fríggjadagur 26. oktober 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 208 - 26. oktober 2007 ]
Við – ikki við
Skaddur: Jákup á Borg (lærkrikin)
Ivasamur: Tróndur Vatnhamar
Ivasamur: Nenad Stankovic
Skaddir: Arnold Berg
(miniskskaði) og Aleksandur
Johansen (fótskaði)
Við aftur: Pauli G. Hansen
Leikbann: Teitur R. Joensen
Leikbann: Paul Clapson og Høgni
Madsen
Við aftur: John Hammer og Ove Nysted
Skaddur: Henning Joensen
(knæskaði)
Leikbann: Martin Tausen og Aco
Pandurovic
07
'06
06
05
05
04
03
02
01
00
99
98
97
Í alt
B36-HB
1-1
6-0
-
2-1
0-0
2-5
0-2
1-2
1-0
1-2
0-2
0-1
2-3
3-2-7
16-19
KÍ-NSÍ
2-0
2-1
-
5-6
2-3
1-0
2-2
2-3
2-1
0-1
3-0
4-1
4-0
7-1-4
29-18
Skála-AB
0-2
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
0-0-1
0-2
B71-EB/S
2-3
-
-
-
-
-
-
-
1-0
-
-
-
-
1-0-1
3-3
VB/S-GÍ
0-1
0-0
-
0-3
0-1
2-4
0-3
1-2
1-2
5-3
1-3
3-1
0-0
2-2-8
13-23
Málveitsla í væntu
Hondbóltskvinnurnar venja
Hvørki í Atlantic Airways- ella í Sunset-kappingini verða dystir spældir
hetta vikuskiftið. Manslandsliðið er í løtuni í Luksemburg har kappast
verður í Challenge Trophy kappingini, og kvinnulandsliðið er á
venjingarlegu á Eiði. Hetta er liður í fyrireikingunum til landsdystirnar
móti Íslandi, sum verða spældir seinast í november mánaði. Av tí sama
eru allir dystir, sum skuldu verið spældir í Sunset-kappingini hetta
vikuskiftið, fluttir.
Kappingin fyrr liðug
Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at fyrsta bríkslið í øllum fimm
Formula uppgerðunum, sum eru á skránni leygardagin í 27. og
síðsta umfari, verður klokkan 14. Tað vil siga, at FSF hevur gjørt
av at flyta dystirnar ein tíma fram. Harvið verður handan av FM
steypi og heiðursmerkjum klokkan umleið trý korter til fýra og ikki
trý korter til fimm. Hetta fer at bera við sær, at tað er minni vandi
fyri, at fótbóltsspælið verður í myrkri, enn tað annars hevði havt
verið, og tað ber eisini við sær, at myndatøkur eftir dystarlok ikki
vera í so myrkum veðri, sum tær annars høvdu havt verið.
NSÍ hátíðarheldur
meistaraheitið
Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygar-
dagin, bjóðar NSÍ til veitslu klokkan 18 leygarkvøldið í
ítróttarhøllini í Runavík. Har verður smyrjibreyð, kaffi, te
og køkur at fáa. Á skránni verður felagssangur og annað
undirhald. Av tí, at høllin skal nýtast til Faroe Expo dagin
eftir, endar veitslan í høllini á midnátt,men heldur fram í
Støkk-høllini, har góður dansur verður við Flower Power.
AB takkar fyri seg
Tað vakti gleði á Argjum og øsing á Skála, tá AB vann síni
fyrstu Formula-stig í útidystinum móti Skála fyrr í ár. Tað
lyfti argjamenn nakað, samstundis sum Skála eftir fýra
umførunum var púrasta avbyrgt í botninum. Yvir seinastu
23 umførini broyttist talvan tó nakað, og tá AB fer á vøllin
leygardagin er tað við vissuni um, at hetta var seinasti
Formula-dysturin á hesum sinni. Samstundis verður hetta
seinasti dysturin hjá Sigfríði Clementsen sum AB-venjari.
Hann verður komandi árið at síggja á beinkinum hjá EB/
Streymi, meðan Allan Mørkøre tekur við sum venjari hjá
AB.
-mørk
Bæði B71 og EB/
Streymur hava alla
orsøk at spíla seg
út, tá ið tey hittast í
finalu heima á Sandi,
hagar tað verður
skipað fyri bussferð
úr Sundalagnum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Bæði í B71 leguni og í EB/
Streyma leguni er hýrurin
góður. Báðir partar eru
samdir við seg sjálvar um,
at talan hevur verið um fínt
kappingarár. Hvussu væl
tað fer at vignast á støðu-
talvuni eftir 27 umfør, verð-
ur ikki minst treytað av,
hvussu tað fer at hilnast í
morgin.
- Vit eru ovurfegnir um
gull í steypakappingini, og
at vit hava tryggjað okkum
heiðursmerkir í landskapp-
ingini. Um tey skulu vera
úr bronsu ella silvuri valdast
eitt nú, hvussu tað fer at
hilnast á Sandi. Tað hevði
verið harmuligt, um úrslitið
í Gundadali lagaði seg til
okkara fyrimun, og vit ikki
gjørdu okkara í síðsta
umfarinum, verður staðfest
í EB/Streymi.
