Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 208 - 26. oktober 2007 ] Í NSÍ ásanna teir tó, at tað fer at smakka best, um tað eydnast at vinna øll stigini á útivølli ímóti KÍ, sum eftir syndarligan fyrsta part av kappingini hevur møguleika at røkka so frægum úrsliti, sum teir droymdu um í summar Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í morgin verður tað. NSÍ hevur longu tryggjað sær fyrsta FM heitið, áðrenn teir í Runavík fara til Klaks­ víkar. Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast í Klaksvík, so verður FM rómin ikki skalaður, tá ið FM steypið og gullkrónurnar fara úr Klaksvík og út til Runavíkar, har tað klokkan 18 verður skipað fyri veitslu við smyrjibreyði, kaffi, te og køkum. Á skránni verður felagssangur og undirhald. Men hóast fagnaðin yvir fyrsta FM heitið nakrantíð í 50 ára longu søgu felagsins, so skal eingin ivast í, at meistararnir fara til Klaks­ víkar fyri at vinna øll stig­ ini. Motivatiónin kann eitt nú vera, at tað ikki hilnaðist nakað serligt, tá ið NSÍ í fjórða umfari tann 15. apríl vitjaði í Klaksvík og lá und­ ir – bæði í spæli og úrsliti. ­ Sjálvandi vilja vit fegnir vinna. Tað ræður um at hava fokus á tí, sum gongur fyri seg inni á vøllinum, hóast mongu trúføstu stuðl­ arnir ivaleyst undir dystin­ um fara at fegnast yvir, at vit longu hava vunnið FM heitið, verður sagt í NSÍ. Síðsta venjingin í hesum kappingarárinum var í gjár­ kvøldið. Lagið var gott, og tað varð rundað av við, at teir yngru vunnu á teimum eldru. Johan Nielsen plagar ofta at hava taktiska venjing á skránni síðsta venjingar­ kvøldið undan vikuskiftin­ um. Soleiðis var tað ikki í gjárkvøldið. Men tað vil ikki siga, at NSÍ ikki í morg­ in fer at spæla av lívsins kreftum í Klaksvík. Nenad hevur ikki vant og spælt tær seinastu vikurnar. Hann verður á beinkinum í morgin, men hann verður neyvan førur fyri at spæla. Christian Høgni Jacobsen hevur vant millum lítið og einki seinastu tvær vikurnar, men hann verður heilt víst á NSÍ liðnum í morgin. Um hildið verður fast um undirskrivaðar sáttmálar og einki verður broytt, so verður Christian Høgni ikki í NSÍ næsta kappingarár. Hann er sáttmálabundin at HB. Síðst hesi bæði feløgini spældu týdningarmikla upp­ gerð í síðsta umfari í lands­ kappingini var í 2002, tá ið silvurmerkini stóðu upp á spæl. Ta ferðina vann NSÍ 3­2 í Klaksvík. Millum NSÍ viðhalds­ fólkini, sum í morgin fara til Klaksvíkar, vera fleiri, sum vóru við í Klaksvík í 1976, tá ið NSÍ fyrstu ferð spældi landskappingardyst har norðuri. NSÍ legði seg á odda, men KÍ vann 10­1! Seinastu 31 árini er nógv vatn runnið, og nú er tað NSÍ, sum er omaná, og KÍ er undir. Eftir syndarligan fyrsta part av hesum árinum – bæði í spæli, skipan og úr­ tøku – hevur KÍ fótað sær. Teir hava í heyst megnað javnleikir í Gundadali ímóti báðum havnarfeløgunum, og full úrtøka ímóti NSÍ hevði borið við sær, at stiga­ talið hevði verið 35, ið er tað, sum teir í summar settu nøsina eftir. ­ Vit vita, at tað verður torført. Vit halda okkum hava møguleika ímóti øll­ um, og tað hava úrslitini eisini víst. Trupulleikin er, at vit hava verið óstøðugir, men tað hevði verið fínt við góðum endaspurti, siga teir í KÍ. Paul Clapson er leikbann­ aður og farin til hús. Tað er ikki greitt, um hann verður í Klaksvík næsta ár. Denni Conteh verður fremsti KÍ spælarin hesa ferð. Tað tykist ikki serliga sannlíkt, at hann næsta ár verður í Klaksvík. Við – ikki við Leikbann: Allan Mørkøre Við aftur: Evrard Blé og Allan Mørkøre Burturstaddir: Jónas Tór Næs og Magnus Poulsen Leikbann: Santos Ivasamir: Heini í Skorini og Mikkjal Thomasen Skaddir: Clayton Soares (fiburspreinging) og Eirikur Poulsen (brotið beinið) Skaddur: Gert Hansen (knæskaði) Leikbann: Ronnie Samuelsen Ivasamur: John Heri Dam Skaddur: Sámal Joensen (knæskaði) Fótbóltur Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 27.10 B36-HB Dagfinn Olsen 27.10 KÍ-NSÍ Eiler Rasmussen 27.10 Skála-AB Ransin N. Djurhuus 27.10 B71-EB/S Petur Reinert 27.10 VB/S-GÍ Lars Müller Dystir um vikuskiftið Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 26 19 - 3 - 4 50 22 28 60 2 B36 26 15 - 7 - 4 47 21 26 52 3 EB/S 26 16 - 3 - 7 54 32 22 51 4 HB 26 14 - 4 - 8 57 34 23 46 5 GÍ 26 10 - 5 - 11 42 51 -9 35 6 KÍ 26 9 - 5 - 12 42 45 -3 32 7 B71 26 9 - 5 - 12 38 45 -7 32 8 Skála 26 9 - 4 - 13 25 40 -15 31 9 AB 26 4 - 5 - 17 30 53 -23 17 10 VB/S 26 2 - 5 - 19 25 67 -42 11  Einki kann skala gullhýrin Fagnaðurin var øgiligur við Løkin seinasta sunnudag. Og neyvan verður hann minni, nú NSÍ fer norður til Klaksvíkar at taka ímóti FM- steypinum 36