fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Tú hevur møguliga
sæð Soul Made
klæðir hjá Beintu
Poulsen uttan at
varnast tað, tí:
• Danski verturin
á MTVnews,
Pernille, var ofta
í klæðum frá Soul
Made, tá hon var á
skíggjanum.
• Kenda danska
pop sangarinnan
Saseline hevur eisini
nýtt klæðir frá Soul
Made, tá hon hevur
verið á skíggjanum
við hennara sending
um hús og bústaðir.
• Høvuðsleikarin
í vælumtóktu
donsku røðini um
løgreglukvinnuna
Onnu Pihl, sum vit
hava sæð í Svf,
hevur eisini verið í
klæðum frá Beintu.
• Røðin “Klovn”, sum
Svf júst er farið at
senda, hevur tvær
ferðir nýtt klæðir frá
Soul Made.
• Nýggja røðin, sum
skjótt verður send
á Tv3, nevnd “Maj
og Charlie”, hevur
eisini gjørt eina
avtalu við Beintu
um at læna klæðir
frá Soul Made.
• Seinni í ár verður
danski filmurin
“Det som ingen
ved” útgivin, og
har hava fólkini
handan búnarnar
eisini verið og hugt
at kollektiónini
hjá Beintu og lænt
onkur pløgg til
høvuðsleikaran
Marie Bonnevie.
• Støðugt eru klæðini
hjá Beintu at
síggja í donskum
bløðum, og bara
í oktober hevur
Soul Made verið
at sæð í Femina,
In magazine og
Gravid.
gjørdu tað møguligt hjá mær
at satsa 100% uppá Soul
Made, greiðir Beinta frá.
Framleiðir uttanlands
Beinta umskipaði handilin og
legði mestsum alla framleiðslu
í hendurnar á øðrum.
- Eg havi valt at framleiða
øll pløggini uttanlands, bæði
tí tað er bíligari og betri. Eftir
at hava gjørt nakrar feilir,
kom eg í samband við góðar
framleiðarar, og nú verður
alt seymað í Italia, India,
Litavia og Kina. Onkur av
framleiðarunum hjá mær ger
eisini vørur fyri kend merki
sum Malene Birger og Ivan
Grunddahl, so tey eru von við
høg góðskukrøv, greiðir Beinta
frá.
Tað, sum hon nú í høvuðs-
heitum tekur sær av, er serliga
pappírsarbeiði og fyrisiting.
Harumframt teknar hon
mynstrini, sum skulu seymast
uttanlands. Royndarseymingar
verða so sendar aftur og
fram ímillum framleiðaran og
Beintu, inntil hon er 100%
nøgd við pløggini.
Hon lýsir sín stíl sum feminin-
an, elegantan, uttan at vera
ov pyntudukkusligan.
- Klæðini hjá mær skulu
hava góðan kvinnuligan pass-
form, so tað er altavgerandi,
at tey sita væl. Tí verða tey
ofta send aftur og fram fleiri
ferðir, áðrenn eg eri nøgd,
greiðir Beinta frá.
Er eitt ár frammanfyri
Spurd hvaðani íblásturin
kemur, svarar Beinta, at størsti
íblásturin kemur úr Føroyum.
- Eg geri nógv bundin
pløgg, og til tað nýti eg ofta
føroysk bindingarmynstur.
Men eg fái eisini íblástur úr
stórbýnum, á gøtuni, ella
tá eg eri úti og ferðist. Og
eftirsum eg jú allatíðina
arbeiði við kollektiónini,
sum skal koma næsta ár,
brúki eg eisini sonevndu
“trendgranskararnar” nógv.
Tað eru fólk, sum granska,
hvørji næstu rákini fara at
vera, greiðir Beinta frá.
Síðani 2005 hevur Beinta
arbeitt við kollektiónum, sum
hon selur í ymsum handl-
um kring heimin. Størstu
sýnisgluggarnir hjá henni
eru stóru mótamessurnar,
sum eru tvær ferðir um árið.
