fríggjadagur 26. oktober 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 208 - 26. oktober 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ungir og lutvíst
óroyndir venjarar
skulu taka dystin upp
við mest roynda og
vinnandi venjaran í
føroyskum fótbólti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einsamallur hevur Johan
Nielsen vunnið meira, enn
tey flestu innan føroyskan
fótbólt yvir høvur kunnu
droyma um. Royndi venjar
in, sum nú eisini hevur leitt
NSÍ til FMgull, átti undan
hesum 10 FMgullmerki, ið
vóru vunnin við HB og GÍ.
Og á Skála var tað eisini
heilt nær við, at hann gjørdi
sama kynstrið fyri tveimum
árum síðani.
Tí er einki forgjørt í, at
hann av flestu fótbóltskøn
um verður mettur sum
dugnaligasti venjarin í land
inum. Og tað er einki at
ivast í, at tey í Runavík eru
sera fegin um, at undirskrift
eisini er sett á sáttmálan
fyri komandi kappingarár.
Kapping frá ungum
venjarum
Umframt Johan Nielsen, so
hava eisini sjey aðrir venj
arar skrivað undir sáttmála
fyri komandi kappingarár.
Og felags fyri allar hesar er,
at teir avgjørt teljast millum
yngra ættarliðið innan før
oyska fótbóltsvenjing.
Eingin teirra er enn farin
um tey 40, og av meistara
heitum og steypasigrum er
tað ert Sigfríður Clement
sen, sum hevur nakað at
vísa á sum venjari. Hetta
við meistaraheiti og steypa
sigri við B36 ávikavist í
2005 og 2006.
Hinvegin hava fleiri av
venjarunum roynt at staðið
við gulli sum spælarar. John
Petersen (1994, 1995, 1996,
1997 og 2001), Rúni Nolsøe
(1997, 2002, 2003 og 2004)
Eyðun Klakstein (1991 og
1999), Sigfríður Clementsen
(1997)
og
Eli
Hentze
(1989), hava síni gullmerki
at vísa á sum spælarar. Men
nú verður tað sum venjarar,
at teir skulu taka dystin upp
við garvaða veteranin.
Gott við
ættarliðs-
skifti
Johan Nielsen tekur fegin móti
avbjóðingini, sum nú kemur frá einum
nýggjum ættarliði av føroyskum
fótbóltsvenjarum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann tóktist ikki hava givið tí gætur. Men spurdur,
hvat hann sigur til støðuna, nú tað bert eru føroyskir
avbjóðarar til komandi Formulakappingina, sigur
Johan Nielsen, at tað heldur hann bara vera gott.
Eg haldi tað vera gott fyri føroyskan fótbólt, at eitt
ættarliðsskifti tykist vera ávegis. Kanska hava vit í ov
stóran mun dúva upp á útlendskar fenjarar gjøgnum
fleiri ár. Ikki tí. Tað hava nú eisini verið ár, har vit hava
verið nógvir føroyingar, men generelt haldi eg, at
feløgini kanska hava satsað ov nógv upp á tað
útlendska.
Tað vildi so ikki verið nakar, sum hevði funnið upp
á at leitað uttanlands eftir einum skipara til føroyskt
fiskiskip, so eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki eisini
skulu brúka okkara egnu venjarar.
Ov lítið álit
At tað bert er Johan sjálvur, sum framvegis er í fremstu
røð av teimum eldru venjarunum, gevur eisini ábend
ingar um, at føroyskir venjarar ikki halda serliga leingi
í yrkinum. Og sjálvur heldur Johan, at hetta kann
tulkast sum vantandi álit frá føroysku feløgunum.
Tey velja í fleiri førum heldur at satsa upp eina
útlendska loysn. Og eg haldi ikki, at hon altíð er tann
rætta. Og tí er tað kanska ikki heilt rættvíst, tá álitið á
føroysku venjarunum er somikið lítið. Við krøvunum,
sum nú verða sett, so hava føroysku venjararnir eina
sera góða útbúgving. Men fáa teir ikki neyðugu roynd
irnar, er trupult at hava nakað at vísa á, heldur hann.
Ringt at peika avloysaran
Tað verður helst trupult hjá nøkrum venjara at taka
dystin upp við Johan, um tosast skal um tal av heið
ursmerkjum. Og sjálvur vil hann illa seta navn á, tá vit
spyrja hann, hvørt hann roknar við, at nakar av teimum
higar til sjey kappingarneytunum verður ein venjari,
sum vit koma at síggja heilt nógv til komandi árini.
Tað verður óluksáliga trupult. Kanska fyrst og
fremst, tí vit venjarar ikki síggja so nógv til tað arbeiði,
sum vit hvør í sínum lagi gera. Men ein maður sum
Sigfríður hevur longu verið nógv at sæð til. Og tað
verður tað kanska eisini komandi árini.
Johan ímóti
teimum yngru
Teir átta settu
Venjari
Felag
Ár
Bill M. Jacobsen
B68
33
Jón Simonsen
ÍF
34
Sigfríður Clementsen
EB/S
34
Eyðun Klakstein
KÍ
34
John Petersen
Skála
35
Rúni Nolsøe
HB
36
Eli Hentze
B71
38
Johan Nielsen
NSÍ
67
FAKTA
Felags fyri avbjóðararnar hjá Johan Nielsen er, at teir allir eru undir 40 ára aldur
35