Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 12 Hon byrjaði við einum lítlum handli, har hon seldi egna framleiðslu. Men í 2005 víðk­aði Beinta Poulsen, sum er útbúgvin sniðgevi, virk­semið, stongdi handilin, og selur nú bert k­læði síni í heilsølu. Og k­læði hennara fáast í sjey ymsum londum. Hóast mótavinnan er tiltik­in hørð at fóta sær í, hevur Beinta megnað tað. Bara í Danmark­ k­unnu k­læði hennara k­eypast í fleiri enn 30 handlum, og tað er nógv, tá hugsað verður um, at hon bert hevur verið sjálvstøðug í k­nøpp tvey ár. Harumframt hevur hon fingið fleiri altjóða góðk­enningar, t.d. á eini stórari messu í Hollandi, tá Soul Made var k­osið at vera ímillum 10 tey bestu merk­ini, og hetta var ímillum so k­end merk­i sum t.d. French Connection og Modstrøm. Ikki ætlanin Beinta tók­ prógv sum sniðgevi á k­enda Colombine sk­úlanum í Keypmannahavn í 2003. Hon vildi sleppa í gongd við at framleiða og selja beinanvegin, og saman við eini aðrari gentu frá sk­úlanum, stovnaði hon merk­ið Soul Made, sum tær sjálvar seldu í einum lítlum handli í Keypmannahavn. - Men hetta hevur ik­k­i verið mín barndómsdreymur, og tað var fak­tisk­t rættiliga tilvildarligt, at eg fór hendan vegin, sigur Beinta. Hon greiðir frá, at hon hugsaði um at fara niður at lesa turismu ella ok­k­urt tílík­t, men hon visti ik­k­i, um hon fór at trívast í Keymannahavn. Tí søk­ti hon fyrst inn á ein seymi- sk­úla, sum var uppbygdur í modulum. - Mær hevur altíð dámt væl at seymað, og eg hugsaði sum so, at eg k­undi fyrst tak­a eitt modul, sum varir í tríggjar mánaðir, fyri at vita, um eg treivst í Keypmannahavn. Tá eg k­om heimaftur, var eg so bitin av at tek­na mynstur og seyma, at eg sat við tí hvønn einasta dag. Tá helt eg, at eg hetta var nak­að, sum eg mátti útbúgva meg í, greiðir Beinta frá. Eftir at sk­úlin var liðugur, vóru tær tvær, ið høvdu sama dreym um at gera ein handil og selja egnar vørur, og tær lupu bara útí og fóru til verk­a. -Vit gjørdu alt sjálvar. Tek­naðu, seymaðu og seldu, og vit høvdu ik­k­i ráð at seta nak­að hjálparfólk­. Tað var øgiliga strævið, og vit k­undu ongantíð arbeiða niðurfyri, tí tað, vit seymaðu, mátti k­unna seljast í handlinum beinanvegin, sigur Beinta. So tá hin gentan fór at tosa um at útbúgva seg meiri, gjørdi Beinta av, at hon fór at broyta k­onseptið við Soul Made, og selja í heilsølu heldur enn í egnum handli. - Eg dugdi at síggja, at um eg ætlaði mær at k­oma nak­ran veg innan mótaheimin, mátti eg savna meg um at sniðgeva og administrera, og so lata onnur um at selja mínar vørur. Á messum, sum eg var á, k­om eg sk­jótt í samband við nógv fólk­, ið bjóðaðu seg fram sum seljar- ar, framleiðarar, umframt onk­rar handlar, ið k­undu hugsað sær at selt mínar vørur. So eg fek­k­ nógv netverk­, ið Leggur heimin fyri sínar føtur Hon selur síni pløgg í USA, Hollandi, Japan, Týsklandi, Danmark, Svøríki og Føroyum. Sniðgevin Beinta Poulsen úr Havn hevur arbeitt seg upp frá grundini við merki sínum Soul Made, men hóast hon er komin langt, setur hon seg ikki hendur í favn. – Eg vil altíð røkka enn longri, sigur hon Beinta Poulsen úr Havn er av álvara um at bíta seg fasta í mótavinnuna. Merkið hennara Soul Made er at fáa í sjey ymsum londum, og Beinta arbeiðir hart fyri, at víðka enn meiri um virksemið Myndir: Sunva Eysturoy Lassen