týsdagur 22. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
Eftir Duritu Brattaberg
Høgni Mohr týddi úr
donskum/norskum
Eingin umhvørvisligur
heildarpolitikkur
Meðan onnur lond, sum
Føroyar vanliga samanbera
seg við, leggja umhvørvis-
politiskar ætlanir fyri kom-
andi øld, hevur verið trupult
at staðfest, hvønn umhvørv-
ispolitikk Føroyar hava.
Umhvørvið tykist vera eitt
ikki-evni, bæði hjá komm-
unu- og landspolitikarum;
beint áðrenn val og gerand-
isdagar annars. Soleiðis er,
hóast flestu floksstevnu-
skráir í byrjanini vilja vera
við, at flokkarnir hava til
endamáls at umsita náttúru-
tilfeingið á skynsaman hátt.
Nøkur av teimum fáu
skjølunum, ið seta um-
hvørvisspurningar á dags-
skránna, eru galdandi um-
hvørvislóg og kunngerðir
við heimild í umhvørvislóg-
ini frá 1988. Og meðan lóg-
in í flestu førum verður
handhevjað við krøvum
mótvegis tí almenna, priv-
atum ella vinnulívi, verður
at kalla onki gjørt til tess at
upplýsa borgarar landsins
um, hvussu teir á einfaldan
hátt skulu bera seg um-
hvørvisliga rætt at.
Undanfarnu landsstýris-
fólkini við umhvørvismál-
um hava tíverri ikki gjørt
stórvegis vart við seg í um-
hvørvishøpi seinastu árini –
kanska tí landsstýrisfólkini,
ið verða vald tá ið sam-
gonga verður skipað, býta
ymisku málsøkini sínamill-
um. Og tá kann meira enn
so koma fyri, at onkur verð-
ur landstýrismaður við um-
hvørvis-, kommunu- og
kenslumálum, ídnaðar- og
landbúnaðarmálum
ella
olju- og umhvørvismálum.
Og tí landsstýrismaðurin
við umhvørvismálum ikki
hevur nakað rættiligt um-
hvørvismálaráð við ser-
kunnaðum fólki aftan fyri
seg, er eyðsæð, at umhvørv-
isarbeiðið verður raðfest
aftarlaga.
Seinastu árini eru koll-
veltandi bygnaðarbroyting-
ar framdar í landsumsiting-
ini. Nógv nýggj størv eru
gjørd, men sigast kann, at
umhvørvisspurningar
standa aftarlaga í raðfest-
ingini. Tað sæst nevniliga,
at ætlaða umhvørvis- og
landbúnaðardeildin í Lands-
stýrinum kann gerast hitt
seinasta, ið kemur í fasta
legu, tí ongin veit nær deild-
in verður stovnað. Avleið-
ingin av hesum er, at til
hendan dag er ongin stýris-
deild, ið hevur fulltíðarstørv
í umhvørvis- ella náttúru-
fyrisiting í Føroyum sum
heild. Tað er alneyðugt at
skifta orð um, um rætt er at
leggja umhvørvið undir
landsstýrismannin í olju-
málum uttan at hava havt
eitt orðaskifti um tær tví-
støður, ið kunnu koma mill-
um hesi bæði økini.
Torført er at bera eygað
við landumfatandi ætlanir
um at gera støðuna á um-
hvørvisøkinum upp og gera
raðfestingar og staðfesta
endamál. Kanska er hetta
orsøkin til, at arbeiðið hjá
landsstýrinum í mestan mun
er merkt av eldsløkking
heldur enn fyribyrging.
Umhvørvisvegleiðing
og
millumtjóðasáttmálar
Stórt trot er á skikkaðari
vegleiðing og ráðgeving í
kommununum. Avmarkaða
stødd landsins hevur við
sær, at tað í ein ávísan mun
ber til at miðsavna og eftir-
laga umhvørvisarbeiðið, so-
leiðis at hópur av meira
tekniskum spurningum og
uppgávum í sambandi við
tilrættislegging kann verða
loystur á sama hátt á ymsum
støðum.
