fríggjadagur 26. oktober 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
27
Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála
Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar
og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar.
Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og
keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja
hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan
sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við
Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum
útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við
Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá
keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini
við góðum útsýni út yvir fjørðin.
Prísuppskot: kr. 1.075.000,00.
Sethús – Uppsalagøta 70, Klaksvík
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 345 fer-
metrar og harafturat er ein hjallur. Grundøkið er
1497 fermetrar. Byggiár: 1960/1990. Ymiskar umvæl-
ingar og dagføringar vóru gjørdar frá 1987-90. M.a
var loftshæddin og øll miðhæddin gjørd av nýggjum.
Húsini eru stoypt upp til takhædd, klødd við timbur
og hava Icopaltak. Í miðhæddini er durur, wc, gongd,
køkur og stova. Harafturat er eitt tøkt rúm á 61
fermetrar, sum kann innrættast til búøkið. Í ovastu
hædd er stova, baðirúm, 2 kømur og hjúnarúm. Í
niðastu hædd er kjallararúm, vaskirúm, fýrrúm og
sláturrúm. Húsini hava sera gott útsýni yvir Borð-
oyavík og Klaksvíkina.
Sethús – Bakkavegur 41, Sørvágur
Húsini eru í 2 hæddum - ovara á 98m² og niðara á 40m²
- í alt 138 fermetrar. Grundøkið er 552 fermetrar.
Byggiárið er upprunaliga 1944, men húsini eru
høvuðsumvæld í 2004, so alt er nýtt og væl bjálvað bæði
uttan og innan í ovaru hædd. Í erva er útigólv, inngongd,
durur / gongd, kamar, baðirúm, hjúnarrúm, nýggjur
køkur, alrúm / borðstova / stova. arbeiðsrúm / kamar og
niðurgongd til kjallara. Í neðra er vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm. Húsini standa í náttúruvøkrum og verður-
góðum umhvørvi við góðum sólargangi og hampiliga
góðum útsýni.
Raðhús – Tórsbyrgi 28, Tórshavn
Húsini eru eini raðhús í 3 hæddum - samlað búvídd uml:
165 fermetrar. Hartil er útigólv á 12 fermetrar og eitt
goymslurúm á 12 fermetrar við hálvum lofti. Húsini eru
bygd í 1976, men eru síðani umvæld og dagførd.
Bústaðarlýsing er tøk. Í niðastu hædd er inngongd,
durur, gongd, skrivstova, baðirúm, 2 kømur, vaskirúm og
útigólv. Í miðhæddini er gongd, stór stova, køkur og wc.
Í ovastu hædd er trappurúm og 2 kømur. Felags hita-
skipan og antennuskipan er. Húsini standa í friðarligum,
barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi við góðum
grannalagi og hava gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Skrivlig boð kunnu latast
inn til 1. november 2007 kl. 15.00.
Sethús – á Teigi 8, Tórshavn
Dámligu húsini eru í 2 hæddum - í alt 146 fermetrar.
Grundøkið er 484 fermetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru úr
góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi.
Í neðra er inngongd, durur, gongd / trappugongd,
baðirúm, 2 kømur, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við
útgongd til útigólv / sólkrók, hjallur, matarkøkur,
borðstova / stova við opnum tróðri. Í erva er alrúm /
arbeiðsrúm / stova, hjúnarrúm og goymslurúm, ið er
klárt at gera til klædnarúm og baðirúm. Garagan er
stoypt og klár at gera liðug, og garður / urtagarður við
sólkróki er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Spælipláss og
fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Húsini standa
nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar.
Sethús – Villingadalsvegur 11, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum hvør á 125 fermetrar - í alt 250
fermetrar. Hartil er garaga á 30 fermetrar. Grundøkið er
600 fermetrar. Byggiár: 1976 - dagførd og umvæld í
2007. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, hall /
trappugongd, garderoba, vaskirúm, fýrrúm og 2
sjálvstøðugar íbúðir. Íbúð 1: Inngongd, gongd, køkur,
stova og 2 kømur. Íbúð 2: Inngongd, stova, køkur, kamar.
Í erva er durur, gongd / garderoba, matarkøkur, stór
borðstova / stova, hjúnarrúm við útgongd til svala,
baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í vøkrum og
veðurgóðum umhvørvi nær miðbýnum við góðum
busssambandi, og tey hava sera gott útsýni oman yvir
Havnina. Prísuppskot: kr. 2.800.000,00.
Sethús – Gripsvegur 23, Tórshavn
Áhugaverdu sethúsini, ið standa sera væl fyri mitt í
Havnini, eru í 2 hæddum á uml. 112 fermetrar - í alt 224
fermetrar. Byggiár: 1964. Húsini er væl hildin og í góðum
standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur, gongd,
trappugongd til ovasta loft, køkur, grovkøkur / kovi,
trappugongd til niðaru hædd, borðsstova, stova við
útgongd til altan, baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur við
innbygdum skápum. Í neðra er inngongd, gongd,
fýrrúm / goymslurúm, vaskirúm og sjálvstøðug íbúð.
Har er inngongd, gongd, matarkøkur, stova, hjúnarrúm,
baðirúm og kamar. Runt húsini er garður / urtagarður og
alt er snøgt og í góðum standi. Húsini standa væl fyri í
veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og
góðum útsýni. Hartil standa tey við høvuðsgøtu í
virknum handils- og vinnuøki og eru eins væl egnað til
vinnuligt virksemi og til bústað. Húsini verða seld um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Kráargøta 78, Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml 150
fermetrar. Grundøkið er 299 fermetrar. Byggiár: 1950’ini.
