Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 14 – Klæðir hava ikki bert til endamáls at verja ímóti kulda. Fyri summi er hetta ein samskiftis­ háttur, og klædnaval og stílur kann tí siga nakað um teg, antin tað er tilvitað ella ótilvitað, sigur Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur Tað er ymiskt hvat fólk leggja í klæði og at vera í nýggjasta móta. Fyri summi er tað líka mikið, meðan tað fyri onnur hevur nógv at siga. Vit hava hitt Súsannu Olafs­ dóttir Skaale, sálarfrøðing, til eitt prát um týdningin av klæðum og móta. – Eg havi ikki savnað mær servitan innan júst hetta økið og kann ikki tosa út frá granskingarúrslitum. Men tað er greitt, at mótin hevur nógv at siga fyri summi, og at júst hetta hevur stóran týdning fyri klædnafyritøkur, sigur Súsanna. Hon sigur, at menniskju samskifta á ymsar hættir, og at klæðir og útsjónd kunnu nýtast sum samskiftisháttur fyri summi. – Klæðir og útsjónd eru eitt slag av samskiftismiðli. Óansæð um tað er tilvitað ella ikki, so senda klæðini, tú ert í, nøkur boð um tíni virði til umheimin, sigur Súsanna. Hon sigur, at summi nýta klæði til at vísa, at tey hoyra til ein ávísan samfelagsbólk, meðan onnur vilja vísa, at tey hava ráð til dýr merki. Nøkur eru eisini, sum ongan týdning leggja í klæðini, og tað er so tann boðskapin, tey senda, greiðir Súsanna frá. – Tað er ikki av tilvild, at Høgni Hoydal er í morreyðum koti í Fólkatinginum, ella at Tórun Ellingsgaard var í einum jakkasetti, tá hon interview’aði Bill Clinton. Tað er áhugavert, at tá kvinnur stíga inn í ein leiklut, sum menn oftast eru í, lata tær seg mangan í jakka­ sett – ein búni, ið verður settur í samband við menn, sigur Súsanna. Hon tekur samanum, og sigur, at klæðini kunnu hjálpa okkum at skapa ein samleika, sum er lættur hjá umheiminum at avlesa, og sum fær fólk at síggja okkum á ein ávísan hátt. Munur á kynunum? Spurd, um mótin ávirkar kvinnur meiri enn menn, svarar Súsanna, at tað eru ástøði innan sálarfrøðina, ið siga, at kynsrollurnar, vit kenna, bert eru ávirkan frá uppalingini. Hugsanin er, at tá vit verða fødd, er eingin munur á konu­ og mannfólki, men vit verða lærd, hvørjar kynsrollurnar eru. – Hetta ástøðið sigur, at tú ikki kann generalisera mann­ fólk og konufólk, líka so lítið, sum tú kann siga, hvussu smá fólk eru í mun til stór fólk, greiðir Súsanna frá. Hon sigur, at tað jú bæði finnast mannfólk og konufólk, ið tíma at pynta seg, eins og tað finnast fólk av báðum kynum, ið einki leggja í móta. – So tað veldst meiri um persónligheit enn um kyn, stað­ festir hon. Hon vísir tó á, at tað nærum altíð hava verið konufólkini, ið hava pyntað seg meiri enn menninir. – Men rákið við metrosexu­ ellum monnum vindur alsamt meir uppá seg, so tað eru broytingar at síggja. Metro­ sexuellu menninir ganga sera høgt uppí móta og útsjónd, og broytingin er hend í hesum ættarliðnum. Teir eru minst líka tilvitaðir, sum mótaglaðu konufólkini, og tað tykist tí, sum kynsrollurnar ikki eru so markantar, sum tær hava verið, staðfestir Súsanna Spurd, um tað, at pynta seg, er eitt menniskjansligt ella eitt vesturlendskt fyri­ brigdi, svarar hon, at tað er eitt grundleggjandi menn­ iskjansligt fyribrigdi. – Í øllum mentanum pynta fólk seg – bæði kvinnur og menn. Sonevnd náttúrufólk í t.d. Amerika, Afrika ella Grønlandi gjørdu ikki minni við hetta, enn vit gera í dag. Tey nýttu kanska enntá meira orku til tað, enn vit gera. So vit kunnu siga, at tað at pynta seg, er ein menniskjansligur tørvur, greiðir Súsanna frá. Hon sigur víðari, at tær stóru móta­ og kosmetikkfyritøkurnar nú eru farnar at vinna pening úr hesum tørvi. – Tað liggja sterkar marknað­ arkreftir aftanfyri mótan og tey ymsu mótarákini. Men tað eru hvørki Levis, Nike ella Lancome, sum hava skapt ynski hjá fólki um at pynta seg. Fyritøkurnar duga bara at vinna pening úr einum tørvi, sum er har frammanundan. Einum grundleggjandi menn­ iskjanligum tørvi, staðfestir Súsanna at enda. Tekstur: Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Boðskapir í klæðunum Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur, sigur, at fólk altíð hava havt eina trongd til at pynta seg, og at tað er ein grundleggjandi menniskjansligur tørvur. Mynd: Sunva Eysturoy Lassen