Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 Javnaðarflokkurin vil veruligt sjálvstýri Jóannes Eidesgaard vísir á, at munurin ímillum samgonguna og Javnaðar- flokkin er, at samgongan vil formelt sjálvstýri beinan vegin, meðan Javnaðar- flokkurin ynskir at arbeiða stigvíst móti veruligum sjálvstýri JOHN JOHANNESSEN – Vit ynskja heilt greitt ein nýggjan ríkisrættarligan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Men høvuðs- munurin á sáttmálanum, vit ynskja og sáttmálanum, samgongan ynskir, er, at samgongan vil hava ein sátt- mála, ið staðfestir formelt føroyskt sjálvstýri, meðan vit ynskja ein sáttmála, ið gevur Føroyum veruligt sjálvstýri. Formaður Javnaðarfloks- ins sigur, at Javnaðarflokk- urin nú hevur tikið endaliga støðu í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Før- oya, og tískil fer flokkurin ikki at nýta meira tíð og orku uppá at viðgera full- veldisuppskotið hjá sam- gonguni. Veruligt sjálvstýri Jóannes Eidesgaard vísir á, at tá Javnaðarflokkurin tos- ar um veruligt sjálvstýri, merkir hetta, at vit skulu gera ein sáttmála við donsku stjórnina, ið sigur, at Føroya Løgting ger av, hvørji málsøki verða tikin yvir, so hvørt vit hava fíggj- arliga- og umsitingarliga orku til tess. – Tað, sum landsstýrið vil við fullveldisætlan síni, er at fáa staðfest føroyskt full- veldi ein ávísan dag. Lands- stýrið vil taka yvir øll mál í senn og síðani lata fleiri teirra aftur til danir at um- sita. Hetta er jú púra øvugt mannagongd. Jóannes Eidesgaard vísir á, at ætlan landsstýrisins merkir, at vit skulu gera ein rúgvu av sáttmálum við danir um, hvussu teir skulu umsita øll tey málini, vit ikki megna at umsita, tá vit hava tikið fullveldi eftir ætl- an landsstýrisins. – Hetta merkir, at ábyrgdin skal liggja í Føroyum, men umsitingin í Danmark. Hetta, heldur Jóannes Eidesgaard, fer at gera, at vit fáa ein øgiligan umsit- ingarligan vavstur, ið verður nógv ógreiðari enn verandi ríkisrættarliga støða. Men verður ætlan Javn- aðarfloksins um at taka yvir málsøkini so hvørt vit ynskja tað, heldur Jóannes Eidesgaard, at tá verður talan um veruligt sjálvstýri í yvirtiknu málunum. – Okkara ætlan er ein ætl- an, ið er møgulig at fremja í verki, uttan at hon minkar um livistøðið hjá Føroya fólki. Mugu virða komandi landsstýri Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki skilja, at landsstýrið gongur so høgt uppí, at vit skulu fáa ein sáttmála, sum sigur, at vit fáa fullveldi ein ávísan dag. – Okkara uppskot fylgir uttan iva betur fólka- ræðisligum grundreglum, tí vit ynskja ikki at binda nakað komandi landsstýri, men at arbeiða okkum so líðandi móti størri og størri sjálvræði, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloks- ins heldur tað vera skilabest at gera ein sáttmála við dan- ir, ið kann sigast upp av báð- um pørtum. Hann vísir á, at við slíkum sáttmála er møguleiki fyri at siga sátt- málan upp, fyri at gera ein nýggjan enn betri sáttmála, allatíðina til staðar. Loysingin ikki mál í sær sjálvum Hóast Jóannes Eidesgaard púra greitt vísir á, at Javn- aðarflokkurin ynskir víðkað sjálvstýri, staðfestir hann kortini, at loysingin fyri Javnaðarflokkin ikki er eitt mál í sær sjálvum. – Høvuðsmálið hjá Javn- aðarflokkinum er at skapa virðingarbestu liviumstøður fyri allar føroyingar, og hetta verður á bestan hátt gjørt við sjálvstýrisuppskoti okkara. Men tað skal vera í neyvum samstarvi við dan- ir, tí samstarv er eitt lykla- orð í sosialdemokratiskum