Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 208 - 26. oktober 2007 tíðindi - Her eru nógvir bindiklubbar, og eg síggi eisini, at tað eru ikki bara fólk av Tvøroyri, men eisini úr Vági, Porkeri og Hvalba, sigur Heidi Djurhuus forkvinna í ungdómsdeildini hjá TB. Hon var ein av fyrireikarunum av stóra kvinnu- kvøldinum, sum var í Trongisvági síðsta leygarkvøld Undirhald Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Bjarni Nygaard Ikki færri enn 204 uppsnol­ laðar damur møttu til borð­ hald, make­over, mótasýn­ ing og fyrilestrar í høllini í Trongisvági síðsta leygar­ kvøld. ­ Handilslívið skipaði fyri einum kvinnutiltaki á hotellinum í fjør. Men har passaðu bara 70 fólk inn. Tí fingu vit hetta hugskotið, at endurtaka tað í ár, men her í høllini, tí her er betur pláss, sigur Heidi Djurhuus, sum helst hevur havt úr at gera seinastu vikurnar, at fáa alt upp á pláss. Kortini hevur handilslívið í bygdini góðar møguleikar at sýna nýggjastu vørurnar fram fyri møguligum kund­ um hetta kvøldið í høllini. Bæði Toystovan, CN Wear, Trillan, Rainfan og Tip­Top hava fagurt prýddir básar í forhøllini, og eisini skipa tey fyri mótasýning við tí nýggjasta í vetur, bæði til innast og uttast. Kvøldið byrjar við, at Margit Steinkross, sum for­ restin er systir navnframa Jack Petersen, bjóðar væl­ komin. Hon er bæði lívlig og frísk og fýrir eina góða av viðhvørt. Make­over er vorðið alt meiri vælumtókt í seinast­ uni. Svanna Petersen, sum er útbúgvin make­up artist­ ur og ger manicure, smyr mammu sínari Guðrun uppi á pallinum. Eitt videokamera fylgir við, og varpar upp á eitt stórt lørift uppi yvir teimum. Onkur sigur, at Svanna skjótt fer at lata upp vakurleikastovu við frisør mitt í bygdini. Tvær kvinnur norðanífrá eru komnar suður at greiða frá um at klænka og litir og stíl. Tær eru Jana Thomsen, sum var leiðari í Fragd og Fimi í 21 ár, sum nú greiðir frá um slankipulvur og krem frá LR, og Lydia Petersen úr Klaksvík, sum er lit og stíl serfrøðingur. Síðsti fyrilesturin er av lokalu jarðarmóðrini, Bjørg av Rana, sum lovar ikki at tosa um føðifyrireiking í kvøld. Harafturímóti hevur hon valt at tosa um kvinnur, sjálvsálit og sjálvsvirðing. Áðrenn tiltakið byrjaði var Heidi Djurhuus eitt sind­ ur nervøs fyri, um alt nú fór at eydnast í kvøld. ­ Vit høvdu ætlað, at Anna Kirstin skuldi vera her í kvøld, men hon mátti fara norður. Hon kennir so væl umstøðurnar og teknikk­ in her í høllini, sigur hon, nú kvøldið er um at halla. Men tiltakið hepnaðist stak væl. Mikrofonin riggaði, fólk hugnaðu sær og prátað var dúgliga í steðginum – serliga úti í forhøllini, har sølubásarnir vóru. So henni hevði ikki nýtst at verið nervøs. Aftaná tiltakið fóru dam­ urnar í dans í klubbanum, har menninir høvdu mann­ fólkakvøld. Og munnu tey ikki hava svingað har til tann ljósa morgun? Damurnar dusaðu sær