Messan fyri vár/summar
er longu í august árið fyri,
men tíðarfreistin fyri at
melda seg til ta messuna og
senda katalog við nýggjastu
summarframleiðslunum er
longu í januar. So hóast vit
nú skriva oktober, og flestu
okkara hugsa um vetrarklæðir,
arbeiðir Beinta av øllum
alvi við at framleiða vár-og
summarkollektiónina, og
samstundis við at sniðgeva
heyst/vetur kollektiónina til
komandi ár.
- Hetta er eitt ógvuliga
tíðarávirkað starv. Tvær ferðir
um árið havi eg ótrúliga nógv
at gera, meðan tað so er eitt
sindur minni stressandi restina
av tíðini. Men tá fái eg so
gjørt alt tað, sum eg annars
ikki nái, greiðir Beinta frá.
Hon skoytir uppí, at hon til
komandi vetur ætlar sær at
fara undir eina jólakollektión
eisini, og tað merkir enn
fleiri tíðarfreistir og enn meiri
arbeiði.
Vil røkka longur
Tá eg spyrji Beintu, um hon
er nøgd, nú hon er komin
so langt innan mótavinnuna,
sum sigst vera ein ógvuliga
hørð vinna, svarar Beinta ikki
beinanvegin.
- Eg haldi, at hetta er eitt
stig á leiðini. Eg eri ótrúliga
glað fyri, at tað hevur gingið
mær so væl higartil, tí tað eru
jú bert knøpp tvey ár, síðani
eg byrjaði fyri meg sjálva.
Men eg eri framvegis ikki
heilt nøgd. Eg vil, at Soul
Made skal vera eitt betri kent
merki um allan heim, og at
tað skal geva størri avkast.
Eg eri framvegis á einum
byrjunarstigi í so máta, tí
peningurin, sum eg vinni, má
nýtast til at lata fleiri dyr upp,
og eg verði enn noydd at
ofra mína løn viðhvørt, greiðir
Beinta frá.
- Hóast eg eri útbúgvin
sniðgevi, og eg arbeiði við
mínum egna merki, so er
tað lítil og eingin seyming í
mínum arbeiðsdegi. Ìstaðin
snýr tað seg í stóran mun um
marknaðarføring, forrætning
og handilsstrategi, og
tað haldi eg vera ótrúliga
spennandi, sigur Beinta.
Hon heldur fram og sigur, at
hóast hon nærum einki seymar
sjálv, so er hon ómetaliga
glað um, at hon hevur so
góðan førleika í seyming.
- Tá fyrstu royndarseyming-
arnar verða sendar heim til
mín, gangi eg gjølla ígjøg-
num øll pløggini, og eg
kann siga júst, hvar innsnitt
skulu gerast, ella hvussu eg
kann fáa plaggið at sita
betri. Eg havi onkuntíð havt
praktikantar, sum hava gingið
í meiri komersiellum skúlum.
Fleiri teirra hava ikki havt
góðan kunnleika í seyming,
og hava tí ikki dugað so væl
at gjørt rættingar í royndar-
seymingunum, staðfestir
Beinta.
Men hóast hon ikki seymar
sjálv, hevur hon tó eina
arbeiðsviku, sum er umleið
60 tímar, og hóast hon longu
hevur trý fólk í starvi, sigur
hon, at hon saktans kundi havt
fleiri.
-Vit hava so nógv at gera,
at eg vænti, at innan eitt ár
havi eg sett tvey fólk afturat.
Dreymurin er, at Soul Made
er so mikið sterkt um 5 ár,
at eg kann flyta heimaftur til
Føroya og arbeiða haðani.
Men til ta tíð má eg vera her
í Keypmannahavn og ansa
væl eftir teimum netverkum, eg
havi, meðan eg alsamt royni
at arbeiða meg enn longur
upp, sigur Beinta Poulsen at
enda.
Tekstur: Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Navn: Beinta Poulsen
Aldur: 30 ár
Bústaður: Amager í Keypmannahavn
Útbúgving: Sniðgevi
Starv: Sjálvstøðug vinnurekandi við
merkinum Soul Made, sum varð
stovnað saman við eini vinkonu í
2003, men sum Beinta yvirtók og
umskipaði í 2005
Heimasíða: www.soulmade.nu
F
A
K
T
A