Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 10 – Klædnamótin skiftir umleið tvær ferðir árliga. Men hármótin er meiri livandi, og hann broytist allatíðina. Tí mugu frisøra helst á skeið 4 ferðir árliga, um tær skulu vera við í tí allarnýggjasta. Tað sigur Sunneva Thorsteinsson, ið er leiðari og lærari á hárfríðkanardeildini á Tekniska Skúla – umframt kostmetolog. Vit hava hitt hana til eitt prát um hármótan í vetur Lagt til rættis: Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo »Mótin er farin frá tí perfekt slættaða til tað meiri fjasuta og tjavsuta og nú verður tað so ein blanding av báðum, við bæði stuttum og síðum hári« Sunneva Thorsteinsson Sum heild haldi eg, at føroyingar tora betri at royna ymiskar frisurur nú. Serliga eru tað harrarnir, ið tora nógv betri nú enn teir gjørdu fyrr. Teir eru komnir heilt væl við. Sunneva Thorsteinsson Um ein frisør ætlar sær at vera væl við í nýggjasta mótanum, skal hon helst vera á skeið einar fýra ferðir árliga. Sunneva Thorsteinsson Sunneva Thorsteinsson er útbúgvin hárfríðkanarkvinna og kostmetolog. Hon er leiðari á hárfríðkanardeildini á Tekniska Skúla í Tórshavn, og heldur seg javnan dagførda um alt tað nýggjasta úti í heimi. – Komandi tíðina fara vit at síggja alt meiri krúllur og lív í hárinum, sigur hon Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Krúllur og lív í vetrarhárinum Tað verður minni og minni slætt og meiri og meiri krúllur. Permanentið verður inn aftur, men kanska serliga við stórum krúllum. Langt hár hevur í seinastuni kanska serliga krúllað í endunum, men nú skal spæl og lív verða í øllum hárinum. Krúllujarn er eitt mást í vetur, tí krúllur, fall og rørsla eru at síggja hjá øllum teimum førandi frisørunum. Hármótin hjá okkum stavar serliga úr London, men eisini úr Barcelona, Milano, París og New York. Vit hava verið aftanfyri, tí í langa tíð hava vit fingið mótan uttan úr heimi via Danmark, so vit vóru altíð eitt sindur seinni við tí nýggja. Men nú eru alsamt fleiri frisørar, sum fara beinleiðis til London á skeið. Harvið kemur mótin sjálvsagt eisini skjótari til Føroya, og vit kunnu hava nýggjasta mótan somu tíð, sum t.d. Danmark hevur hann. Sunneva Thorsteinsson »Tíðarskeið, ið geva íblástur eru m.a. 50’ini, 60’ini og 80’ini eins og tað hevur verið í summar. Nú í heyst eru eisini 40’ini komin afturat. Tað sæst serliga aftur við føllum í stuttum hári og bylgjum í longum hári« Sunneva Thorsteinsson Mynd: Sunva Eysturoy Lassen