Alneyðug tiltøk, ið t.d.
hava samband við frá-
rensluvatn, seyðahald og
sankutaðing (komposter-
ing), kundu verið fyriskipað
meira skynsamt og í størri
eindum, um álagt varð
bygdunum at samstarva um
felags loysnir.
Føroyar hava sett mangar
millumstjóðasáttmálar
í
gildi. Verða hesir nærlisnir,
er greitt, at summir teirra
ikki hava serliga stóran
ítøkiligan týdning fyri um-
hvørvisfyrisiting í gerand-
isdegnum. Dømi eru: Wash-
ington-avtalan um keyp og
sølu av villum djórum og
plantum, ið eru hótt, Hel-
sinki-avtalan um nýtslu og
verju av áum og vøtnum,
sum fara um landamørk.
Geneve-avtalan um luft-
dálking millum lond og
seinast avtalukarmurin um
veðurlagsbroytingar.
Arbeitt verður tó miðvíst
fyri at halda fleiri sáttmálar,
ið hava stóran týdning fyri
umhvørvisfyrisitingina; t.d.
MARPOL-sáttmálan
og
OSPAR-sáttmálan, sum fyri
stuttum eru undirskrivaðir í
sambandi við fyrireiking-
arnar av kolvetnisvinnu í
føroyskum havøki.
Føroyar eru farnar upp í
norðurlendsku umhvørvis-
ætlanina
1996-2000.
Grundarlagið undir norður-
lenska umhvørvissamstarv-
inum er almennu aðalregl-
urnar fyri náttúru- og um-
hvørvisvernd, ið eru viður-
kendar bæði tjóðliga og al-
tjóðliga; t.d. fyri burðar-
dygga menning, umhvørv-
istillagaða samfelagsmenn-
ing við tí fyri eygað at
sleppa undan umhvørvis-
trupulleikum eins og økis-
ábyrgd, ringrás-ætlanir og
varsemi.
Landsstýrið var umboðað
á ST-ráðstevnuni í Rio í
1992, og avtalan er undir-
skrivað. Tíverri er arbeiðið
ikki byrjað í føroysku nær-
samfeløgunum, tí ongin enn
hevur kunnað um ætlanirnar
við avtaluni, og hvat Local
Agenda 21 snýr seg um.
Local Agenda 21 (LA21)
var borðin fram undir ST-
ráðstevnuni um umhvørvi
og menning í Rio de
Janeiro. Luttakararnir sam-
tyktu m.a. eina verkætlan
fyri umhvørvis- og menn-
ingararbeiði í 21. øld. Hon
varð nevnd Agenda 21, og
er eitt umfatandi skjal í 40
pørtum. Í 28. parti stendur
nakað heilt nýtt. Her vendir
ST sær á fyrsta sinni bein-
leiðis til heimsins komm-
unur og nærsamfeløg. Gjørt
verður vart við, at nógvar
av heimsumfatandi um-
hvørvisavbjóðingunum, ið
Agenda 21 viðger, eru stað-
bundnað virksemið sum
heild. Soleiðis spæla tey
einstøku menniskjuni í nær-
samfelagnum, vinnulív, fel-
agsskapir og myndugleikar
høvuðsleiklutir í arbeiðin-
um at skapa burðardygga
menning.
Local Agenda 21 er
smíðað til føroyska
samfelagið!
Local Agenda skal í fyrstu
atløgu metast sum ein stað-
bundin ætlan, ið skal stuðla
upp undir eina burðardygga
menning. Local Agenda er
eftir mínum tykki júst tað,
ið føroyska samfelagnum
tørvar, men ikki neyðturvil-
iga saman við tí, sum
kommunur og nærsamfeløg
annars gera.
Local Agenda 21 fer í
størsta mun at snúgva seg
um: At staðfesta sambandið
millum virksemi á staðnum
og altjóða avleiðingar. At
síggja menningina í langtíð-
arhøpi, norður og suður-
høpi og altjóða samhuga.
