Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 mamma, sum eisini hevði slík oyru, vildi hava, at eg bleiv skurðviðgjørd. Eg var bangin, men tað var virkuliga gott, at hon fekk meg til tað, sigur Marianna. Hesar royndir gjørdu, at hon ikki var bangin at fara til kommunulæknan við ætlan síni um at fáa størri bróst. – Kommunlæknin skilti meg beinanvegin, greiðir Mari­ anna frá. – Hann sendi meg til Eliesar Olsen, men av tí, at hann ikki hevði tíð, helt hann, at eg skuldi fara til Íslands. Eg var einlig mamma, og viðgerðin var bíligari í Íslandi enn í Danmark. Tað stuttliga var, at Mari­ anna av tilvild endaði hjá einum skurðlækna, sum hevði lisið saman við Eliesar, men teir høvdu ikki havt samband síðani. Hetta var Ólafur Einarsson, og í dag hava teir Føroya einastu plastikskurðvið­ gerðarstovu. – Kommunulæknin var ótrú­ liga góður at hava, og eg brúkti hann eisini til eftirkann­ ingar, tí tað var ov langt at fara til Íslands, sigur Marianna og fortelur um, tá hon hoyrdi eitt av børnunum siga: Nú er mamma glað. Onga pínu Rutt búði á hotelli í Glasgow í eina viku eftir skurðviðgerðina í nøsini. – Eg sá út, sum eg hevði verið í einum álvarsomum ferðsluóhappi, og ein dagin, tá eg hevði verið í býnum og keypt, kom ein gamal maður við stavi og spurdi, um eg hevði verið í ferðsluóhappi, og um hann ikki skuldi hjálpa mær, greiðir Ruth frá. – Og eg segði bara ja, sigur hon flennandi. Men hon hevði onga pínu og tók ongar pínustillandi tablettir. Hinar siga tað sama. Anna sigur, at hon var til samtalu leygardag, var viðgjørd í eygnalokunum sunnudag, og eina viku seinni var hon til arbeiðis aftur. Malan var sjúkrameldað í ein mánað frá starvinum sum frisør. Hon heldur ikki, at hon hevði orkað at arbeitt, men hon hevði onga pínu í bringuni. – Eg skuldi brúka klistur í tríggjar mánaðir, og tað var eitt sindur roksut, men eg var leys frá sjúkrahúsinum eftir 14 dagar, og eg havi slett ikki havt ilt. Eg havi faktiskt bara havt tað gott, staðfestir Malan. Heldur ikki implantatini góvu pínu. Marianna sigur, at hon fekk lagt implantatini beint innan fyri húðina, og tað hevur verið pínuleyst. Men hon kennir aðrar, sum hava fingið implantat inn um vøddan, og tær hava havt nógva pínu aftaná. – Pínan eg havi havt, var tann sálarliga pínan, eg hevði, áðrenn eg fekk skurð­ viðgerðina, sigur Marianna avgjørd. Fordómar Hóast plastikskurðviðgerðir eru vorðnar alt meira vanligar, og øll kenna onkran, sum hevur hampað um onkran part av kroppinum, so eru framvegis fordómar knýttir at tí at broyta kroppin. Marianna heldur, at tað at vaksa um bróstini í serligan mun er knýtt at fordómum, men tær vinkonur, sum hon fortaldi ætlanir sínar fyri, stuðl­ aðu henni allar. – Tær eru eisini allar modernaðar og opinsinnaðar. Eg tímdi ikki at tosa um tað við tey, sum eg visti, ikki fóru at skilja tað, sigur Marianna.. Anna greiðir frá, at tá hon segði fólki, hvat hon ætlaði at gera, søgdu tey, at hon var komin í panikk, og at tað var fjas, at hon skuldi gera tað. – Reaktiónin hjá soninum var: Galið, mamma, tú kanst finna upp á nógv, flennir Anna. Men maðurin stuðlaði henni, og segði, at um tað var tað, sum hon ynskti, so skuldi hann gjalda. Familjan hjá Maluni stuðlaði henni hundrað prosent. Men onkur segði eisini við hana, at tað var eitt sindur býttisligt at brúka pengar til sovorðið. – Men eftir at hava sæð hvussu eg eri broytt, og hvussu nógv betur eg havi tað, hevur viðkomandi broytt meining og tosar nú um at eggja øðrum til tað sama, sigur Malan. Tær fýra kvinnurnar eru allar samdar um, at tað er gott, at fólk eru vorðin meira opin um at broyta kroppin. Tær hava allar valt at vera erligar um, hvat tær hava gjørt, og tær vænta, at jú betur fólk skilja, hvat tað handlar um, jú færri fordómar vera. Tekstur: Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Myndirnar vinstrumegin: Mari­ anna Eysturoy (vm) og Malan Vágsgarð (hm) hava báðar hampað um bróstini. – Eg eri so ræðuliga glað, at eg fái ikki sett orð á tað, sigur Malan, sum er farin frá skál G til skál D Myndirnar høgrumegin: Anna Damberg (vm) og Ruth Laksafoss (hm) hava báðar fingið ornað eygnalokini. Og Ruth fekk longu í 1979 eina nýggja nøs. – Nú er alt so ljóst, tí ongar gardinur hanga og skugga fyri ljósið, sigur Anna vit hava gjørt pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 Læknin vísti mær eina mappu við filmstjørnum, men eg segði við hann, at eg vildi ikki líkjast nøkrum. Eg vildi bara hava eina nøs, sum passaði til anlitið hjá mær Ruth Tað er heilt undarligt at kunna smyrja mær, uttan at alt hvørvur inn í millum rukkurnar ella uppi á brýrnum Anna Pínan eg havi havt, var tann sálarliga pínan, eg hevði, áðrenn eg fekk skurðviðgerðina. Aftaná var alt gott Marianna Eg havi altíð roynt at fjalt meg í myrkum klæðum. Nú kann eg ganga upprætt í ljósum klæðum og gangi ikki longur til fysioterapi fyri ryggin Malan