politikki, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard sigur, at tvær meginreglur liggja sum grund fyri støðutakan floksins. Tann fyrra er, at ætlan landsstýrisins eftir øllum at døma fer at merkja eitt afturstig í livikorum og vælferð hjá fólkinum. Hin er, at uppskot samgongunn- ar ikki fer at geva eitt greitt valds- og ábygadarbýti. Formaður Javnaðarfloks- ins er fegin um, at Javnað- arflokkurin á eykalands- fundinum leygardagin enn einaferð hevur staðfest, at flokkurin innanhýsis er samdur í spurninginum um Javnaðarflokkurin gjørt støðuna upp Javnaðarflokkurin staðfesti á eykalandsfundi leygardagin, at hann ikki fer at taka undir við ælan samgongunnar um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum JOHN JOHANNESSEN Javnaðarflokkurin vil hava størri Føroyskt sjálvræði, men hann tekur ikki undir við ætlanini hjá samgong- uni um at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapin- um. Hetta má metast at vera høvuðsniðurstøðan í fund- arsamtyktini frá eykalands- fundi floksins í Læraraskúl- ahøllini leygardagin. Ynskja nýggjan sáttmála Hóast Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við full- veldisætlan landsstýrisins, ásannar hann kortini, at ver- andi ríkisrættarliga støðan er ógreið, og at hon ikki nóg væl tryggjar føroyskt sjálv- stýri og sjálvsavgerðarrætt. Tí vísir Javnaðarflokkur- in á eina nýggja skipan, ið skal grundast í einum al- tjóðarættarligum sáttmála millum Føroyar og Dan- mark. Í hesum sáttmála skal staðfestast, at ríkisfelags- skapurin er grundaður á sáttmála millum tvær sjálv- støðugar tjóðir, og at hann er galdandi, til annar part- urin sigur hann upp. Staðfestast skal eisini, at tað er Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, sum er evsta vald á øllum málsøkjum, sum eru yvir- tikin. Hvørji mál, sum skulu kunna yvirtakast og sostætt koma undir fult føroyskt ræði, skal einki mark vera fyri. Javnaðarflokkurin stað- festir, at besta boðið upp á broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum framvegis er uppskot floksins um eina sjálvstýrislóg. Hetta upp- skotið legði Javnaðarflokk- urin fram fyri einum ári síð- ani. ríkisrættarligu viðurskiftini. – Vit hava nú tikið enda- liga avgerð, og fara vit tískil ikki at brúka fleiri kreftir til at viðgera uppskot sam- gongunnar. Hon kann nú sigla sín egna sjógv, sigur Jóannes Eidesgaard, sum kortini virðir samráðingar- rættin hjá landsstýrinum í ríkisrættarliga spurningin- um. Samgongan vil ikki vikað seg Sambært fundarsamtyktini frá eykalandsfundinum hev- ur Javnaðarflokkurin síðani løgtingsvalið arbeitt fyri at finna eina breiða semju í sjálvstýrismálinum. Men nú sigur hann seg noyðast at staðfesta, at samgongan ikki vil vika seg, og tí kann landsfundurin ikki geva tilsøgn um stuðul í full- veldisætlanini. Javnaðarflokkurin vísir á, at alt bendir á, at einvísa mál samgongunnar verður ein hóttan móti livikorum um vælferð hjá Føroya fólki, samstundis sum uppskot samgongunnar als ikki loys- ir ógreiða valds- og ábyrgd- arbýtið millum Føroyar og Danmark. – Javnaðarflokkurin hev- ur nú í gott 70 ár virkað fyri, at vit í Føroyum skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er í hásæti. Hesin arbeiðssetn- ingur ger av, hvussu øll onn- ur mál verða loyst, eisini ríkisrættarligi spurningurin, ger Javnaðarflokkurin í fundarsamtyktini greitt. Formaðurin royndi at taka ímóti góðum ráðum frá fundarfólki áðrenn endaligu niðurstøðuna Mynd: Jan Müller Mongu uppskotini til