Luttøka, ið elvir til nýskap-
an og menning í nærsam-
feløgunum, verður umráð-
andi. Hesi avmarkaðu øki
eiga at leggja størri dent á
samanhangin millum um-
hvørvisvernd, búskap og
lívsvirði.
Mest umráðandi um-
hvørvisavbjóðingarnar
krevja, at farið verður til
verka, nú. Skulu vit taka
burðardygga menning í
álvara, er neyðugt at vit
byrja við at gera okkurt við
størstu avbjóðingarnar. Ser-
liga umráðandi er at fara
undir at: minka nýtsluna,
menna burðardyggari flutn-
ing og ferðslu, viðgera veð-
urlagsspurningar,
vera
meira nágreinilig í jarðar-
fyrisiting við serligum denti
á lívfrøðiliga fjølgan, og
menning av einum burðar-
dyggum vinnupolitikki í
nærsamfeløgunum.
Føroyum tørvar eina
virkna umhvørvisrørslu
Einasta umhvørvisfelagið í
landinum, Føroya Náttúru-
og Umhvørvisfelag (FNU)
hevur bert fáar virknar limir.
Felagið var virkið í sjeyti-
árunum, tá ið skipað varð
fyri ráðstevnum um um-
hvørvisspurningar og lut-
tøku í umhvørvisorðaskift-
um. Seinastu árini er lima-
talið fallið, og virksemið er
avmarkað til onkur lesara-
brøv, ið finnast at umhvørv-
ispolitikki landsins, serliga
í sambandi við vatnorku-
útbyggingina. FNU hevur
ikki egna skrivstovu og fær
ongan
rakstrarstuðul.
Landsstýrið átti at fata nytt-
una av, at ein óheftur fel-
agsskapur verður hildin
virkin og heldur eygað við
umhvørvisarbeiðið í Føroy-
um.
Vatnorka í
brennideplinum
Vatnorkumálið, ið dúgliga
hevur verið kjakast um sein-
astu árini, er eitt gott dømi
um tørvin á einum skipað-
um umhvørvispolitikki. Or-
søk er at halda, og tað er nú
einaferð soleiðis, at tað
kundi verið sloppið undan
summum miskiljingum, um
umhvørvisspurningar
høvdu verið raðfestir longur
frammi politiskt og um
landsstýrið hevði sakkunn-
leika í umsitingini.
Farið er av álvara undir
vatnorkuútbyggingin í Eyst-
uroynni. Tunnlar verða bor-
aðir í fjallinum haðani vatn-
ið frá størstu áunum og
minstu løkunum í vestara
parti av oynni stavar. Vatnið
verður veitt í tunnlum til
turbinur, ið vórðu bygdar í
sambandi við fyrsta byggi-
stig við Eiðisvatn.
Seinasta hálva árið hevur
orðadrátturin í mesta mun
snúð seg um hesa útbygg-
Til verka, nú!
UMHVØRVI. Nú er tann stundin komin, at politikarar noyðast at taka um-
hvørvið í ávara. Tað er ikki nøktandi at taka við millumtjóðasáttmálum, ið
ongan veruligan týdning hava fyri Føroyar. Tørvur er á einum sjálvstøðugum
umhvørvismálaráði. Men tørvur er eisini á eini virknari umhvørvisrørslu, heldur
Durita Brattaberg, búfrøðingur
Durita Brattaberg er útbúgvin búfrøðingur innanfyri náttúrufyrisiting. Hon er umhvørv-
isverndarleiðari í Nordland Sýslu í Noreg.
Savnsmynd
Orðaskifti:
ingina og um spurningin um
útbyggjarin, alkommunala
orkufelagið, SEV, hevur
neyðugu loyvini til vatn-
orkuútbyggingina. Sambært
hundrað ára gamla lóg hev-
ur SEV einkarrætt til vatn-
gagnnýtslu. Lógin gevur
felagnum loyvi at gagnnýta
tað vatnið, tí tørvar. Sam-
bært galdandi lóg ber til at
fremja vatnorkuútbygging-
ar uttan serloyvi ella grein-
ing av avleiðingunum, og
ongi umhvørviskrøv verða
sett útbyggjaranum. Komið
er eisini fram, at sambært
umhvørvislógina er einasta,
ið eftirlit kann havast við í
sambandi við útbyggingina,
at borievjan frá tunnlunum
verður burturbeind sambært
reglugerðina.
