Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 ÓLAVUR Í BEITI Gamli bygningurin í Sør- vági, sum fyrsta flakavirkið í landinum húsaðist í, er nú rættiliga settur í stand innan. Tað er Sørvágs Laks, sum hevur sett bygningin í stand, og stendur hann eisini øll hugsandi krøv, sum nú eru, tá ið farast skal undir fram- leiðslu ella virkan. Talan er um kryvjivirkið hjá Sørvágs Laks, sum hevur verið royndarkoyrt nú í nakrar dagar og sambært stjóra- num, Gardari Joensen, so er talan um eitt virkið á rætti- liga høgum støði. – Skipanin er at líkna við tað somu »flow« skipan, sum verður brúkt á summ- um flakavirkjum, og vit meta at kunna taka eini 30 tons um dagin, sigur stjórin í Sørvágs Laks. Laksurin verður kruvdur, ísaður og pakkaður, og eftir hesi nýggju skipanini verð- ur nógv gjørt við at køla fiskin sum mest. – Og annar fyrimunur er so eisini við hesi skipan, at nú verður laksurin ongantíð lyftur frá ringi til trailara, sigur Gardar Joensen. Í góð- um samstarvi millum ís- lendsku fyritøkuna Marel, Nomatek og Petersen & Guttesen er eydnast at fáa hetta virkið so nútímans sum hugsandi er í dag, legg- ur stjórin aftrat. Fleiri milliónir Spurdur, hvussu stóra íløgu talan er um hjá Sørvágs Laks, sigur Gardar Joensen at talan er um nakrar milli- ónur krónur, men hetta hev- ur verið ein sera neyðug í- løga, tí tað gamla var ikki tíðarhóskandi. Í løtuni verður nýggja kryvjivirkið hjá Sørvágs Laks rættiliga royndarkoyrt, tí tikin verða eini 4-500 tons júst nú sum kemur at geva teimum 16 arbeiðsfólku- num á virkinum støðugt ar- beiði líka út í mars í ár. So verður støðgur aftur einar 2 mánaðar til tikið verður av nýggjum, men stjórin metir, at arbeitt verður á virkinum 6-8 mánaðar av árinum. Sørvágs Laks hevur ikki egið sølufelag, men selur, har mest er at fáa fyri fiskin, og sum skilst er písurin ein- ar 29-30 krónur kilo í løtuni. Kryvjivirkið hjá Sør- vágs Laks tikið í brúk Eini 16 fólk fara at arbeiða á snotuliga og nútímans kryvjivirkinum hjá Sør- vágs Laks í Sørvági einar 6-8 mánaðar av árinum. Sørvágs Laks er farið at taka eini 400 tons nú og laksurin verður ikki lyftur frá aliringi til marknað Gardar Joensen, stjóri, uttan fyri kryvivirkið, Sørvágs Laks Mynd: Jens Kristian Vang Inni á kryvjivirkinum eftir royndarkoyringina í síðstu viku Mynd: Jens Kristian Vang »Eksportutvalget for fisk« í Noregi ætlar at læra for- eldur at matgera fisk til børn. Eksportutvalget hevur givið bøkur út við uppskriftum og setir verk- ætlanir í verk í skúlunum, soleiðis at foreldur og børn fáa hugskot til nýggjar og spennandi fiskarættir. Endamálið við verkætl- anini er, at foreldur ikki skulu noyða børnini at eta fisk, tí fiskur er heilsugóð- ur. Dentur verður lagdur á, at børnini sjálvi skulu ynskja sær fisk til døg- urða, tí teimum dámar fisk. Orsøkin til átakið er, at matvanar yvirhøvur eru broyttir nógv síðan for- eldrini vóru børn. Nýggir rættir m.a. pitsa og pasta, hava tikið pláss frá meira traditionellum fiskamati. Kanningar vísa, at børn í nógvum førum siga, at teimum dáma ikki fisk. Royndirnar frá verkætlan- ini vísa, at børnum dáma væl fisk um tey fáa loyvi at