Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 208 - 26. oktober 2007 ] Brasilska fótbólts­ legendan, sum hevði kelinavnið “Lítli fuglurin” var ein ótrúligur fótbóltsleikari. Men privatlívinum var einki skil á. Komandi sunnudag hevði Garrincha fylt 75 ár Heri Simonsen heris@sosialurin.fo 28. oktober í 1933, í Pau Grande í Brasilia, var ein lítil drongur borin í heim. Hvørki tá, ella tey fyrstu árini sá hann út av nógvum. Men heimurin skuldi fáa annað at síggja. Kristna navnið hjá honum var: Man­ uel Francisco dos Santos. Men í heimlandinum, og kring allan heimin varð hann kendur sum: Garrincha ella, sum “Hin Lítli Fuglurin”. Hann vann HM í bæði 1958 og 1962 fyri Brasilia. 250 fótbóltstíð­ indamenn frá øllum heim­ inum kosu í 1998 Garrincha at verða besta driblara í heimssøguni. Garrincha kom á “All Star liðið” í HM í Svøríki, í 1958. Eftir HM í Chile í 1962 varð Gar­ rincha valdur til besta leik­ ara í kappingini. Í 1962 gjørdist hann eisini topp­ skorari í HM­endaspælin­ um. FIFA valdi eisini Gar­ rincha til “Aldarinnar lið” í 2001. Pele: tann besti Garrincha spældi 60 lands­ dystir fyri Brasilia. Hann vann teir 53, spældi 6 javn­ ar, og tapti bert ein. Tá bæði Garrincha og Péle vóru á liðnum, tapti Brasilia ongan dyst yvirhøvur. Hin 8 ára yngri Pelé, sum av fleiri verður mettur sum heimsins besti fótbóltsleikari nakran­ tíð, er ikki í iva: »Garrincha er tann besti fótbóltsleikarin heimurin hevur sæð. Uttan Garrincha hevði eg ikki verið heimsmeistari tríggjar ferðir«. Tveir fantastiskir teknisk­ ir leikarar á vøllinum ­ men uttanfyri vøllin, sum dagur og nátt. Pelé var ein ógvu­ liga seriøsur ítróttarmaður, sum seinni hevur verið ein framúrskarandi sendiharri fyri altjóða fótbóltin. Gar­ rincha harafturímóti var óseriøsur uttanfyri vøllin, og var hann ein konufólka­ revur, sum næstan ikki hevur sæð sín líka. Alment var Garrincha pápi at 14 børnum, sum hann átti við 5 ymiskum kvinnum. Men veruliga talið av børnum, sum Garrincha er upphavið til, er heiminum ókent. Eitt av børnunum var bor­ ið í heim, í norðursvenska býnum Umeå. Felagsliðið hjá Garrincha: Botafogo spældi ein venjingardyst har norðuri, og 9 mánaðir seinni sást eitt úrslit av hesi venjingarleguni. Sonurin eitur Ulf Lindberg, og eigur Ulf í dag ein pylsuvogn í Halmstad, sum liggur mill­ um Göteborg og Helsing­ borg. Hendan søgan er væl kend í Svøríki. Annars spæl­ ir heimsins besti kvinnuligi fótbóltsleikari; Marta yrk­ isfótbólt við júst Umeå. Hjólbeintur og kálvakníggjaður Tað sum ger Garrincha til kanska mest sermerkta fótbóltsleikaran í heimssøg­ uni er, at hann var bæði hjól­ beintur og kálvakníggjaður. Hann var føddur sum krypil og varð ikki spáddur nakra glæsuliga framtíð. Annað beinið var 6 cm størri enn hitt beinið! Garrincha kom úr einum indianaraheimið, og vaks hann upp í fátækum korum í Pau Grande. Men júst hesi skeivu beinini skuldu gerast tey, ið framdu mest ser­ merktu driblingarnar í heimssøguni. Tí eingin fót­ bóltsleikari – ikki eingong Diego Maradona – hevur verið í námind av teimum driblingunum, sum Gar­ rincha gjørdi á leikvøllum. Ímóti Sovjetsamveldinum við HM í 1958 avdriblaði hann tríggjar russarar, áðr­ enn hann nærum skeyt mál­ stongina á pettir. Seinni tvistaði hann so nógv við kroppinum, at russiski mar­ kørurin datt á halan. Men tá var Garrincha so kurteislig­ ur, at hann steðgaði bóltin­ um, so hann kundi hjálpa russaranum aftur á føtur. Hendan løtan verður av fót­ bóltsromantikarum nevnd: »Teir vakrastu tríggir minutt­ irnir í fótbóltssøguni« Doyði