fríggjadagur 26. oktober 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Starv sum landmátari er tøkt innan
matrikul- og útskiftingarøkið.
Arbeiðið fatar serliga um málsviðgerð,
uppmáting og marknaásetingar. Eisini
fatar starvið um matrikulera ráðgeving
og aðra lendisfyrisiting.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava prógv sum landmátari,
verkfrøðingur ella líknandi útbúgving
frá hægri læristovni. Eisini er tað ein
fyrimunur at hava royndir við matrikulerum
arbeiði, útskifting og uppmáting við GPS,
Totalstatión og Microstatión.
Starvsmøguleikar
Vit vænta at umsøkjari er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum.
Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar, møguleikar fyri persónligari
menningar og sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til:
Jákup Paula Joensen,
stjóra, jakuppj@matrikul.fo
og tlf +298 35 79 10, ella
Bjarna Hansen, deildarleiðara,
bjarni@matrikul.fo og tlf +298 35 79 19.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l.,
skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
29. oktobur 2007. Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
Ella teldupost: post@matrikul.fo
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
Landmátari
Starv sum løgfrøðingur innan
umhvørvismál er leyst at søkja. Arbeiðið
umfatar samlaða fyrisitingarøkið
hjá stovninum og kemur serliga at
snúgva seg um gerð av vælvirkandi
fyrisitingarmannagongdir og ger av
løgfrøðiligum lýsingum.
Førleikar
Umsøkjari skal hava prógv sum løgfrøðingur
ella líknandi frá hægri læristovni.
Eisini er tað ein fyrimunur at hava royndir
innan fyrisitingarøkið hjá stovninum.
Starvsmøguleikar
Vit vænta at umsøkjari er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug
at menna tað fyrisitingarliga arbeiðið í
Føroyum. Vit kunnu tryggja eitt spennandi
starv í einum nýskipaðum stovni, nógv
samstarv við starvsfelagar, góðar møguleikar
fyri persónligari menningar og sjálvstøðugum
arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til:
Jákup Paula Joensen, stjóra,
jakuppj@matrikul.fo og tlf +298 35 79 10.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l.,
skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
29. oktobur 2007. Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
Ella teldupost: post@matrikul.fo
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
Løgfrøðingur
Søkt verður eftir skrivstovufólki til
Umhvørvisstovuna. Arbeiðið fatar
serliga um skráseting, journalisering,
bóking og annað fyrifallandi skriv–
stovuarbeiði. Eisini kemur starvið at
fata um avgreiðslu og málsviðgerð
innan samlaða virksemið hjá
stovninum.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava kunnleika og áhuga
fyri skrivstovuvirksemi, herundir góðan
teldukunnleika. Dentur verður lagdur á
góð samstarvsevni, og at viðkomandi er
ábyrgdarfullur, røkin og fyrikomandi.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar, møguleika fyri persónligari
menning og sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið. Setanin er avmarkað til
1 ár, vegna givin farloyvi.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra,
jakuppj@matrikul.fo og tlf +298 357910.
Umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum skal verða Umhvørvisstovuni í
hendi innan 29.oktobur 2007. Umsóknir skulu
sendast til:
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
Ella teldupost: post@matrikul.fo
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
Skrivstovufólk
lýsingar