Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 26. oktober 2007 41 Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Hjálparfólk til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum hjálparfólki fyri hjálparfólk í barsilsfarloyvi, til barnagarðsstovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 15. november 2007. Starvstíðin er frá 15. november 2007 til 30. juni 2008. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum í Maritugøtu, Maritagøta 50, 100 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 9. november 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara, ella Nancy Hentze, varaleiðara, á telefon 30 24 00 ella 27 29 29. Pedagogur til Dagstovnin í Øksnagerði Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 33 tímar um vikuna at byrja 1. desember 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. november 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, ella Gunrid á Plógv, varaleiðara, telefon 30 22 60 ella 21 99 59. Pedagogur til Dagstovnin við Botnánna Søkt verður eftir einum pedagogi, til fyribilsstarv, at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðinum at byrja 1. desember 2007 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er fram til 31. juli 2008. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum við Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður, í hendi seinast fríggjadagin 9. november 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Siv Joensen, stovnsleiðara, telefon 22 13 23. Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Skrivstovufólk til roknskapardeildina Søkt verður eftir skrivstovufólki til roknskapardeildina at seta skjótast møguligt. Høvuðsuppgávurnar eru innlesing (skanning) og avgreiðsla av rokningum, avstemman av kreditorum og aðrar bókhaldsuppgávur. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Olsen, fíggjarleiðara, ella Tinu Johannesen, fíggjarfulltrúa, á telefon 30 20 10. Umsókn saman við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. november 2007. lýsingar