ungur Skilaloysi hevði tíverri ræð­ ið á framúr spælaranum. Hann gjørdist alkoholikari, og var næstan eingin dagur har hann var edrúur. Mátt­ urin og mergurin í lítla manninum ­ sum bara var 169 cm høgur – svunnu skjótt. Garrincha doyði av alkoholmisnýtslu longu í 1983, bert 49 ára gamal. Í brasilska høvuðsstaðnum Brasil er størsti leikvøllurin í býnum uppkallaður eftir Garrincha. Hann eitur Estadio Mané Garrincha. Garrincha spældi 581 dystir fyri Botafogo árini 1953­ 1965, og hann skeyt 232 mál í hesum dystunum. Fyri Brasilska landsliðið skoraði hann 12 mál í 60 landsdystum. Nummar seks í heiminum Joan Bláfoss gjørdist um vikuskiftið nummar seks í elitubólkinum, tá kappast varð í HM í duathlon Duathlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í kappingini, sum fór fram í Richmond í Virginia í USA, varð kappast í renning og súkkling. Hetta so rennast skuldu fyrst 15 km. Síðani varð súkklað 76 km og at enda varð aftur runnið. Hesa ferð 7,5 km. Fyrstu 15km av renningini skuldu rennast sum tvey umfør á 7,5km. Aftaná fyrsta umfar lá Joan á einum 16.plássi, men tað vísti seg skjótt, at fleiri av kvinn­ unum høvdu lagt alt ov hart út, tí á øðrum umfari av renningini arbeiddi Joan seg sikkurt fram á eitt 10. pláss við at halda eina javna, høga ferð. Súkklast skuldi so 4 umfør á eini harðari og tekn­ iskari rutu. Fyrsta umfari brúkti Joan til at koyra seg inn og merkja eftir, hvussu beinini vóru fyri. Tað vísti seg, at beinini vóru klár til meira og á 2. og 3. umfari innheintaði Joan fleiri av kappingarneytunum og lá eftir 3.umfar á 8.plássi, bert 20sek eftir 6.plássinum. Á fjórða umfari yvirhálaði Joan so kvinnurnar, sum lógu á 6. og 7.plássinum og kom inn eftir súkklingina á einum 6.plássi. Kappingin seinasta partin var sera hørð, men tað eydnaðist Joan at halda støðuna sum nummar seks allan vegin á mál. Við Rás2 í gjárkvøldið segði Joan, at hon als ikki hevði roknað við, at úrslitið fór at gerast somikið gott. ­ Eg eri ovurfegin. Og eg haldi ikki, at eg veruliga hava fatað, hvussu væl tað gekk. Persónliga var hetta helst besta kappingin hjá mær í ár. Og sjálvt um fleiri av hinum løgdu hart út, so eydnaðist tað mær at vinna meg spakuliga fram aftur í feltið, segði hon. Talan var um seinastu kappingina hjá Joan í ár, so beint nú stendur ein stutt feria fyri framman, áðrenn hon aftur fer undir venjingar til komandi kappingar­ árið. AaB-dystir á 3+ Viasat­samtakið hevur nú keypt sær rættindini til at senda beinleiðis frá UEFA­Cup kappingini í fótbólti. Tað merkir samstundis, at hyggjarar hjá 3+ nú fáa møguleikan at fylgja við, tá AaB í komandi viku tekur móti spanska Getafe, har Michael Laudrup er venjari. Um Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða við í hópinum vita vit sjálvandi ikki enn. Men AaB hevur havt fleiri skaðar í hópinum seinastu tíðina, og tí er als ikki óhugsandi, at annar ella kanska báðir føroysku spælararnir fáa dystarboð. Vunnu stórt á Írlandi Eftir greiða sigurin á Malta mikudagin, var tað í gjár Írland, sum stóð fyri føroyska manslandsliðnum. Her var ongan tíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Føroyska liðið vann ein sannførandi 46­21 sigur, og hevur soleiðis framvegis fult stigatal í kappingini. Bestu føroysku málskjúttarnir hósdagin vóru Dánjal Tórgarð við átta málum og Ingi Olsen við seks málum. Besti driblarin í søguni Skeivu beinini áttu sín leiklut í merkisverdu driblingunum, sum Garrincha gjørdi á vøllinum. Her sæst hann í dysti fyri Brasil í HM- kappingini í Svøríki í 1958 Mynd: Polfoto/AP 38