fríggjadagur 26. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum søkir við hesum eftir
tveimum fulltrúum. Vit kundu hugsað okkum, at røttu
umsøkjarar hava útbúgving innan løgfrøði og búskaparfrøði
ella hava aðra samfelagsfrøðiliga útbúgving. Einhvør við
útbúgving frá hægri læristovni er annars vælkomin at søkja
størvini.
Uppgávan hjá Kappingarráðnum er at umsita løgtingslóg
nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping og frá 1. januar 2008
nýggju kappingarlógina, løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007.
Lógin hevur til endamáls, við virknari kapping, at fremja eina
fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur
og brúkarar.
Við nýggju kappingarlógini fær føroyskt vinnulív somu
karmar sum vinnan í grannalondunum. Hetta merkir, at fyrsta
uppgávan hjá nýggju fulltrúunum verður at fyrireika vinnuna til
hesar stóru broytingar.
Kappingarráðið er fyrisitingarliga skipað saman við Skráseting
Føroya, Post- & Fjarskiftiseftirlitinum og Tryggingareftirlitinum.
Størvini
Innihaldið í størvunum fevnir í høvuðsheitum um:
· at fyrireika mál til Kappingarráðið
· at gera kanningar um kappingarviðurskifti
· at menna eftirlitsvirksemi
· at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
· at tilevna reglugerðir og mannagongdir
· at menna førleikarnar á kappingarlógarøkinum
Líknandi uppgávur kunnu eisini verða at loysa fyri Skráseting
Føroya, Post- & Fjarskiftiseftirlitið og Tryggingareftirlitið
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:
·
viðkomandi samfelagsvísindaliga útbúgving frá hægri
lærustovni ella aðra útbúgving frá hægri lærustovni.
· góð analýtisk evni
· royndir innan privata ella almenna fyrisiting
Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hava
góð samstarvsevni og hegni at arbeiða undir trýsti.
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum bjóðar eitt sera
fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum,
sum eru persónliga og yrkisliga mennandi, umframt
møguleika fyri samstarvi og samskifti við norðurlendskar
kappingarmyndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum.
Vit kunnu bjóða góðar skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikar,
og luttøku á norðurlendskum og altjóða ráðstevnum innan
kappingarlógarøkið.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við BLF ella annað
avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og
stovnar undir tí umframt løgmansskrivstovuna og onnur
aðalstýri.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum ummælum,
skulu sendast til:
Kappingarráðið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi tann
18. november 2007.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Terja Sigurðsson, deildarleiðara, á tlf. 35 60 41
og t-post: terjes@kapping.fo ella Jógvan Thomsen, stjóra,
á tlf. 35 60 21 og t-post: jt@kapping.fo.
Fulltrúar til skrivstovuna
hjá Kappingarráðnum
Skálatrøð 20 · Postboks 73 · F0-110 Tórshavn · Føroyar · Tel +(298) 35 60 40 · Fax +(298) 35 60 55 · kapping@kapping.fo · www.kapping.fo
Nýhugsandi samskipari
Menningardeild okkara sóknast eftir projekt-
samskipara við strategiskum KT- førleika
Les meira um starvið á
www.eik.fo
Send umsóknina til:
Eik Banki P/F
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Starvið
Projektsamskiparin gerst partur av eini spennandi fyritøku
við hugsjónum og málum innan prosess- og produktmenning.
Førleiki
Vit ímynda okkum ein virknan og nýhugsandi samskipara, ið
arbeiðir sjálvstøðugt við fleiri og ymiskum verkætlanum, har
fíggjarvirksemi er snúðningsásurin. Evnini at samstarva,
arbeiða skjótt við nýggjum hugskotum og at eggja øðrum til
eru týðandi, og leiðin frá góðum hugskotum til veruleika má
vera stutt.
Freist
Skrivlig umsókn skal verða Eik í hendi í seinasta lagi
mánadagin tann 5. november 2007.
lýsingar