vera við í matgerðini og avgera hvussu fiskurin verður tilgjørdur. »Eks- portutvalget« vil tí geva foreldrum hugskot til at nýta fisk í nýggju mat- mentanini. »Eksportutvalget« sam- arbeiðir eisini við skúla- verkið um at brúka nýggju fiskarættirnar í frálæruni í heimkunn- leika. Eitt hefti er útgivið við uppskriftum til fiska- burgara, fiskapitsa o.l. fiskarættum og úrslit frá kanningum vísa, at børn- unum dámar væl hesar nýggju fiskarættirnar, skrivar Vinnuhúsið í tíð- indaskrivi. Børnum dáma væl fisk til døgurða Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Caragata og vinnulívsorðaskifti Caragata álitið hevur ikki álit á norðurlendska vælferðarsamfelagnum. Finnbogi Arge er end- urgivin fyri at hava sagt, at Caragata álitið vísir á ymsar leiðir. Her mugu vit beinanvegin rætta FA. Her er ikki talan um fleiri leiðir, her er bert talan um ta nýliberalistisku leiðina, ið Bretland og New Zealand hava fylgt við tí úrsliti at bú- skaparligur framburður hjá nøkrum ger, at onnur gerast fátækrastatt. Tað verður mangan ført fram, at hesi lond hava eitt sosialt trygdarnet eins og Norðurlond. Tað kann væl verða, men har má man so siga, at meskavíddin er betýðiligt størri í tí New Zea- landska og bretska trygdarnetinum, tí har eru fólk, ið fella ígjøgnum. Skattaprocentið í Føroyum er ov høgt verður sagt í Caragata álitinum. Fyrst og fremst er at siga, at Caragata álitið fer í so lætt um hvørja ávirkan ymisk sløg av skatti hava á samfelagið. Tað er munur á hvussu MVG og t.d. partafel- agsskattur ávirka samfelagsbúskapin - hettar kundi ein og hvør búskaparfrøðingur fortalt landsstýrinum uttan júst Caragata rithøvundarnir eftir øllum at døma. At Caragata álitið kemur við einum sokallaðum optimalum skattasatsi fyri Føroyar eftir at hava kannað samfelagið í stutta tíð virkar eitt sindur lættkeypt, serliga tá hugsað verður um, at onkur av rithøvundunum hava roknað ein líknandi optimalan skattasats fyri USA sum var lægri enn núverandi skattasatsur í USA, ið als ikki ber einum vælferðarsamfelagi. Uppskriftin hjá Caragata er, at lægri skattur gevur búskaparvøkstur. Samanhangurin er ikki eintýðugt ávístur — heldur ikki í New Zealandi, har Caragata eksperimentið er komið longst. Um hesin samanhangur var ávístur, so stóð álitið eitt sindur sterkari. Óansæð hvussu væl álitið er skrúvað saman fakliga, so er diskussi- ónin ikki bert hvussu fakliga undirbygt álitið er og hvønn prosentvøkstur vit vilja hava í búskap- inum. Spurningurin er hvussu okkara samfelag skal síggja út. Er hægst møguligi búskparvøkstur í bruttotjóðarúrtøku eitt mál í sær sjálvum. Her eigur svarið at vera nei, um hettar bert kann náast við at økja um ójavnan í samfelagnum. At man so tosar um útlicitering av smáarbeiðum er neyvan nakað stórmál. Landið útliciteraði arbeiði longu í 1973. Vælferðarsamfelagið er ikki ein sjálvfylgja. Pen- sionistarnir og tey veiku í samfelagnum hava tað ikki ov gott sum er, og vit vita sum er, at verður okkara samfelag innrættað sum Bret- land og New Zealand, so verða tað tey veiku, sjúku og illa útbúnu í samfelagnum sum koma at sita við sviðið soð. Minstulønin í Bretlandi