fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Inni í fjálga køkinum í flagtektu
húsunum uppi á Vágsheygum
í Klaksvík sita fýra flottar,
festligar og djarvar kvinnur í
besta aldri og fáa sær kaffi
munn aftur við livandi práti um
undirlutakenslur, útsjónd og
kosmetiskar skurðviðgerðir.
Hugnaligu umstøðurnar, har
gamlir møblar koma til heiður
og æru, og hugsað er um
hvørja detalju, passa væl til
eitt prát um, hvussu ein broytt
nøs og minka bróst hava givið
nýtt mót og nýggjan lívshug.
51 ára gamla Anna og 46
ára gamla Malan hava báðar
fingið viðgerð á nýggju
kosmetisku viðgerðarstovuni í
Klaksvík, Artharmonia. Anna
slapp av við tung eygnalok,
og Malan fekk minni bróst.
Marianna, 41 ár, fekk bróst
implantat í Íslandi í 2001,
men longu sum 14 ára gomul
blivu oyruni rættað, meðan
61 ára gamla Ruth fekk
nýggja nøs við skurðviðgerð
í Bretlandi longu í 1979. Í
ár hevur hon eisini minkað
eygnalokini.
Allar eru tær á einum máli
um, at hetta eru bestu íløgur
nar í teirra lívi.
– Hetta eru best nýttu peng
ar í mínum lívi, sigur Malan,
sum fyrr í ár fór frá at brúka
skál G til D. Allar hinar nikka
samtykkjandi.
Søgan hjá hesum fýra vísir,
at talan er um meira enn
bara kosmetikk og útsjónd,
og samstundis eru tær eisini
livandi prógv um, at tøgnin
rundan um kosmetiskar
skurðviðgerðir er í ferð við at
verða brotin í Føroyum.
Fekk nøs, sum hóskaði
Tá Ruth fekk sína viðgerð í
1979, kendi hon ongan,
sum hevði fingið kosmetiska
viðgerð, og hon greiðir frá,
at tað næstan var av tilvild, at
hon fekk tað gjørt.
– Eg var kedd um nøsina,
sum heilt einfalt var tvey
nummur ov stór, men tað hevði
ongantíð komið mær til hugs
at spyrja kommunulæknan,
um okkurt kundi gerast, greiðir
hon frá.
– Tað er faktiskt Rajani'sa
æra, at eg fekk tað upp í lag
(red: Gordon Rajani, fyrr
verandi skurðlækni á Klaks
víkar Sjúkrahúsi). Eg minnist
tað, sum var tað í gjár. Tað
var norðoyastevna, og Rajani
skuldi avheinta okkurt toy fyri
konuna, og tá hann kemur
inn, hugdi eg knappliga upp
á hann, peikaði á nøsina og
segði: Veist tú ongan, sum
kann orna hetta her?
Tað var skjótt, so vóru mynd
ir sendar til góðan skurðlækna
í Bretlandi, og avtala varð
gjørd um, at Ruth skuldi koma
til skurviðgerð.
– Men eg segði tað ikki
fyri einari sál, heldur ikki fyri
mammu. Eg visti, at hon fór at
geva mær eina moralprædiku,
og tað tímdi eg ikki, sigur
Ruth.
Bretski skurðlæknin helt
avgjørt, at hon átti at fingið
sær eina minni nøs, og hann
vísti henni eina mappu við
filmstjørnum og øðrum vøkrum
fólkum.
– Men eg segði við hann,
at eg vildi ikki líkjast nøkrum.
Eg vildi bara hava eina nøs,
sum passaði til andlitið hjá
mær.
Broytt útsjónd,
broytt lív
– Eg haldi ikki, at eg var so
tilvitað um tað áðrenn, men
eftir skurðviðgerðina var tað
heilt undarligt, at eg nú kundi
venda mær uttan at hugsa
um, hvør nú sá nøsina í profil,
sigur Ruth.
Eisini Anna fegnast eisini um
sínu nýggju eygnalok. Og hon
hevði ikki blinkað við at gjørt
tað umaftur.
– Skurðviðgerðin hevur gjørt
ótrúligan mun. Nú er alt so
ljóst, tí ongar gardinur hanga
og skugga fyri ljósinum, og
tað er heilt undarligt at kunna
smyrja mær, uttan at alt hvørv
ur inn í millum rukkurnar ella
uppi á brýrnum, sigur hon
smílandi. Og væleydnaða
skurðviðgerðin hevur givið
henni mót til eisini at fáa
innlagt bróstimplantat.
Fyri Maluna, sum fekk sína
skurðviðgerð í januar í ár,
er lívið vorðið bæði lættari
og betri, nú stóra bringan er
minkað.
– Eg havi altíð roynt at fjalt
meg í myrkum klæðum, og
boygt meg saman, tá eg sat,
sigur Malan. Tey seinastu trý
árini hevur hon eisini gingið
regluliga til fysioterapeut, tí
ryggur og herðar vóru so
slitin.
– Eg eri so ræðuliga glað,
at eg fái ikki sett orð á, hvussu
stóran týdning skurðviðgerðin
hevur havt, sigur hon rørd.
– Í dag kann eg ganga
upprætt í ljósum klæðum, og
síðani skurðviðgerðina havi
eg ongantíð verið til fysiotera
peut, greiðir Malan frá.
Førdi skurðlæknar
saman
Marianna sigur tað sama.
Hon hevði fullkomiliga mist
bringuna eftir at hava givið
bróst. Men longu sum 14 ára
gomul hevði hon fingið sína
fyrstu kosmetisku skurðviðgerð.
– Eg varð illa happað, tí eg
hevði so útstandandi oyru, og
Besta íløga v
Kosmetiskar viðgerðir eru settar á breddan í Føroyum. Fyrr
tosaði eingin um slíkt, men í dag er tað púra náttúrligt at fáa
skorið eitt stykki av eygnalokunum ella sogið feitt úr
bróstunum. Vit hava prátað við fýra kvinnur, sum allar siga, at
broytta útsjóndin gav teimum eitt betri lív
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007