Landsstýrismaðurin við
umhvørvismálum
hevur
fingið mótmælisskriv frá
búfólkunum í bygdunum,
sum eru í útbyggingarøkin-
um. Týdningarmiklir spurn-
ingar hava verið settir í løg-
tinginum, men svarini hava
ikki verið nøktandi. Málið
kann fáa stóran týdning sum
fordømi, tí tað hevur víst,
hvussu leiklutirnir eru býttir
millum landsstýrismannin
og alkommunala orkufelag-
ið; og landsstýrismannin og
Yvirfriðingarnevndina.
Komið er nevniliga fram, at
landsstýrið
ikki
hevur
ábyrgdina av vatnorkuút-
byggingini, men at hon er
latin útbyggjaranum, SEV,
upp í hendi. Eisini er komið
fram, at kært kann ikki
verða um góðkenningina
hjá Yvirfriðingarnevndini.
Soleiðis er landsstýrismað-
urin við umhvørvismálum
settur uttan fyri alla ávirkan.
Tað tykist ikki, sum SEV
hevur nakað umhvørvisand-
lit (valla eru mong, ið spyrja
eftir tí) og hevur tíverri
heldur ikki avdúkað ítøki-
ligar framtíðarætlanir við
øðrvísi orkukeldum.
Ruskrúgvur í vøkstri
Búskaparvøksturin í Føroy-
um hevur verið stórur sein-
astu 20-30 árini. Búskapar-
liga kreppan, ið byrjaði fyrst
í nítiárunum, er nú hasað av,
og tað gongur støðugt
frammá. Hetta sæst aftur á
rusknøgdunum á brenni-
støðunum báðum, ið nú,
vegna støddina, eru noyddar
at skipa fyri øðrvísi rusk-
skiljing Men tað eru bert
partar av umhvørvistrupul-
leikunum, ið fylgja við økt-
um rusknøgdum, sum end-
urnýtsla kann loysa. Mørk
eru fyri, hvussu stórar partar
av rusknøgdunum, ið tað er
fíggjarliga ráðiligt og tekn-
iskt møguligt at endurnýta.
Somu avmarkingar eru
galdandi fyri skerjingar av
tí, ið fer úr brennistøðunum
og út í lofthavið. Verða
rusknøgdirnar ikki avmark-
aðar, fara trupulleikarnir av
ruski framhaldandi at veksa.
Tað ræður um at seta sær
fyri at fremja arbeiðið at
avmarka rusknøgdirnar.
Í stuttum kann sigast, at
størstu avbjóðingarnar við-
víkjandi ruski í núverandi
skipan, eru tørvurin á endur-
nýtslu- og pantiskipanum
og staðbundnum viðgerðar-
hættum.
Góðu royndirnar við eini
sankutaðingarskipan,
ið
viðger lívrunnið rusk í
Skúgvi, har eini 80 fólk
búgva, eiga at vera fyri-
mynd, soleiðis at fleiri
sankutaðingarskipanir
verða settar upp á øðrum
støðum. Sostatt slepst und-
an at flyta lívrunnið rusk
langar teinar til tær báðar
brennistøðirnar í Føroyum.
Neyðugt er at leggja størri
orku í upplýsing um verandi
innsavning av umhvørvis-
dálkandi ruski. Í hesum
ruski eru evni, sum eru um-
hvørvis- og heilsuskaðilig,
og verður ikki rætt atborið,
er vandi fyri, at tey kunnu
elva til álvarsama umhvørv-
isdálking og mansskaða.
Summi av vandamiklastu
evnunum verða sera spaku-
liga niðurbrotin; onnur als
ikki (tungmálmur). Tey
savna seg í føðiketunum, og
hetta hevur við sær, at tey
kunnu hótta lívfrøðiliga
margfeldið, føðiveitingina
og heilsuna; eisini fyri kom-
andi ættarlið. Endamál
landsstýrisins eigur at vera
at tryggja, at at kalla alt um-
hvørvisskaðiligt rusk verður
viðgjørt á fullgóðan hátt.
Endurnýtsla neyðug
Málið eigur at vera, at hitt
sama fíggjarliga virksemið
í landinum, mált í brutto-
tjóðarframleiðslu, eigur at
hava við sær munandi
minni rusknøgdir. Hetta
skal sostatt hava við sær, at
vøksturin í rusknøgdunum
verður munandi minni enn
framleiðsluvøksturin í sam-
felagnum. Tá ið málið verð-
ur sett í lutfall við búskap-
arliga vøksturin, stendur
endamálið við og er leyst
frá búskaparliga vøkstrin-
um.
Aðalreglan um, at dálk-
arin skal gjalda, eigur at
verða hildin. Og stórur
dentur eigur at verða lagdur
á meginregluna um var-
semi; tí uppskotnu tiltøkini
minka jú av álvara um hótt-
anirnar móti vistfrøðisskip-
anini.
Landbúnaðurin
Nógvar umhvørvisavbjóð-
ingar, sum smáar ella mið-
alstórar kommunur í Føroy-
um meta tær, hava samband
við landbúnaðin; serliga
dálking frá seyðahaldi. Ser-
stakliga bøndurnir hava tørv
á stýring og upplýsing. Ein-
ans evarska lítil partur av
tøðunum frá landbúnaðin-
um verður nýttur. Størsti
parturin av teimum fer í áar-
løkir og oman í mølirnar,
har tey verða skolaði út í
havið. Og bert ein lítil part-
ur av súrhoyggjløginum
verður nýttur. Hesin løgur
er størsti syndarin, tá ið tal-
an er um dálking í áarløk-
unum – og soleiðis er hann
ein hóttan móti áarfiskinum.
Í staðin verða stórar nøgdir
av handilstøði innfluttar.
Umhvørvisliga, eins væl
samfelagsbúskaparliga, er
hetta ein ónáttúrliga vánalig
loysn.
Trupulleikin verður loyst-
ur á einfaldan hátt: Við
sankutaðingarskipanum, ið
eisini skulu taka ímóti lív-
runna ruskinum úr húsar-
haldunum. Bøurin kann síð-
ani á einfaldan hátt verða
taðaður við tøðum úr sanku-
taðingini, og innflutningur-
in av handisstøðum harvið
verða avmarkaður.
Harumframt eru seyðaav-
roð vorðin ein stórur trup-
ulleiki fyri ruskstøðirnar
seinastu árini. Orsøkin er,
at meginparturin av seyð-
inum verður flettur heima,
og at parturin av avroð-un-
um (vomb, garnar, høvd og
skinn), ið verður nýttur, er í
minking. Rusk frá fletting
kundi verið brúkt skynsamt
í biogassskipanum, sum
kanska eisini kundu tikið
ímóti ruski úr fiskiídnaðin-
um.
Eitt líkinda land til
vistfrøðiligt
seyðahald
Nógv talar fyri, at Føroyar
sum heild kundu havt vist-
frøðiligt seyðahald. Megin-
parturin av seyðinum gong-
ur úti í Guðs fríu náttúru
bróðurpartin av árinum.
Eindirnar av innfluttum
fóðuri eru sera fáar, og
nýtslan av heilivági er lítil,
samanborin við hana í
grannalondunum. Størsta
avbjóðingin hevði verið at
bøtt um handfaringina av
tøðunum frá seyði, sum
verður fóðraður í seyðahúsi
um veturin. Somuleiðis at
forða fyri nýtslu av handils-
tøðum á bønum og í størri
mun at laga nýtsluna av
heilivági eftir tørvinum hjá
hvørjum einstøkum dýri.
Til tess at náa málinum,
noyðist
landbúnaðurin
sjálvur, og ikki minst land-
búnaðarmyndugleikarnir, at
hava eina tilvitaða hugsan
um vistfrøðiligan landbún-
að, og leggja orku í at venda
gongdini hin rætta vegin.