fundarsamtyktvóru væl og virðiliga viðgjørd av fundarfólkinum Mynd: Jan Müller Jóannes Eidesgaard ger púra greitt, at nú verða ikki fleiri kreftir brúktar at viðgera fullveldisuppskot samgongunnar Havsøki órógvar inn- siglingina til Esbjerg ÁKI BERTHOLDSEN – Vrakið av einum føroysk- um skipið eru nú við at elva til rumbul í Danmark. Tað var tann 27. Novemb- er í fjør, at Havsøki brád- liga sakk beint uttanfyri havnina í Esbjerg. Men har liggur hann enn, og tað hevur elvt til mis- nøgd í Esbjerg, tí teir stúra fyri, at hann skjótt fer at vera til almikið fortreð hjá bátum og skipum, sum sigla har á leiðini, umframt at vandi er fyri eini umhvørv- isvanlukku. Danir eru rættiliga harmir um, at vrakið av Havsøka ikki er bjargað enn. Og teir illneitast inn á, at danir hava ráð til at hava ein flúgvara standandi til reiðar allan sólarkringin hjá danska krúnprinsinum, sum er í Grønlandi.Men samstundis vísir tað seg at vera ómøgu- ligt at útvega pening til at bjarga Havsøka, so at skip og bátar kunnu sleppa und- an vandanum, og so at sleppast kann undan eini hóttandi umhvørvisvan- lukku. Eitt nú skrivar Jydske Vestkystan nú um dagarnar, at vandi er fyri, at trol og JAN MÜLLER Í dag fer løgtingið undir að- alorðaskifti um vinnulívs- politikk, eitt mál, sum uttan iva fer at fáa drúgva umrøðu á tingi. Sum partur av hes- um orðaskifti fer uttan iva at vera Caragata-frágreið- ingin, sum Vinnumálastýrið bílegði nakað herfyri og sum varð almannakunn- gjørd í fjør. Sosialurin hevur spurt skrivaran í Búskaparráðn- um, Jóannes Jacobsen um eina viðmerking til, at Car- agataálitið helst verður ein partur av grundarlagnum undir orðaskiftinum um vinnulívspolitikkin fram- eftir. Jóannes Jacobsen við- gjørdi annars júst hetta á- litið á einum fundi í Fram- burðsfelagnum í Havn, te. valfelag Fólkafloksins. Har var hann rættiliga bersøgin og fýrdi ikki fyri at koma við kritikki eisini. Uppá fyrispurning um Caragataálitið er eitt gott fundament undir einum orðaskifti um vinnulívspol- itikkin sigur Jóannes Jacob- sen, og hann fyrst leggur dent á, at tað er sum bú- skaparfrøðingur og ikki sum skrivari í Búskapar- ráðnum, at hann úttalar seg. Hann heldur, at partur av álitinum er væl nýtiligur í so máta, men hann ávarar ímóti at taka seinasta partin av frágreiðingini frá Cara- gata uppí orðaskiftið um vinnulívspolitikkin. Tann seinasti parturin av álitinum snýr seg um sam- Vrakið av Havsøka er ein hóttan í- móti trygdini hjá skipum og bátum á Esbjerg-leiðini og kann eisini elva til eina umhvørvisvanlukku onnur útgerð fara at slíta seg leys av vrakinum og fara at vera til vanda fyri skip og bátar, sum sigla á Esbjerg- leiðini, ikki minst hjá teim- um, sum skulu inn og út úr havnini. Blaðið skrivar, at danskir myndugleikar hava sent al- menna ávaring til skip og bátar um vandan Men danir eru eisini bangnir fyri, at olja fer at leka úr Havsøka og elva til eina umhvørvisvanlukku. Ikki uppklárað Annars veit ongin, hví ídn- aðarbáturin Havsøki úr Kkaksvík brádliga sakk hendan novemberdagin beint uttanfyri innsiglingina í Esbjerg. Hann tók brádliga at leka og sakk á Grådyb Barre, ein kilometur frá innsiglings- rennuni til Havnina. Har liggur hann nú á ikki meiri enn sjey metra dýpi so at mastrarnar stinga upp undan. Hava selt vrakið Spurningurin er bara, hvør hevur ábyrgdina av Hav- søka, har hann nú liggur sokkin beint uttanfyri størsta fiskivinnubý í Dan- mark. Hjá deildarstjóranum á Sjóvartrygginini, Páll Kun- oy, er als ongin