Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 208 - 26. oktober 2007 Dagrøktarar til Dagrøktarskipanina í Vágs kommunu Dagrøktarskipanin í Vágs kommunu søkir eftir 2 dagrøktarum at byrja skjótast tilber. Vit vænta at tú: • Hevur hegni og áhuga at ansa børnum • Ert álítandi og hevur góð evnir til samstarv • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt • Ert tolin og vísir umsorgan fyri børnunum • Neyðugt er við góðum umstøðum at ansa børnum, soleiðis at børnini eru í tryggum karmum, bæði inni og uttandura. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.30 til kl. 17.15 og lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Arb­ eiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevara­ felag Føroya. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til dagrøktarleiðaran Irdi Bjarkhamar tlf. 374095 ella tlf. 224842. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann. 5. november 2007 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Vágs kommunu Vágsvegur 22 FO­900 Vágur Viðm. Dagrøktarar Vágs Kommuna Bókhaldsavloysari Vegna barnsburðarfarloyvi søkja vit hervið eftir av­ loysara til bókhaldið at byrja beinanvegin at arbeiða á skrivstovu felagsins á Toftum. Felagið Virksemið hjá felagnum umfatar rakstur av fiski­ skipum og annað virksemi á sjógvi og landi. Starvið Bókhaldarin kemur fyrst og fremst at taka sær av bók­ haldinum og harnæst fyrisitingarligum uppgávum. Umsóknir Skrivligar umsóknir til starvið skulu sendast til skriv­ stovu okkara: SP/F Framherji Toftagjógv 6 FO­650 Toftir og skulu vera okkum í hendi innan 1. november 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til skrivstovu okkara á tlf. 44 76 17. SP/F Framherji Starvsfólk til barnaansingina hjá Runavíkar kommunu Barnsburðaravloysari fyri leiðaran á Frítíðarstovuni á Skála Á Frítíðarstovuni á Skála ganga 15 børn, úr 1 og 2. flokki. Søkt verður eftir: Leiðara 25 tímar um vikuna at byrja 01.12.07 fram til 30.06.08. Møguleiki kann verða fyri longdari starvstíð. Leiðarin hevur ábyrgdina av at stovnurin er í støðugari menning, at starvsfólk og børn trívast og mennast. Vit leita eftir leiðara, ið er • útbúgvin námsfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving • er nýhugsandi og ígongdsetandi • hevur góð samstarvsevni • hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga • hevur telduførleika á brúkarastøði Er eingin útbúgvin pedagogur millum umsøkj­ ararnar, kann kommunan seta fólk við aðrari viðkomandi útbúgving ella hjálparfólk í starv. Vit bjóða • eitt sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • eitt mennandi umhvørvi, har tað altíð er møguleiki er at fáa ráðgeving og hjálp Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Námsfrøðingur til Dagstovnin í Skálafirði Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1.apríl 2007, á stovninum eru 2 vøggustovur normeraðar til 12 børn í hvørjari. Vit halda til í leigaðum hølum í Kelduni í Skálafirði. Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru rúmlig og ljós og liggja tætt við haga og fjøru. Søkt verður eftir: Námsfrøðingi 35 tímar um vikuna at seta sum skjótast. Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Er eingin útbúgvin pedagogur millum umsøkj­ ararnar, kann kommunan seta fólk við aðrari viðkomandi útbúgving ella hjálparfólk í tíð­ aravmarkað starv. Nærri fæst at vita um starvi við at tosa við Tóru Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252. Løn Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag Føroya. Umsókn, við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 12. november 2007, kl. 12.00 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Postboks 139 FO­600 Saltangará Runavíkar Kommuna Kunngerð Valevnislistarnir til fólkatingsvalið týsdagin 13. nov­ ember 2007 skulu vera formanninum fyri fólkatings­ valnevndini í hendi seinast fríggjadagin 2. november 2007 kl 18.00. Sagt verður frá, at sambart vallógini skal valevnislistin verða undirskrivaður av valevninum við upplýsing um fult navn, føðingardag, starv og fullan bústað. Á valevnislistanum skal eisini verða upplýst navn og bústaður á einum veljara (tlf. nr.), sum fólkatings­ valnenvdin, umframt valevni, kann venda sær til, um villa er í valevnislistanum o.a. Valevni, ið stilla upp fyri flokk (sum er umboðaður á Føroya Løgtingi), skal upplýsa hetta á valevnislista­ num. Í seinasta lagi mánadagin 5. november 2007 kl 18.00, skulu flokkarnir boða fólkatingsvalnevndini frá, hvørji valevni flokkurin góðkennir. Fráboðanin skal fyri hvørt góðkent valevni innihalda upplýsing um navn, føðingardag og fullan bústað á hesum. Valevni, sum ikki verða góðkend av viðkomandi flokki, kunnu ikki stilla upp til valið. Um góðkenning ikki fyriliggur, kann einki valevni stilla upp fyri flokkin. Valevni, ið stilla upp uttanflokka, skulu upplýsa hetta á valevnislistanum (tlf. nr.). Valevnislistin skal einsi verða undirskrivaður av stillarum (av minst 150 og hægst 200 veljaru í Føroyum) við upplýsing um navn, føðingardag, starv og fullan bústa teirra. Tórshavn 25 oktober 2007 Fólkatingsvalnevndin Fyri Føroyar Olaf á Stongunum, fm. Í Brekkuni 9 FO­110 Tórshavn Tlf. nr. 31 46 91 ella 21 46 91 Til sølu Vegna Sp/f Sisero í konkurs verða fylgjandi lutir hervið lýstir til sølu: • Siemens telda • Skermur - Sony Triniton 21” • Printari – litlaser Xerox Phaser 2135 Lutirnir verða seldir til hægstbjóðandi. Bjóðast kann uppá lutirnar samlað ella hvør sær. Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kris- toffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella skrivaran Elina Svínoy, e-mail els@jura.fo Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Aksel V. Johannesen, adv. Frúutrøð 4 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon 31 11 45 Telefax 31 15 25 jura@jura.fo www.jura.fo Advokatskrivstovan lýsingar