Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 16 Snýt teg va Kennir tú teg troytta og illa upplagda ein dag, royn so at skifta brúnliga kinnareyttið út við eitt rosalitt, og síggj munin. Tá tú sært frísk út, smittar tað av, og tú kennir teg eisini frískari. IF YOU CAN’T MAKE IT – FAKE IT Varrar: Varrarnar skulu vera í kraftigum liti, t.d. reytt ella pink. Eitt gott ráð er at keypa varrastiftir við køldum undirtóna, tí so gerast tenninar hvítar. Er undirtónin heitur, gerast tenninar gular. Til um dagin er gott við lipgloss við reyðum liti í, so tað ikki verður so ógvusligt. Kyssi’licious varrar – sum halda leingi Tað er torført at fáa eina sterkt reyða ella pink varrastift at halda í eitt langt, stuttligt kvøld úti. Áðrenn tú veist av, er meginparturin av litinum endaður á glaskantinum – ella enn verri – á tonnunum. Men her eru nøkur ráð, ið hjálpa tær at fáa litin at halda, soleiðis, at varrarnar verða kyssi’licious alt kvøldið.. • Turr húð á varrunum og sterktlitt varrastift hóska ikki saman!! Gev tí eisini varrunum ein umgang, tá tú nýtir scrubkrem á andlitið. Men varliga!! • Smyr brúntkrem á varrarnar og busta síðani putur á. • Tekna rundan um varrarnar við varrablýanti. Hann skal vera júst sama lit sum varrastiftin. • Smyr fyrsta lagið av varrastift á. Við pensli verður úrslitið best, og liturin heldur longst. • Pressa eitt stykki av kleenex ímillum varrarnar, soleiðis, at avlopsliturin fer av. • Smyr síðani seinna lagið av varrastift á við pensli. • Ynskir tú meiri glans, kanst tú duppa eitt lítið sindur av klárum glossi mitt á varrarnar. Far endiliga ikki út til kantin á varrunum við glossinum, tí so flýtur liturin út í rukkurnar, og blýanturin missir sína effekt. Kinnareytt: Teint: Húðin skal fyri alt í verðini ikki vera ov brún. Vøkur hvít húð sær út sum perlumor, hon sær meiri náttúrlig út, og so yngir hon í mun til sólbrenda húð, ið fær teg at síggja eldri út. Tú kanst snýta eitt sindur við sjálvbrúnara, men yvirdrív ikki!! Serliga við reyðu varrunum, er tað nógv vakrari at húðin er ljós, tí er húðin ov brún, gongur alt út í eitt. Nicole Kidman er stóra fyrimyndin. Sunneva Thorsteinsson er leiðari og lærari á Tekniska Skúla í Tórshavn. Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna og kosmetolog. Hon fylgir sera væl við í øllum tí, sum hendir innan móta, hár og make-up, og hon greiðir frá, hvat vit kunnu vænta okkum innan make-up í vetur Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Lagt til rættis Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo