Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 26. oktober 2007 39 Lærarar í Marknaðarførslu til FHS Søkt verður eftir lærara ella lærarum til hesar tímar í Tórshavn: Galdandi vikur við ólíka numrum Tíð Týsdagur Mikudagur Fríggjadagur 10.00-11.30 F3 F3 F4 12.10-13.40 F4 Galdandi vikur við líka numrum Tíð Týsdagur Mikudagur Fríggjadagur 10.00-11.30 F4 12.10-13.40 F3 F4 14.00-15.30 F3 Starvið er tíðaravmarkað frá 6. november 2007 til 26. juni 2008. Løn: Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálráðið. Umsókn: Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 5. november 2007 kl. 12.00. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sonju Oyrabø Petersen ella Olav Absalonsen á telefon 317177, teldupostur: sp@hsh.fo ella oa@hsh.fo. Føroya Handilsskúli Postsmoga 177 · 110 Tórshavn Tel 317177 · Fax 313374 · www.fh.fo lýsingar Størv á Dagstovninum Mýrifípan í Trongisvági Vit søkja eftir einum pedagogi til vøggustovuna 30 tímar um vikuna, frá 2.januar 2008. Starvið er eitt avloysarastarv fyri pedagog í farloyvi, fyribils til august 2008. Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. Søkt verður eisini eftir einum tímaløntum av­ loysara, ið kann avloysa á barnagarðsstovunum og Útibarnagarðinum, tá tørvur er á tí. Endurlýsing eftir einum pedagogi ella ergo­ terapeuti til stuðulstoymið 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 15. novembur ella eftir nærri avtalu. Stovnslýsing: Mýrifípan er ein dagstovnur í Tvøroyrar Kom­ munu. Her ganga 72 sera fitt børn í aldrinum 0­7 ár. 20 dugnalig starvsfólk arbeiða á stovninum. Stovnurin er skipaður í 5 eindir; vøggustova, tvær barnagarðsstovur, útibarnagarður og stuðulstoymið. Í stuðulstoyminum arbeiða í løtuni ein pedagogur, 30 tímar um vikuna, og ein fysioterapeutur, 20 tímar um vikuna. Vit arbeiða undir Sosialu Deild í Tvøroyrar Kommunu og samstarvskommununum hennara, Hvalba, Sandvík, Fámjin og Sumba. Gott samstarv er við aðrar fakbólkar, so sum ser­ ráðgeva, heilsufrøðing og talulærara. NSR­ tænastan í Suðuroy byrjar í næstum eisini. Stuðulstoymið tekur sær fyrst og fremst av børnum við serligum tørvi, harnæst er tær/tey ráðgevandi og vegleiðandi fyri foreldur og starvsfólk. Vit vænta, at tú: • Kanst arbeiða sjálvstøðugt • Hevur góð samstarvsevnir; skalt samstarva við starvsfólk, foreldur og aðrar fakbólkar • Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • Er liðalig/­ur, vísir gleði og áhuga í arbeiðinum • Megnar at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum • Hevur góðan hug at vera úti, hevur virðing fyri náttúruni og megnar at geva tað víðari til børnini. Stuðulstoymið: harafturat skal tú • Duga at gera virkisætlan fyri hvørt barnið sær, við serligum tørvi, og arbeiða miðvíst eftir hesum. • Hava vilja og áhuga í at dagføra tína fakligu vitan. • Duga væl at orða teg munnliga og skrivliga. Lønarviðurskifti: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag og Kommunufelagið, ella við avvarðandi fakfelg. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðruna Petersen, leiðara tlf: 372700 Umsókn, saman við prógvi og viðmælum, skal sendast til Dagstovnin Mýrifípan, Smærugøta 8, FO­826 Trongisvágur, innan 8. novembur 2007, kl 12. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Landssjúkrahúsið Michael Heidenheim yvirlækni innan húðsjúkur og Christine Westergaard sjúkrarøktarfrøðingur við servitan innan húðsjúkur, hava fyrilestur um barna­ eksem, týskvøldið 6 . november 2007 kl. 18.00 í Gestaborðstovuni á Landssjúkrahúsinum. Øll áhugað eru vælkomin. Avmarkað luttakaratal. Tekning innan fríggjadagin, 2. november 2007, kl. 12.00 Áhugað kunnu senda teldupost til Edith Vang lsediva@ls.fo ella til Karis Thomassen lskarwe@ls.fo Eisini ber til at ringja á telefon 304500, lokal 6222 ella 6221. Húðambulatoriið á Landssjúkrahúsinum Barnaeksem – nýggj vitan