Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 JÁKUP MØRK Fríggjakvøldið í farnu viku var á mangan hátt, eins og slík kvøld vanliga eru. Nógv vóru tey, sum frøddust um enn eitt vikuskifti, har nakr- ir tiltrongdir frídagar vóru á skránni, og eins og van- ligt, savnaðust fólk kring landið um sjónvarpstólið fyri at spæl Gekk. Gekkurin gekk eisini, sum hann plagar at gera - í hvussu so er tey fyrstu trý spølini. Fjórða spælið byrj- aði eisini sum vant, men brádliga kom steðgur í. Rudolf byrjaði at tosa um, at nú hevði onkur hyggjari fingið fulla plátu, men kort- ini var eingin, sum var kom- in ígjøgnum heitu linjuna. Rúm tíð gekk, og tað gjørdist alt meira sjónligt, at sjónverpsverturin kendi seg alt annað enn væl, har hann fyri opnum skermi skuldi greiða hyggjarunum frá, at tað var altso ein vinn- ari funnin, men hesin hevði enn ikki funnið leiðina fram at telefonhorninum. Langt um leingi varð knúturin tó loystur, og lukk- utíð fyri Rudolf fekk hann endiliga onkran at práta við, so sendingin ikki gjørdist til tann beri monologur. Avmarkað tøl Úr sjónvarpinum frætta vit, at orsøkin til, at sendingin gjørdist soleiðis skikkað var, at teldan, sum stýrir spælinum, bert dregur eitt ávíst tal av tølum. Teldan kannar samstund- is, um nakar vinnari er, og tískil kundu tey í Sjónvarp- inum staðfesta, at í hvussu so er ein vinnari átti at verið. Orsøkin til, at hesin ikki slapp ígjøgnum er tann, at Telduskipanin steðgaði Gekkinum Fríggjarkvøldið vóru helst fleiri hyggjarar, sum kendu seg eitt sindur vónsviknar, tá røðin av gekkatølum brádliga steðgaði, uttan at nakar vinnari var komin fram til Rudolf sasmstundis sum gekka- spælararnir við fullum plát- um royndu at ringja til sjón- varpið, var eitt hav av hyggjarum, sum bert væntaðu fá tøl, men sum kortini ringdu í vón um at hava fingið seinastu tølini, áðrenn teirra samrøða kom ígjøgnum. Sum skilst á lagnum, er hetta ein aftur- vendandi trupulleiki til hvørja sending, men higartil hevur hetta tó ongantíð ver- ið sjónligt. Har umframt tekur tað eisini nakað av tíð, frá tí at ein vinnari er komin ígjøgn- um, til hesin sleppur at tosa við gekkavertin, tí trygdar- nummar og annað skal fyrst eftirkannast, soleiðis at tal- an veruliga er um ein vinn- ara, sum sleppur í sjón- varpsstovuna. Gjalda fegin vinningarnar Tá vit spurdu, um tað hevði samband við, at fyri hvønn nýggjan vinnara, er SvF noytt at rinda 500 kr., var svarið, at hetta einki hevði við málið at gera. Tvørturímóti eru boðini úr Sjónvarpinum, at tey van- liga draga eini fimm tøl eftir at vinnarin hevur ringt inn, og at tað tískil eru fleiri vinnarar enn neyðugt, sum fáa útgoldið tær 500 krón- urnar. Á ein hátt er hetta tó við til at stýra vinningsútgjald- ingunum, tí framman undan er avgjørt, at eitt ávíst lutfall skal vera galdandi ímillum innkomnu upphæddirnar og útgoldnu vinningarnar. Hetta er ein skipan, sum eis- ini verður nýtt í londunum uttan um okkum, nevnliga við tí fyri eyga, at útgoldnu upphæddirnar skulu verða so nær tí ætlaða, ella ásetta, sum gjørligt. Boðini úr Sjónvarpinum eru sostatt, at hyggjarar ikki skulu ringja inn, fyrr enn teir hava fingið fult rað ella fulla plátu, soleiðis at røttu vinnararnir sleppa ígjøgn- um. Við hesum slepst eisini undan, at Rudolf einsamall- ur skal standa og undirhalda hyggjarunum, meðan fisk- arnir í akvariinum svimja, sum um einki var hent. ÓLAVUR Í BEITI Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um at trygg- ingar verða teknaðar uttan- lands, og eisini Vinnuhúsið hevur sína viðmerking til hetta má. Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður sagt, at tann almenni myndug- leikin hevur somuleiðis í fleiri ár handlað í stríð við lógina við tað, at ein stórur partur at tryggingunum, ser- liga innan sjúkrahúsverkið, eru teknaðar uttanlands. – Til dømis hevur ein stórur fakbólkur sum sjúkr- asystrarnar tryggingar utt- anlands. Landsstýrismaður- in í vinnumálum hevur fing- ið ein trupulleika, sum ikki er so einfaldur at loysa, skrivar Vinnuhúsið. Útboðið Víðari verður sagt, at út- boðið í Føroyum av trygg- ingum er avmarkaðar til Føroya Lívstrygging og bankar og sparikassar. Síðstnevndu tekna bara kap- italeftirlønartryggingar, og ikki ratueftirlønirtryggingar. Einasta útbjóðari av ratueft- irlønartryggingum er sostatt Føroya Lívstrygging, og stovnurin hevur sostatt eina monopol líknandi støðu. – Monopol eru sjáldan av tí góða, og avleiðingarnir er ofta eitt ineffektivt virkið, sum livur í síni egnu verð, og prísurin á tænastum er sum oftast ov høgur. Fleiri monopol í Føroyum eru av- tikin, og kapping er komin inn í vinnugreinir við tí úrs- liti, at tænastan til kundar- nar eru vorðin væl bíligari og betur. – Tað er sannlíkt, at støddin av tí føroyska marknaðinum er við til at ávirka kostnaðargjøldini, og hetta kann vera partur av prísmununum á føroysum og donskum tryggingartæn- astum. – Eitt annað sjónarmið í hesum høpi, og sum ikki ofta verður nevnt, er, at kap- italurin, sum verður sendur av landinum sum eftirlønar- og tryggingargjøld, kemur ikki tí føroyska samfelag- num til góðar. Peningurin fær ikki loyvi at arbeiða í Føroyum. – Tað er tí harðliga brúk fyri einum kapital- og virð- isbrævamarknaði í Føroy- um, har føroyskir pengaí- leggjarir kunnu seta pengar í føroysk virkir. Út frá ein- um vinnuligum sjónarmiði kemur tað eisini út uppá tað sama, um føroyskir arbeiðs- gevarar og føroysk fakfeløg sjálvi tekna tryggingar utt- anlands, ella um pengarnir fyrst verða settir í føroysk tryggingarfeløg, bankar og sparikassar, sum so flyta pengarnar av landinum. Teir fara av landinum í báðum førum. – Sjálvandi eru krøvini til tryggingarfeløg um at spjaða sínar íløgur strong, men ein føroyskur kapital- og virðisbrævamarknaður hevði kunnað bøtt um við- urskiftini, verður sagt í tíð- indaskrivinum. Harðliga brúk fyri kapital- og virðisbrævamarknaði Út frá einum vinnuligum sjónarmiði kemur tað eisini út uppá tað sama, um føroyskir arbeiðsgev- arar og føroysk fakfeløg sjálvi tekna tryggingar uttanlands, ella um pengarnir fyrst verða settir í føroysk tryggingarfeløg, bankar og sparikassar, sum so flyta pengarnar av landinum. Teir fara av landinum í báðum førum, verður sagt frá Vinnuhúsinum ÓLAVUR Í BEITI Í morgin verður aðalorða- skifti um búskaparvøkstur og íløgur og er tað frá- greiðingin hjá Finnboga Arge, vinnumálaráðharra, um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Før- oyum Í frágreiðingini til aðal- orðaskifti, sigur Finnbogi Arge, at í tilmælinum til vinnupolitikkin, sum fekk viðgerð á Løgtingi sein- asta vár, varð sagt, at nú uppskot er sett fram um vinnupolitiskar megin- reglur, ræður um, at vinn- upolitiska tilgongdin steðgar ikki upp. Tvørt- urímóti varð boðað frá, at ætlanin var at halda fram at orða ítøkiligar málsetn- ingar, tillaga vinnukarm- arnar og eftirmeta og at orðaður verður politikkur fyri einstøku vinnugrein- arnar Og tilmæli landsstýris- mansins byggir á hesi vinnupolitisku stevnu- miðini: Miðað verður eftir at skapa karmar, har vinn- an megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsam- starv, vælvirkandi sam- skifti og samferðslu við útheimin, gransking og førleikamenning, vælút- bygt undirstøðukervi, sum mennir kappingarfør lívskor um alt landið, góðar eginfíggingarskip- anir og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir, var- lig vinnulóggeving, fyri- myndarligt alment tæn- astustig, einfaldar, studn- ingsveikar vinnuframa- skipanir, og málsetning- urin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg soleiðis, at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trív- ast og fjølgast í Føroyum. – Gott samsvar er mill- um orðaða vinnupolitikk- in og innihaldið í Cara- gata-álitinum - Búskapar- lig tillaging og framburð- ur. Men álitið fevnir um fleiri evnir og økir, enn orðaði vinnupolitikkurin, tað er meira ítøkiligt, og kann tí síggjast sum fram- hald av vinnupolitikki- num. Eisini er ávíst sam- svar millum samgongu- skjalið og Caragata-álitið. Og at enda sigur Finn- bogi Arge í innganginum, at hann ger við hesum nøkur fá tilmæli við støði í evnum og tilmælum í Caragata- álitinum. Tey eru lítið ella einki við- gjørd í teim 5 ritunum um vinnupolitikkin, men hava avgerandi týdning fyri vinnuligan framburð og fíggjarligt sjálvbjargni, herundir útlendskar íløgur í Føroyum. Vinnan og kapital- urin og arbeiðs- megin trívast og fjølgast í Føroyum Fjórða spælið byrjaði eisini sum vant, men brádliga kom steðgur í. Rudolf byrjaði at tosa um, at nú hevði onkur hyggjari fingið fulla plátu, men kortini var eingin, sum var komin ígjøgnum heitu linjuna Vest Pack góðkenning til framleiðslu og sølu Fyrsti várdagur í dag 20 lygnir Lærarar samráðast Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið sessast í dag aftur við samráðingarborðið. Lærarafelagið hevur lýst arbeiðssteðg og bert ein góð vika er eftir, til freistin er úti DAGFINN OLSEN Føroya Lærarafelag hevur lýst, at er ikki semja millum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Lærarafelag 1. mars, so fer felagið í arbeiðssteðg. Tað tykist, sum ganga samráðingarnar millum partarnar sera strilti. Hvørg- in parturin hevur viljað sagt stórvegis, men tað skilst á kunningartænastunum, sum partarnir hava á heimasíð- Í dag er fyrsti várdagur. Gamalt er at spáa um veðrið henda dag, ið íslendingar kalla Lyklapétur eftir appostlinum Pætur. Á føroyskum verður 22. februar róptur pætursmessa Vest Pack hevði fríggjadagin móttøku í samband við, at virkið hevur fingið altjóða ISO 9002 góðkenning DAGFINN OLSEN Fríggjadagin var almenn móttøka á Vest Pack í Vest- manna í samband við, at DAGFINN OLSEN Í dag er fyrsti várdagur ella pætursmessa. Gamalt var at spáa um veðrið henda dag. - Um tað frystur fyrstu várnátt, so verður várið kalt, verður sagt, men kanska er ikki altíð so eftirfarandi, sig- ur veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen. Petur Skeel Jacobsen sig- ur um veðrið í dag, at frost er ikki í luftini, men kanska fer niðurum frostmarkið norðanfyri og møguliga ger- ast vegirnir hálir í støðum. Hann vil tó ikki úttala seg, um hvussu várið verður. Axel Tórgarð skrivar so- leiðis í bókini Dagar og nøvn í álmanakkanum: So mætur maður sum ápostulin Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakk- anum, annar er pæturs- messa 22. februar, og hin er pætursøka tann 29. juni. Dagurin í dag verður eisini róptur pætursstólur og sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har ápost- ulin gjørdist biskupur, varð sett eitt hásæti til hansara, so at øll kundu hoyra hann og síggja hann. Eftir sjey ár í Antiokiu fór Pætur til Róm, og hásætið ella stólurin fylgdi honum. Pætur gjørd- ist fyrsti pávin. Pávarnir siga seg vera eftirmenn hansara og sita í Pætur stóli. Á stól- inum stendur skrivað: Ubi Petrus, ibi ecclesia - har sum Pætur er, har er kirkjan. Søgan um Sankta Pætur, sum stendur við dyr himmi- ríkis og letur upp og aftur, er komin í av evangelisku frásøgnini í Matt. 15,19: »Eg vil geva tær himmirík- isins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli«. Pætur verður tí vanliga avmyndaður við lykli í hendi. T.d. sæst hann á ein- um av kirkjubøstólunum við hesum lykli. Íslendingar rópa hann Lyklapétur. Pætur er eftir grikska orð- inum petros, sum mekir klettur. Hesin dagurin verður eis- ini róptur fyrsti várdagur og várvinnutíð. Nógv var spátt um veðrið á hesum degi, m.a. varð sagt, at drap úr takskegginum pæturs- messudag, skuldi várið verða gott, men reyk hvørt holið fult, skuldi tað verða kalt. um sínum, at tað hevur ikki gingið sum eftir ánni, tá partarnir hava hitst. Í dag fara Føroya Lærara- felag og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum aftur til samráðingarborðið. Fundurin í dag verður helst týðandi fyri gongdina í sam- ráðingunum, tí 1. mars nær- kast alsamt. Børn og vaksin bíða við spenningi, um fyrsti arbeiðssteðgur í søgu Føroya Lærarafelags gerst veruleiki. Lærarafelagið hevur brynjað seg til ar- beiðssteðg og arbeiðir við at senda kunnandi blað í hvørt hús, har greitt verður frá støðu felagsins. Andras Joensen, Norsk Veritas í Føroyum, Áki Olsen, góðskuleiðari og stjórin á Vest Pack, Jóan Magnus Olsen. Mynd: Jens Kristian Vang virkið hevur fingið ISO 9002 góðkenning. Á Vest Pack hava tey leingi arbeitt við at góðsku- tryggja vørurnar og nú hava tey fingið ISO 9002 góð- kenning til bæði sølu og framleiðslu av pakkitilfari. P/F Vest Pack varð stovn- að í 1994 og tók tá yvir virk- semið hjá P/F Tór Plast, sum byrjaði Plastfram- leiðslu í 1977. Áki Olsen sigur, at krøv verða sett til t.d. flakavirki, sum Vest Pack framleiðir til, men ikki er heilt greitt, hvørji krøvini eru til tierra, sum lata til flakavirkini eru. Tí vil Vest Pack her vera eitt stig frammanfyri. - Vit leggja fastar manna- gongdir við hesi altjóða góðkenningini. Vit stýra sølu og keypi og øllum virk- semi á virkinum. Eisini er ábyrgdin staðfest og býtt út á ymsu starvsfólkini, sigur Áki Olsen. Sostatt kann virkið nú í størri mun fylgja fram- leiðsluni og harvið náa best best møguligu úrslitini, bæði fíggjarliga, innan góðsku og viðskiftanøgd- semi. - Vit eru eitt framleiðslu- virki og sjálvsagt hendir ymiskt, sum ikki skal henda. Men hetta verður tikið upp, so trupulleikin verður loystur. Soleiðis fara útreiðslurnar eisini niður, tá slíkt ikki hendir aftur ella ein veit, hvat er galið, sigur Áki Olsen, men dylir ikki, at samstundis er nakað av reklamu í góðkenningini. Árlig kanning Tað er Norsk Veritas, sum kannar viðurskiftini í sam- band við ISO 9002 góð- kenningina. Fyrst letur virk- ið inn skrivligt tilfar og síð- ani koma umboð frá Veritas at hyggja, um alt er sum tað skal. Hetta er altjóða góð- kenning og Veritas kemur á árliga vitjan at vita, um góð- kenningin verður hildin við- líka. - Tað hevur týdning, at bæði leiðsla og starvsfólk eru við uppá at hetta, og tað hava tey verið hjá okkum, sigur Áki Olsen. ISO 9002 góðkenningin er galdandi í 3 ár fyri fyrst. DAGFINN OLSEN Í 1999 gav Rúni Janusson út sítt fyrsta savn. Nú er hann aftur við einum yrk- ingasavni, ið nevnist 20 lygnir. Hann sigur í fororð- inum, at fyrra savnið var dapurt og persónligt, men at hann er glaðari nú. Tó heldur hann, at nýggja savn- ið hevur daprar yrkingar, men við komiskum íblástri. Sigga í Hoyvík eigur kápumyndina og tað er for- lagið Drekin, ið gevur út. Savnið kostar 65 krónur. Ungur yrkjari gevur út yrkingasavn Rúni Janusson hevur givið út yrkinga- savnið 20 lygnir. Fyrsta savn hansara kom í 1999 og nevndist tykni Veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, sigur at frost er ikki í luftini, nú fyrsti várdagur er. Mynd : Jens Kristian Vang