Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 26. oktober 2007 31 lýsingar Ministry of Fisheries and Maritime Affairs FISKIMÁLARÁÐIÐ STJÓRI TIL SKIPAEFTIRLITIÐ Stjórin hevur leiðsluna og ábyrgdina av Skipaeftir- litinum, sum er skipað sum deild undir Fiskimála- ráðnum. Ætlandi verður Skipaeftirlitið skipað sum stovnur í næstum. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á Skipaeftirlitinum, herundir • at umsita sjóvinnubrøv (STCW-sertifikat) • at umsita sýn av skipum • at standa fyri kanningum av vanlukkum á sjónum v.m. • at umsita tekniska regluportalin hjá Skipaeftir- litinum • at umsita samskifti við IMO og aðrar avvarðandi altjóða felagsskapir og stovnar • í samráð við Fiskimálaráðið at evna til uppskot til lógir og kunngerðir á sjóvinnuøkinum • at veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í skipaeftirlits- málum og málum innan sjóvinnuøkið • at samstarva um tvørgangandi uppgávur í Fiskimálaráðnum • at samstarva við sjóvinnuskúlar Almenn førleikakrøv • Útbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta • Viðkomandi leiðsluroyndir • Starvsroyndir, góðan kunnleika og gott innlit í sjóvinnuøkið • Góð evni at samskifta við myndugleikar, leiðarar, starvsfólk, viðskiftafólk og borgarar. • Ynski um, og evnir til at umseta mál og avgerðir til haldgóð átøk gjøgnum samskifti og samstarv Setanarviðurskifti Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvsheitið er stjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastu- staðurin verður Skipaeftirlitið. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skal sendast til: Fiskimálaráðið Heykavegur 6 Postboks 347 110 Tórshavn Att.: Rógvi Reinert Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, á tel. 353030. www.fisk.fo KT-fólk til Statoil Føroyar Starvið: Søkt verður eftir einum starvsfólki til KT-deildina hjá Statoil Føroyar. Vit bjóða eitt áhugavert starv við góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðið umfatar m.a. at: • Vegleiða og hjálpa okkara brúkarum kring landið at brúka KT-skipanir • Menna, reka og viðlíkahalda KT- skipanir og teldur • Taka lut í arbeiðinum hjá KT-deildini at framleiða hagtøl • Samskipa og menna skjalfestingina av okkara KT-skipanum • Gera fyrifallandi KT-uppgávur Tú hevur tilvísing til KT-leiðaran. Ar- beiðsstaðið verður á høvuðsdeildini á Óðinshædd í Tórshavn. Tínir førleikar og eginleikar: Fyri at kunna røkja starvið best møgu- ligt, rokna vit við, at: • Tú hevur útbúgving innan økið t.d. ert datanom ella datamatikari og/ella hevur hollan kunnleika innan økið • Ert fyrikomandi • Hevur góð samstarvsevnir • Ert tænastusinnað/ur • Kanst arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Møguleiki er fyri at luttaka á skeiðum – bæði innanhýsis í Statoil samtakinum innanlands og uttanlands og eisini á øðrum skeiðum. Lønin verður ásett í mun til royndir og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Umsókn: Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Júst Vang, KT-leiðara, á tel 34 35 00. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2007. Umsóknin skal sendast til : P/F Statoil Føroyar Postboks 3098 FO-110 Tórshavn Frámerki: “KT-fólk” ella sendast til frjv@statoil.com Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði. Endamálið hjá Statoil Føroyar er at veita brúkarunum kring Føroyar oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða umleið 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av okkara fremstu málum. - fyri viðskiftafólk okkara sansir.fo