Húsini eru stoypt og klødd við alminiumsplátum, hava
Decratak og trævindeygu. Húsini eru umvæld seinastu
árini. Nærum øll undirhæddin er gjørd av nýggjum, m.a.
nýggjur køkur (Wellman frá Eikini), gólv, brotflisar í
gongini, el, hitarør, ketilin / brennari og baðirúmi á
loftinum er skift. Í niðaru hædd er gongd, køkur, stór
stova, kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm og hjallur. Í ovaru
hædd er gongd við útgongd til altan, hjúnarrúm baði-
rúm og 3 kømur. Garður er runt húsini við grasvølli og
trøðum. Góð parkeringsviðurskiftir eru sunnanfyri húsini.
Virkisbygningur – Malarendavegur 22,
Nólsoy
Bygningurin stendur á kajøkinum og er uml. 1094
fermetrar til víddar. Elsti partur av bygninginum er frá
1977. Bygningurin kann brúkast til mong ymisk
endamál. Hann hevur m.a. verið brúktur til alistøð, men
einki aliloyvið er í løtuni. Ognin verður seld um hóskandi
boð fæst.
Eigaraíbúð – Vesturgøta 11, 2.tv.,
Tórshavn
Í íbúðini, sum er 67 fermetrar til støddar, er køkur og
stova í einum, 2 kømur, baðirúm og gongd. Harafturat er
vaski- og goymslurúm í kjallara á 16 fermetrar. Íbúðin er
høvuðsumvæld í 2002 við nýggjum køki, hvítvørum,
baðirúmi, gólvi, lofti, listum og karmum. Íbúðin er væl
hildin og í góðum standi og hevur sera gott útsýni yvir
býin og alla Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 1.500.000,00.
Sethús – Hákunargøta 11, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum – niðara á 70 fermetrar og ovara
á 60 fermetrar – í alt um 130 fermetrar. Grundøkið er 516
fermetrar. Byggiár: 2002. Í neðra er inngongd, gongd /
garderoba, gestawc, kamar, bryggers við egnari
inngongd og køkur / borðsstova / stova. Í erva er
trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm við brús og kar, 2
kømur. Undir húsinum er krúpikjallari. Húsini standa í
náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Fleiri splæipláss, dagstovnar og skúlar eru
nærhendis, ferðslutryggar gøtur eru millum býlingarnar
og stutt er til handils (FK). Hartil er felags antennuskipan,
gott grannalag og sera gott útsýni út á Nólsoyarfjørð.
Prísuppskot: kr. 2.300.000,00.
Sethús / íbúðarhús – Jónas Broncksgøta
32, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 74 fermetrar og kjallari á uml.
30 fermetrar – í alt uml. 178 fermetrar. Grundøkið er 213
fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1932, men
umbygd í 1952, høvuðsumvæld í 1990 og harafturat
dagførd og viðlíkahildin so við og við, so tey nú eru í sera
góðum standi. Í neðra er inngongd, durur / gongd,
baðirúm, hjúnarrúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova,
arbeiðsrúm / kamar. Hartil er inngongd, durur /
trappugongd, baðirúm til íbúðina í erva. Í erva er gongd,
hjúnarrúm, 2 kømur, køkur / borðsstova / stova. Húsini
standa væl fyri mitt í býnum við høvuðs- og handilsgøtu
í veðurgóðum og hugnaligum umhvørvi við góðum
sólargangi í urtagarðinum. Har er gott busssamband og
stutt er til skúlar, barnagarðar, handlar og allan miðbýin.
Prísuppskot: kr. 2.200.000,00.
Sethús – Hórheiðar 38, Skála
Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 256
fermetrar. Grundøkið er 578 fermetrar. Byggiár: 2004.
Húsini
eru
timburhús
við
stoyptari
grund
og
aluminiumstaki. Vindeygu og úrhurðar eru úr mahogni.
Gólvið í køkinum er hvítoljuask og í stovu og kømurum
er merbau. Gólvini í baðirúmunum og brúsunum er
sveisað vinyl. Gosbað er baðirúminum í ovastu hædd. Í
miðhæddini er gongd, baðirúm, kamar, grovkøkur /
vaskirúm, køkur og stova. Í ovastu hædd er gongd,
baðirúm, 3 kømur og hjúnarrúm. Í niðastu hædd er
garasja og kjallararúm / fýrrúm. Húsini standa omanfyri
vegin og hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Prísuppskot:
kr. 1.650.000,00.
Sethús / summarhús – í Geilini 23,
Sørvágur
Húsini eru í einari hædd á 120 fermetrar. Grundøkið er
851 fermetrar. Byggiár uml. 1950. Har er inngongd,
durur, gongd, garderoba, køkur, borðstova / stova, 3
kømur, vaskirúm / baðirúm, hjallur, fýrrúm / kjallararúm.
Húsini standa í veðurgóðum, náttúruvøkrum og
barnavinaligum umhvørvi við góðum sólargangi og
góðum útsýni. Prísuppskot: kr. 400.000,00.
Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir
Kongavarða við besta útsýni í býnum
Enn eru nakrar íbúðir og raðhús í støddunum 102 m2 og
131 m2 eftir til sølu. Prísir frá kr. 1.754.910,00 til kr.
2.659.955,00.
Harafturat eru nøkur vinnuhøli í stovuhædd á 130 m2,
har prísurin er kr. 2.035.150,00.
Um tú vilt vita meira um íbúðirnar, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum á tel. 520410.
Mynd vantar
lýsingar