er umleið 40 krónur um tíman. Tað er gott, at man nú fer at diskutera Caragata álitið, tí eitt nú Fólkaflokkurin tekur undir við nógvum av innihaldinum, men tá tað kemur til fiskivinnuna, so bakka teir. Spurningurin er, um tað ber til at sortera í hesum. Kanska er tað ein ja ella nei spurinngur, tí liberalisering er so løgin, at tað er sum ein hummararúsa. Er man fyrst komin inn, so ber bert til at sleppa longur inn. Út vendst eftir øllum at døma ikki aftur. Hetta var ikki ætlanin Hesa seinastu tíðina hevur eitt sindur av kjaki tikið seg upp um eina samrøðu, sum Sosialurin hevði við meg fríggjadagin 4. februar und- ir yvirskriftini »Hergeir sveik Suðuroynna«. Samrøðan var ein við- merking til atkvøðugreiðsl- una á Føroya Løgtingi beint frammanundan, tá ið uppskotið um at leggja olju- vinnuhavn í Suðuroynni varð felt. Fyrst má eg biðja um um- bering fyri, at eg geri so seint vart við meg. Men or- søkin er, at beint aftan á at samrøðan kom í blaðið, varð eg innalagdur á sjúkr- ahús, har eg bæði varð við- gjørdur við sterkum, pínu- doyvandi heilivági og øðr- um heilivági, sum hevur ført við sær, at tað, sum er farið fram teir 13 dagarnar, eg varð innlagdur, stendur rættiliga kámt fyri mær, og nógv av tí havi eg als onga hóming av. Tí kemur hendan við- merkingin ikki fyrrenn nú. Lat meg fyrst gera greitt, at hóast eg eri næstformaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, var tað ikki sum slíkur, at eg úttalaði meg til Sosialin. Lat meg síðani sláa fast, at samrøðan varð gjørd beint aftan á, at uppskotið um oljuvinnuhavn í Suður- oynni varð felt, og tí ímeðan vónbrotið enn var rættiliga stórt. Tí eri eg harmur um, at eg úttalaði meg so ber- søgið, og eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at varð samrøðan gjørd eitt sindur seinni, hevði eg havt vandað mær betri um orðini, og so hevði orðaljóðið eisini verið øðrvísi. Av tí at eitt bræv, sum Hergeir Nielsen hevur sent oljuvinnuráðnum um støðu Tjóðveldisfloksins í spurn- inginum um oljuhavn í Suð- uroy varð prentað í Sosiali- num saman við samrøðuni við meg, hava mong fingið ta fatan, at tað eri eg, sum havi latið blaðnum brævið. Lat meg tí gera púra greitt, at Sosialurin hevur ikki fingið umrødda bræv frá mær. Eins og Suðuroyar Oljuvinnuráð fyrr hevur gjørt greitt, er tað eisini mín áskoðan, at talan var um eitt bræv til Oljuivinnuráðið, sum ikki eigur at verða al- mannakunngjørt, og hetta vóni eg ikki verður lagið í framtíðini. Eftir greinina varð sam- band millum Hergeir Niel- sen og meg, har eg harmað- ist orðaljóðið í greinini. Hergeir Nielsen var eisini rættiliga harmur um, at um- rødda bræv, sum hann hevði sent Suðuroyar Oljuvinnu- ráð, var endað í Sosialinum, og av tí at eg varð innlagdur á sjúkrahús, skuldi hann orða eitt lesarabræv fyri meg, har eg avsannaði, at eg hevði latið blaðnum brævið. Tað, sum kom burturúr, er ein »Rættleiðing og treyta- leys umbering til Hergeir Nielsen«, sum stóð í Dimm- alætting mikudagin 9. febr- uar. Eg má viðganga, at tað var ikki hetta, eg hevði meint við, tá ið eg bað løg- tingsmannin hjálpa mær við eini rættleiðing. Tó má eg eisini viðganga, at