fríggjadagur 26. oktober 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 26. oktober 2007
33
Sansir søkja fyriskipara, sum skal skipa okkara
arbeiði innanhýsis, fáa tað at glíða væl, betra um
arbeiðsgongdir og tryggja, at arbeiðsorkan verður
gagnnýtt so væl sum gjørligt.
Fyriskiparin skal eisini røkja samstarvið við okkara
veitarar, gera avtalur við veitararnar, fáa tilboð til
vega og tryggja, at tænasturnar eru í lagi og verða
veittar rættstundis.
Tú verður ein lyklapersónur í fyritøkuni. Tú skalt
síggja til, at arbeiði verða gjørd skynsamt og
úrslitagott. Tú ert væl skipað/ur, hugsar logiskt og
hevur gott yvirlit. Tú dugir væl at samskifta við fólk
og hevur høgan sosialan intelligens.
Tú hevur hægri útbúgving ella royndir á økinum.
Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við
38 starvsfólkum í trimum londum. Vit skapa
kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum
samstarvi við okkara kundar. Førleika- og
útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt
og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari
menning og framburði er persónligt rásarúm,
virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til
persónliga menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú
at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt
skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum.
Fyriskiparastarvið er eitt leiðarastarv, tí fært tú
sjálvandi eina góða løn.
Umsóknin skal sendast við telduposti til Høgna
Rasmussen á hognir@sansir.fo ella Lenu L.
Mohr á lena@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt
fartelefonnummar.
Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00
mánadagin 12. november.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Høgna á tel 220401 ella Lenu á tel 218370.
Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst
eisini senda fyrispurningar við telduposti til Høgna
ella Lenu.
Sansir søkja fyriskipara
sansir.fo
verjir tey veiku
raðfestir rætt
á tryggum grundarstøði
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
• Ein dagstovnaleiðari fær minni løn enn
ein lagurarbeiðari?
• Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins,
upplýsti í Løgtinginum hósdagin, at
gomul og eldri í dagsins Føroyum, verða
koyd í song á hálvum degi við blæðu á.
• Fíggjarnevndarformaðurin í farnu viku
upplýsti Løgtinginum, at tíðin er komin
at styrkja barnafamiljurnar, tí tað hevur
samgongan ikki gjørt í nógv ár.
Visti tú at...
Profilurin
Navn: Charlotta á Váli Olsen
Aldur: 53 ár
Bústaður: Tórshavn
Eftir at hava arbeitt sum útbúgvin pedagogur í
nærum 30 ár, avgjørdi eg at royna okkurt heilt
annað, og bleiv tað í Handil og Kaffi á Vaglinum sum
seljari og servitrisa.
Tað sum liggur hjartanum nærmast, eru tey veiku í
samfelagnum; børn, eldri og øll, íð bera brek. Hesin
síðsti bólkurin hevur aloftast, hóast sítt brek, so nógv
at geva og læra okkum. Tey eldru hava bygt sam
felagið til eitt vælferðarsamfelag. Og børnini eru
framtíðin. Tí eiga vit at fara væl um hesar bólkar!
Samfelagið er nógv útbygt seinastu árini, nógvir
stovnar eru bygdir til bæði børn, eldri og tey, íð bera
brek. Og tað er gott tað skal til.
Men! Eitt sum haltar, er virðið, sum samfelagið setir
á tey, ið eru um hesi veiku. Tey brúka eina ótrúliga
orku, í tí arbeiði tey gera; brúka seg sjálvan sum
amboð. Men skal sparast, eru hesi tey fyrstu, íð verða
rakt. Og lønin er langt frá virðinum av arbeiðinum.
Tískil verða hesi fólk hart rakt av strongd og
ørmaktan. Hetta rakar so aftur teir bólkar, tey eru
um. Hetta má fáa eina vend! Samfelagið má síggja
virði í hesum arbeiðsbólkum, og løna teimum eftir
tí.
Eg stuðli Miðflokkin, tí hann rúmar øllum mínum
áhugamálum, bæði innan arbeiði og frítíð og so
byggja vit á sama grundarlag!
www.tjodveldi.fo
Eykafloksting
Eykafloksting verður
sunnudagin 28.10.2007 kl. 15.00
á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Á skránni:
Uppstilling til fólkatingsvalið
Ymiskt
Møtið fjølment.
Húsasøla frá Spanien
www.suninvestmentsl.com
Linda Ros · Tel 0034 646 930 757
Vit søkja eftir
sølufólki til køksdeildina
Sí lýsing á heimasíðu okkara
www.balslev.fo
lýsingar