fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007
17
akra…
Neglirnar verða svartar, gráar og bláar. Grátt og blátt eru litir, ið vit ikki
hava sæð fyrr innan neglalakk. Fyrr var alneyðugt, at varrar og negl hósk
aðu í liti, men nú er hetta broytt. Man sær t.d. Bláar negl og pink varrar.
Falskar eygnavippur eru eisini væl loyvdar, um tú hevur
hug at gera okkurt serligt burturúr, tá tú skalt út. Twiggy, sum
hon sá út í 60’unum, tá hon gjørdist »Face of the year«, er
stóra fyrimyndin.
Eins og ein vøkur mynd skal rammast
inn, skal eisini andlitið hava eina
vakra rammu...
Tí kanst tú nú trygt lata vera við
at nippa eygnabrýrnar so javnan.
Tunnu geisha-brýrnar eru væl og
virðiliga farnar í søguna, og í eina
tíð hava brýrnar nú verið sjónligar.
Men seinastu mótasýningarnar hjá
stóru mótahúsunum kring heimin vístu
greitt, at brýrnar komandi tíðina ikki
bert skulu prýða andlitið – tær skulu
veruliga markera tað.
Í fleiri ár hevur
highlightarin verið nýttur
beint undir eygnabrúnum,
og við nógvum perlumori
í, so at hann glansaði og
skein. Nú verður hann
fyri tað mesta nýttur inni í
eygnakrókunum og nakað
undir eyganum. Eitt sindur
skal eisini duppast á
kjálkabeinini. Highlitarin
undir brúnum skal nú ikki
vera eins sjónligur, men
bert ein ljósur – gjarna
mattur – eygnaskuggi.
Annars verða smokey eyes, sum
hava verið nógv frammi í seinastuni,
ikki so nógv at síggja í vetur. Tá
fokus er á varrarnar, skulu eyguni
vera tað minni smurd, og tí fara
vit ikki at síggja so nógv til nógv
sminkaðu eyguni. Heldur verða
tað mattir og neutralir litir av
eygnaskuggum og omanfyrinevndi
eyelinarin, ið vera hittið í vetur.
Smyrt tú tær smokey eyes – minst so
til at hava varrarnar bleikar.
Eyelinari:
Vátur eyelinari er eitt mást í vetur. Vit síggja hann allastaðni, bæði hjá
Christian Dior og hjá Gucci. Alt frá eini smalari strípu heilt niðri við
vippurnar, og líka til tjúkku 60-ara strikurnar, sum vit minnast frá Twiggy.
Heldur tú, at ein svartur eyelinari kann virka ov harður, kanst tú nýta
brúnan, gráan ella grønan í staðin
Negl:
Eygnabrýr:
Eygnaskuggar:
Highlightari:
»Hóast okkum framvegis dámar væl tann
dramatikkin, sum einar reyðar varrar ella
eini eygu við tjúkkum eyelinara kunnu geva
andlitinum, so eru einar myrkar, breiðar og væl
hildnar brýr tó tað, sum gevur allar vakrasta
úrslitið«
Fashionmagzine