fríggjadagur 26. oktober 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 208 - 26. oktober 2007
Eitt fyribilsstarv sum stýrimaður á Sam er leyst at søkja á Strandfaraskip Landsins.
Viðkomandi skal byrja beinanvegin, og starvstíðin er fram til 20. oktobur 2008.
Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo
Fyribilsstarv sum stýrimaður
Tvey spennandi størv sum Ferðslusamskipari og Sølusamskipari eru leys at søkja á
Strandfaraskip Landsins. Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingarnar á heimasíðu
okkara www.ssl.fo
Ferðslusamskipari og Sølusamskipari
í Lampubúðini
Lampubúðin
Tel 31 73 03
Leygardagin opið
til kl. 18.00
Stórt úrval av lampum og gávulutum
fyri 1/2 prís og minni
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Hjálpari til rørslutarnaðan mann í Tórshavn
Stuðulstænastan søkir eftir einum
hjálpara frá 1. desembur, ella skjótast
gjørligt, til rørslutarnaðan mann í
Tórshavn at arbeiða 24 tímar um vikuna.
Tann, ið settur verður, fer at arbeiða
saman við øðrum hjálparum, ið arbeiða 8
tíma vaktir, dag- kvøld- og náttarvaktir, í
eini 24-tíma vaktarskipan.
Neyðugt er hjá hjálparanum at hava
koyrikort, um starvið skal røkjast best
møguligt.
Setanartreytir:
Talan er um eitt starv innan Nærverkið
við fyribils tænastustaði í Stuðuls-
tænastuni.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá Sofíu
Jespersen á tlf: 354020 ella 554027
Umsóknin skal sendast til:
studulstaenastan@studulstaenasta.fo
ella:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Argjavegi 26 – Postboks 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 15. novembur 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Endurlýsing eftir pedagogi til Bústovnin á
Eirargarði 16A-16BN
Søkt verður eftir pedagogi til setan 15.
november 2007 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin
er 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast
skal við morgun-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisarbeiði.
Á bústovninum búgva 15 menningar-
tarnað fólk, har fleiri teirra hava likamlig
brek.
Dentur verður lagdur á, at tann, ið sett/ur
verður, er likamliga væl fyri og er
áhugað/ur í at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálv-
støðugt og at samstarva við onnur,
umframt at vera før/ førur fyri at taka
ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. .
Løn- og setunartreytir:
Starvið verður sett sambært avtalu
millum Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið. Um ongin pedagogur
søkir, verður starvið sett við hjálparfólki.
Setanarøkið er Nærverkið og stovnum
undir tí við fyribils tænastu á Bústovni-
num á Eirargarði 16 A/BN.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til leiðaran á Bústovninum á
tlf. 315422 ella 315423.
Umsókn:
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Bústovnurin á Eirargarði 16 A/BN
FO-100 Tórshavn
Stílað: Leiðarin
Umsóknarfreist: 9. november 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
lýsingar