Farið eigur at verða undir
landbúnaðarráðgeving, ið
fatar um fígging, vistfrøði
og byggifrøði.
Mentunarlandslagið
At verja og umsita forn-
minni og mentunarum-
hvørvi snýr seg um at røkja
mentunararvin. Fornminn-
ini eru saman við náttúru-
tilfeinginum høvuðslutirnir
í umhvørvis- og tilfeingis-
umsitingini sum heild. Tey
eru týdningarmikið vitanar-
og nýtslutilfeingi, og partur
av grundarlagnum undir
lívsvirði fólksins. Standfesti
og søguligur samhangur í
náttúrliga
umhvørvinum
veita trygd og samleika eins
og mentunararvurin um-
boðar stórar upplivingar-
møguleikar og fagurfrøðilig
virðir.
Varðveita vit mentunar-
landslagið, so endurvinna
og tryggja vit okkum mista
vitan. Hetta kann stuðla upp
undir at loysa nýggjar trup-
ulleikar og at taka av av-
bjóðingum í arbeiðinum at
menna eitt vistfrøðiliga
burðardygt samfelag.
Umráðandi er, at marg-
feldið í fornminnum og
mentunarumhvørvinum
verður umsitið sum nýtslu-
tilfeingi og sum grundarlag
undir uppliving og menning
av náttúruumhvørvi.
Harumframt eru mentun-
arlandslagið og hin óspilta
náttúran av størstu ágóðun-
um fyri ferðamannalandið,
Føroyar.
Ferðavinna verður hildin
at gerast sera týdningarmik-
il fyri Føroyar. Landið verð-
ur m.a. marknaðarført sum
grønt við óspiltari náttúru,
og kanningar benda á, at tað
júst er hetta, ið útlendingar
ætla sær at uppliva. Men
náttúran er viðkvom, og
mark er fyri, hvussu mong
kunnu ferðast í henni.
Sleppast kann bert undan
skaðum, um ætlanir verða
lagdar.
Oljuvinna
Umhvørvisliga avbjóðingin
í 21.øld verður oljuvinnan.
Um stutta tíð verður farið
undir at bora eftir olju í før-
oyskum øki. Avbjóðingarn-
ar, ið hava samband við
oljuvinnuna, eru størri og
fløktari enn tær, Føroyar
higartil hava tikið av. Til
tess at taka av hesi avbjóð-
ingini, er ein grundleggj-
andi
hugburðsbroyting
neyðug, serstakliga millum
politikarar.
Glottar eru kortini. Ein
treyt fyri, at farast kann
undir royndarboringar er, at
heilsuviðurskiftini,
um-
hvørvið, trygdin og tilbúgv-
ingin skulu vera í lagi, áðr-
enn skjøtul verður settur á.
Tjóðarlig
umhvørvisvernd
Avbjóðingarnar og tráanin
í umhvørvispolitikkinum
eiga at gerast sjónligari.
Hetta ber til at gera við at
seta sær umhvørvispolitisk
mál.
Økismyndugleikar
eiga at fáa ábyrgd, tá ið um-
hvørvispolitikkurin verður
framdur. Við grønum skatt-
um og øðrum umhvørvis-
politiskum stigum, eiga
karmarnir at verða gjørdir,
soleiðis at umhvørvisfyrilit
verður ein náttúrligur partur
av búskapinum. Almenn-
ingurin eigur at sleppa fram
at umhvørviskunning, og
ymsu økini eiga at verða
væl umboðað í arbeiðinum
at verja umhvørvið.
– Tað kundi verið sloppið undan summum miskiljingum, um umhvørvisspurningar høvdu verið raðfestir longur frammi politiskt og um landsstýrið
hevði sakkunnleika í umsitingini, sigur Durita Brattaberg, ið heldur at umhvørvisliga arbeiði landsstýrisins í mestan mun er merkt av eldsløkking
heldur enn fyribyrging.
Savnsmynd