvør kann fata alt?”,
skrivar hann víðari.
Henda greinin er ein
teirra, sum er við í nýggju
bókini sum David Johanne
sen hevur givið út. Hann
vísir millum annað á tann
stóra týdningin, sum Luther
sýndi tónleikinum.
Bókin
“Frælsi
teirra
kristnu” er givin út á
forlagnum Vón í Miðvági.
Hon er 160 síðu til støddar.
Hetta er kortini ikki fyrsta
bókin, ið Miðvágsprestur
gevur út. Hann hevur áður
givið úr yrkingar, lestrar og
í fjør eina bók um søguna
og gudfrøðina hjá júst
Martin Lutheri.
Aktuellur í 2007
Áhugin hjá Davidi fyri
trúbótarmanninum Luther
stavar heilt frá teirri tíðini,
tá hann las gudfrøði við
lærda háskúlan í Århus frá
1969 til 1976.
Her hevði David ein
kveikjandi og lærdan pro
fessara, Regin Prenter sum
lærara. Hann legði stóran
dent á lutherska og harvið
kirkjuliga gudfrøði.
Henda gudfrøðin hevur
givið mær íblástur til at
vera prestur í kirkjuni og
halda fast við lutherska
samleikan, sigur David.
Hann vísir á, at tá Luther
skrivaði bøkur sínar vóru
ongar veruligar bíbliutýð
ingar. Hann mátti tí gera
sínar egnu týðingar, tá hann
endurgav tekstir úr Bíbliuni.
Tað ótrúliga er, at Luther
endurgav ofta úr minninum,
og tí er tað aloftast so, at
ávísingar til kapitlar og
bíbliuørindi eru skeivar.
Her hevur David Johanne
sen sett røttu ávísingarnar í
klombur, so eingin mis
skiljing skal vera.
Martin Luther skrivaði
partvíst á miðaldartýskum
og partvís á latíni. Upp
runaligu tekstirnir hava tí
aloftast verið grundarlag
undir týðingunum, sum eru
í bókini.
Eg vóni, at henda bókin
kann verða øllum at gagni.
Hon er viðkomandi fyri øll,
sigur David Johannesen.
- Hóast Luther livdi fyri meiri enn 500 árum síðani, er hann
framvegis viðkomandi, sigur David Johannesen í Miðvági.
Hann hevur júst givið út bók við greinum og ritgerðum eftir
Luther
Mynd: Jens Kr. Vang
Luther hevur altíð hugtikið meg
”
Lutherska gudfrøðin hevur givið mær
íblástur til at vera prestur í kirkjuni og
halda fast við lutherska samleikan