Stuðlarnir ganga høgt
upp í EB/Streym, og at tað
framvegis verður hildið, at
tað er nógv at spæla um,
sæst aftur í, at tað verður
skipað fyri bussferð av Eiði
og suður um Skopunarfjørð
í morgin.
Tað tykist greitt, at Símun
Eliasen ikki verður í Sunda-
lagnum næsta ár, og tað
ljóðar, at Ronnie Samuelsen
fer at gevast. Tískil kann
tað vera, at teir báðir fara at
siga farvæl í morgin.
Tað er greitt, at Piotr Kra-
kowski, sum er væl kendur
á Sandi, har hann eigur
nógvar vinir, ikki verður
venjari í EB/Streymi næsta
ár. Eftir góð avrik hevði tað
verið toppurin, um tað
hevði eydnast honum og
hjálparvenjaranum Sámal-
Erik Hentze at runda av við
silvurkrónunum í lands-
kappingini.
Málið hjá sandoyingum
var eftir uppflytingina í fjør
at sleppa undan niðurflyting.
Tað málið hevur B71 væl
og virðiliga megnað. B71
er á 7. plássi, og um alt rek-
ur við í morgin, so ber til at
røkka 5. plássinum. Tað
plássið hevur týdning á
tann hátt, at tað ber ein eyka
heimadyst við sær.
Eli Hentze, sum eisini
næsta ár fer at stýra B71,
fer í morgin at spæla fyri
síðstu ferð á besta liðnum.
Fleiri av ungu B71 spæl-
arunum hava í ár rættuliga
bitið seg fastar á Formula
liðnum, og tað hevur sæst
aftur í landsliðsboðum. All-
ir hesir fara eisini at spæla
við B71 í 2008, og tað fara
útlendsku spælararnir við
Clayton Soares á odda eis-
ini at gera.
Hóast spenningurin
millum havnar
feløgini onkra tíð
hevur verið størri,
enn hann er tað
leygardagin, so vilja
fjeppararnir gera
sítt til, at rættur
veitsludámur verður á
degnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð síðani ár
2000 skal FM-steypið fyri
føroyskan mansfótbólt flyt-
ast úr Havnini.
Tað ber so eisini við sær,
at lagið í HB- og B36-leg-
unum kundi verið betri, nú
feløgini mest sum hava vant
seg við, at FM-spurningurin
er nakað, ið tey avgreiða
sína millum. Og ikki minst
hevur spenningurin verið
øgiligur, tá liðini fleiri ferð-
ir hava spælt avgerandi
grannauppgerðir í seinasta
ella næstseinasta umfarin-
um.
Soleiðis er tó ikki hesa-
ferð. B36 hevur síni silvur-
merki at spæla fyri, men
UEFA-cup luttøkan er vís,
og eftir tvey tap á rað er
lagið neyvan heilt í toppi.
Og hjá HB verður talan fyri
fyrstu ferð síðani 1999 um
eitt ár uttan heiðursmerki í
landskappingini.
Fjepparar spenna seg
Men tað merkir altso ikki,
at fjepparnir hjá feløgunum
báðum ikki fara at spenna
seg út. Bæði feløgini hava í
ár fingið nýggj viðhaldsfe-
løg. B36 hevur í ár fingið
dyggan stuðul frá sínum
White Tigers, og hjá HB
vórðu Red Lions stovnaðir
undan steypafinaluni móti
EB/Streymi.
Og bæði leyvurnar og tik-
ararnir vilja markera, at
hóast tokið er koyrt í lands-
kappingini, so ræður fram-
vegis um at vinna sær rættin
at arga komandi hálva árið,
samstundis sum punktum
skal setast fyri fótbóltsári-
num.
HB-stuðlar og Red Lions
skipa fyri dystinum fyri
upphiting í HB-húsinum,
og byrjar hendan klokkan
13.
Hvítu
tikararnir
hava
gjøgnum árið havt sítt fasat
upphitingarstað
undan
heimadystunum hjá B36,
og ivaleyst verður tað eisini
hetta, sum verður nýtt leyg-
ardagin.
Skal metast eftir hagtølunum, so verður tað undirhald við lít, tá NSÍ fer til Klaksvíkar eftir gullinum. Hagtølini staðfesta í øllum
førum, at tað plagar at vera málríkt, tá vespurnar vitja við Djúpumýru, har KÍ og NSÍ hava spílað meskarnar ikki færri enn 47
ferðir seinastu 10 árini. Aðra staðni sæst á hagtølunum, at HB væl kann geva B36 eina hjálpandi hond, meðan Petur Mohr helst
kann siga farvæl til GÍ við einum sigri, tá teir vitja í Vági. Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini leygardagin
hava dystast í tilsvarandi uppgerðunum í bestu deildini seinastu 10 árini.
Silvurið spøkir í Sundalagnum
Vilja enda við manér
37