Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 11 »Í Føroyum eru ov nógvar gentur, sum hava langt, einlitt hár frá botni til enda. Men tað má tað ikki vera. Tað má vera lív og spæl í hárinum, serliga tá tað er so sítt, og tí er alneyðugt at fáa fleiri litir, sum passa saman og geva spæl í hárið« Sunneva Thorsteinsson Hárið fer eisini at gerast styttri, og fleiri av modellunum og filmsstjørnunum úti í heimi hava longu latið lokkarnar falla og fingið sær stuttar frisurur. Vilja tær so aftur hava langt hár, ber altíð til at seta uppí. Stuttu frisururnar kunnu pyntast við føllum ella bylgjum frá 40’unum, sum beint nú hava sterkt comeback innan hármótan. »Hevur tú sítt hár, nýt so pengar til eitt gott produkt, ið verjir hárið ímóti hita. Hárið slítist sera illa, tá tú nýtir hárturkara, slættijarn, krúllujarn o.t., og tí er tað eitt mást at koyra okkurt siliconeprodukt í hárið, sum verjir tað, áðrenn tú stylar tað. Eisini er týdningarmikið at nýta ein góðan kur umleið tvær ferðir um vikuna –júst sum tá tú leggur masku á andlitið« Sunneva Thorsteinsson »Tað er so býtt at bíða inntil danskarar koma hendaveg at vísa okkum hvat er in úti í heimi. Heimurin er jú beint har, um vit bara vilja fara út í hann« Sunneva Thorsteinsson Hárliturin í vetur verður alt uttan violettur og einslittur. Lilla er í klæðunum, men einki sum er í familju við lilla má sleppa nærhendis hárinum. Og at hava alt hárið sama lit er hjá konufólkunum strangliga bannað. Men man fer heldur ikki at síggja nógv til hesar heilt fínu strípurnar longur. Nú verða tað meiri sjónlig refleks og partí- liting at síggja. Og tað skulu vera litir, ið hóska saman, ikki hesar stóru kontrastirnar, sum gera hárið til ein gonguteig. Føroyskar frisørar hava ótrúliga gott umdømi úti í heimi, og vit eru kend fyri altíð at fáa arbeiði, og at vera eftirspurd. Tað er t.d. komið fyri, at lærlingar verða niðurringdir av meistarum í Danmark, sum bert vilja hava føroyskar gentur í læru. Nakrir lærlingar eru tí, sum læra í Danmark, men ganga í skúla í Føroyum. Sunneva Thorsteinsson Hyggur tú í mótabløð, sært tú ofta, at allar modellirnar, frá ymsu stóru merkjunum, hava júst tað sama hársnið. Og tað eru ikki frisurur, tú skalt ganga eftir, um tú vilt vita, hvat er smart innan frisørverðina. Av tí, at mótahúsini serliga seta fokus á klæðini, verður sjálvsagt minni gjørt burtur úr hárinum. Sunneva Thorsteinsson Tá vit eru á skeið, eru hársniðini altíð ógvuliga yvirdrivin. Men tað er við vilja, tí um tey bert gera moderatar frisurur, sum minna um tað, sum vit longu gera, so flyta vit okkum slett ikki. Um vit skulu flyta okkum eitt lítið sindur, mugu skeiðshaldararnir gera nógv av við bombastiskum hársniðum. Sunneva Thorsteinsson Mannfólkini hava nú eisini gradueraðan nakka. Tað verður stutt innanundir tí langa, so tað vera pen grafisk klipp. Ikki hetta pjuskuta, sum leingi hevur verið. Teir fara at verða kliptir í veruligar frisurur, og hanakamburin er nú bann- lýstur!! Mannfólk kunnu nú eisini saktans lita sær hárið. Tað gevur ofta meiri djúpd og glans, um ein vøkur liting verður løgd í hárið eisini, tað kann vera við til at undirstrika klipp- ingina. Men ljósu strípurnar omaná, sum vit sóu í 90’unum, og sum summir føroyskir menn framvegis halda vera smartar, eru avgjørt ikki loyvdar longur. Hjá monnunum skal tað vera ein litur – og bara ein. Pagan er framvegis inn, men nú verður hon klipt nakað øðrvísi. Pagan skal graduerast, hava okkurt stutt partí og eitt miks av longum endum. Frunturin verður eisini alsamt meir at síggja komandi tíðina. Hann verður kliptur beint av, og skal ikki vera ov tungur. Hann skal tó hava nakað av fyllu, og haldast væl!! Eisini eru alsamt fleiri at síggja við sonevndu “snýti-frisurunum”, har hárið er klipt stutt øðrumegin og longri hinumegin. Tá er møguleiki fyri at lata tað stutta síggjast ella at leggja tað langa omanyvir, so tað ikki sæst, at hárið er stutt innanundir. Faktiskt tvey hársnið í einari klipping Myndir: Sunva Eysturoy Lassen »Hármóti skiftir alla tíðina, men tað mest týdningarmikla er, at tað er klæðiligt. Nú er tað eisini ein partur av skúlagongdini hjá frisørnæm­ ingum at læra, hvat klæðir ymsu andlitsskapunum. Eisini læra tær at hugsa um hvussu oyrini eru, hvussu húðarliturin er og hvussu bygningurin annars er. Treytin fyri at ein frisura verður pen er, at hon hóskar til fólkið« Sunneva Thorsteinsson Mynd: Sunva Eysturoy Lassen