eg minn- ist ikki, at Hergeir Nielsen hevur ringt til mín á sjúkra- húsið og lisið rættleiðingina upp fyri mær í sínum fulla orðaljóði. Men eg skal eisini leggja afturat, at sigur hann, at hann hevur gjørt tað, fari eg heldur ikki at vísa tí aftur, tí havandi støðu mína í huga, kann tað væl vera hent, uttan at eg minnist tað. Tá ið blaðstjórin á Dimm- alætting sigur, at hon hevur ringt á sjúkrahúsið og lisið greinina fyri mær, og at eg skal hava góðkent hana alla, sum hon er, uttan eitt reglubrot, fari eg sjálvandi at trúgva henni. Men tíverri minnist eg onki til tað. At politikkur var drigin upp í málið um oljuvinnu- havn harmar ongan meiri enn meg sjálvan, tí tað hev- ur málið ikki uppiborið. Sum lesarin nú kanska hev- ur skilt, vóru tað tær sera óhepnu umstøðurnar, sum gjørdu, at málið kom soleið- is fram, sum tað kom. Og tað var als ikki ætlanin, tí yvirhøvur má eg siga, at vit í Suðuroyar Oljuvinnuráð hava havt eitt gott samstarv við Hergeir Nielsen, eins og við hinar tríggjar løgtings- menninar fyri Suðuroynna og við aðrar løgtingsmenn við. Hesar viðmerkingar eru skrivaðar í vónini um, at hetta málið, ið umstøðurnar gjørdu, kom so stak tvørt fyri, ikki fer at nerva sam- starvið í Oljuvinnuráðnum og ímillum Oljuvinnuráðið og politikararnar og annars øll, ráðið samskiftir við. Vónandi er tað síðsta orð- ið sagt í hesum máli, tí nú ræður um at hyggja fram eftir. Vinarliga Hvalba 21.02.2000 Rógvi Thomsen Rógvi Thomsen sigur, at Hergeir Nielsen hevur skrivað brævið, sum stóð í Dimma- lætting 9. februar. Avtalað var, at Hergeir bert skuldi skriva, at Rógvi Thomsen ikki hevði latið Sosialinum brævið, sum Hergeir Nielsen sendi Suðuroyar Oljuvinnuráð Týsdagin 22. februar, halda skótar kring allan heimin hugsanardag til minnis um stovnara skótanna Robert Baden-Powell og konu hansara Olave Baden-Pow- ell, ið bæði høvdu føðing- ardag 22. februar. Í ár eru 143 ár síðan Bad- en-Powell varð borðin í heim og 93 ár síðan skóta- rørslan sá dagsins ljós. Hugsanardagurin 22. februar verður nevndur hugsanardagur. Dagurin verður hildin av skótum kring allan heimin sum ein altjóða skótadagur, og verð- ur á enskum nevndur "Thinking Day" ella "Wo– rld Friendship Day". Ymiskt er hvussu dagurin verður kring um heimin, men felags er, at skótarnir hugsa um skótasystrar og - brøður kring allan heimin. Hugsanardagin savnast skótar í Føroyum til guds- tænastu - at minnast stovn- aran: Lord Baden-Powell og konu hansara, Lady Bad- en-Powell, ið bæði fyltu henda dag, - at minna hvønn annan á skótalógina, og at ein sum skóti er við í heimsins størstu barna- og ungdóms- Hugsanardagur - ein altjóða skótadagur rørslu, við 25 milliónum skótum í fleiri enn 160 londum, - at skótar í øllum heimi- num eru vinir, hvør so er átrúnaðurin, húðaliturin ella mentanin. Skótagudstænastur 22. februar Í Føroyum verður hugsan- ardagurin hildin við skóta- guðstænastum kring landið, har talvan gongur fyri Skót- ahjálpina. - í Havnar kirkju kl. 19.00 - í Kvívíkar kirkja kl. 18.30 - í Sørvágs kirkju kl. 20.00 - í Leirvíkar kirkja kl. 19.00 - í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20.00