ivi. – Felagið, sum átti Hav- søka hevur fingið trygging- arupphæddina og Sjóvar- tryggingin yvirtók so vrak- ið. – Men síðani er vrakið selt einum donskum upp- høggingarfelagið í Esbjerg, sum er væl kunnugt við skipaupphøgging Hesin handilin fór sjálv- andi fram ígjøgnum lóg- frøðingar so hon er í lagi. Men hetta ber somuleiðis í sær, at samstundis sum danska upphøggingarfelag- ið keypti vrakið, yvirtók tað eisini alla ábyrgd av vrak- Tað er so grunt, har klaksvíksskipið, Havsøki, sakk, at mastrarnar stinga uppundan. Nú eru danir farnir at illneitast inn á vrakið og hava ávarað skip og bátar um vandan, sum kann standast av tí inum og samstundis eisini allar skyldur og øll rættindi. – Sostatt er talan um ein danskan trupulleika burtur- av, tí tá ið vrakið varð selt, bleiv føroyska Sjóvartrygg- ingin samstundis fullkomi- liga leys av tí og hevur onki við tað at gera longur, sigur Páll Kunoy. Hann vil ikki siga, hvussu nógv upphøggarin keypti vrakið fyri. Vit fingu ikki fatur á danska upphøggaranum, men tað er ikki vanligt at bjarga slíkum vrakum um veturin, tí oftast verður bíð- að til um sumrarnar til veðr- ið batnar aftur og hetta kann vera orsøkin til, at vrakið ikki er bjargað enn. Havsøki varð smíðaður í Harstad í 1958 og hann hev- ur fyrr itið Vestnot, inntil hann í fjør varð keyptur til Klaksvíkar og fekk navnið Havsøki. Eiga at brúka Caragataálitið við varsemi Fara politikararnir undir orðaskiftinum um vinnulívspolitikkin at viðgera seinasta partin av Caragata-álitinum um búskaparvøkstur og skattatrýst, so er vandi fyri, at orðaskiftið kemur út á eitt síðuspor sigur búskaparsfrøð- ingurin Jóannes Jacobsen bandið millum búskapar- vøkstur og skattatrýst. - Tann parturin av frágreið- ingini kann ikki brúkast í slíkum orðaskifti, hvørki teoretiskt ella statistiskt. Eftir míni metan er tað ar- beiðið ikki nóg væl gjørt. Talan er um tann seinasta triðingin av Caragata-álit- inum. Jóannes Jacobsen sigur, at tann fyrsti parturin av álitinum, sum snýr seg um privatiseringar, er gott grundarlag undir einum orðaskifti um vinnulívs- politikk, hóast hann ikki er so djúpur. -Tað skal nógv meira útgreiningararbeiðið gerast aftrat, áðrenn man kann taka støðu í ymsum privatiseringsmálum. Jóannes Jacobsen heldur eisini, at vit mugu ansa eftir ikki at blanda ting saman, tá vit tjakast um vinnulívs- politikkin. -Tá man tosar at privatisera Føroya Banka, Føroya Tele osfr. má ein ikki blanda skattatrýst ol. uppí. Tá verður tað eitt orðaskifti um ideologi. Eftir mínum tykki eiga vit heilt at kobla frá tjakið um búskaparvøkstur og skatta- trýst og heldur umrøða sjálvan vinnulívspolitikkin. Uppá fyrispurning um hann metir Caragata-álitið sum eitt slag av ideo-log- iskum manifesti fyri einum føroyskum høgrapolitikki svarar Jóannes Jacobsen bæði ja og nei. -Tað haldi eg ikki man kann siga um tann fyrsta partin, men í seinasta partinum um bú- skaparvøkstur og skattatrýst haldi eg man kann síggja eina høgraideologi. Búskaparráð-leysir Búskaparráðið hevur annars ongantíð viðgjørt Cara- gataálitið sum so. Tað hev- ur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá for- manninum í Ráðnum, Bjarna Olsen. Ráðið fór annars frá 1. januar. Nevndin varð vald fyri trý ár og gekk tíðin út á nýggjárinum. Síðani tá er eingin nýggj nevnd vald. Tað er Fróðskaparsetrið, sum stillar inn umboð til Búskaparráðið, sum Fíggj- armálastýrið síðani setir. Umframt vandan fyri olju- leka, óttast menn aðrar vraklutir, sum koma frá Havsøka