Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Navn: Beinta Poulsen, Útbúgving: Sniðgevi Skúli: Columbineskolen í Keypmannahavn Ùtbúgvingartíð: 2 ár Heimasíða: www.columbineskolen.dk Beinta um skúlan... Columbineskúlin er ein privatur skúli. T.v.s., at man rindar skúlagjaldið sjálvur. Tá eg gekk har, var prísurin 3500 kr um mánaðin. Man fær SU undir útbúgvingini, og man fær faktiskt eyka SU gjald. Eg haldi vit fingu einar 1500 kr eyka um mánaðin, av tí, at skúlin er privatur. Tað er ein lítil skúli, vit vóru ikki 100 næmingar. Tað vóru tveir byrjunarflokkar og ein framhaldsflokkur, tí tað eru nógv, sum fella frá eftir fyrsta árið. Tað kemst kanska serliga av, at skúlin er so dýrur. ... um útbúgvingina Tað verður serliga lagdur dentur á handverkið sjálvt. Tað er snýr seg fyri tað mesta um at tekna mynstur, um seymingina sjálva og at rætta til, soleiðis, at passformurin verður perfektur. Tað snýr seg ikki nógv um at gera designupplegg, at gera mappir, um branding og framleiðslu í útlondunum. ... um upptøkuna Tað eitur, at tey seta krøv. Man skal t.d. til samrøðu, har man skal siga hvat man hevur gjørt higartil, og man skal eisini hava okkurt við, sum man hevur seymað. Men tey allarflestu sleppa inn, tí í síðsta enda snýr tað seg jú eisini um pengar, eftirsum tað er ein privatur skúli. ... um fyrimunir og vansar við útbúgvingini At eg dugi at velja góðan kvalitet og at fáa ein góðan passform, er gull vert, nú vit hava egið merkið. (Beinta møtti samstarvspartnara sínum á Columbinuskúlanum, og tær byrjaðu merkið Soulmade beint eftir lokna skúlagongd, blaðkv.) Men mær manglaði eitt sindur av vitan um framleiðslu í útlondunum, branding o.s.v., tá man so kemur út í arbeiðslívið við sínum egna merki. Eg var noydd at læra alt tað tann harða vegin. So tað er gott at ganga á Columbineskúlanum og læra alt handverkið, men man skal kanska eisini taka onkran yvirbygna innan vinnu og handil, so er man væl fyri. Tað hevði eg bara ikki tol til, haha.. Navn: Gunn S. Müller Skúli: Dec Design Útbúgving: Design Teknolog Ùtbúgvingartíð: 2 ár + møguleiki fyri 1 ½ ár yvirbygnaði Heimasíða: www.bec-design.dk Gunn um skúlan... Hetta er ein skúli, sum landið rindar. T.v.s. at tú rindar einki fyri at ganga har, og tú fært SU alla skúlatíðina. Tað er ein rættiliga stórur skúli. Tá eg gekk tóku tey 75 inn um árið, men tað er ein so nógv eftirspurd útbúgving, at tey nú hava hækkað tað til 150 næmingar um árið. ... um útbúgvingina Hetta er ein rættiliga kommerciell og industriell útbúgving, so tað snýr seg nógv um handil. Tað er ikki ein serliga listarlig útbúgving. Men øll hava eitt basisár, har man hevur allar lærugreinarar, bæði tað handaliga og tað meiri vinnuliga. Næsta árið velur man seg so inn á eina linju, t.d. formgeving, framleiðslu ella handil. Síðsta ½ árið velur tú teg so aftur inn á eitt serøkið á tíni linju. Eg valdi formgeving og design, har mítt serøki er at gera kollektiónir. Tað er ein ógvuliga intensur skúli, tí hann tekur bara 2 ár, so tað er nógv at gera eisini eftir skúlatíð. Síðani kann man so eisini taka hálvtannað ár afturat, har man av álvara spesialiserar seg innan sítt øki. Tann parturin kann eisini takast í útlondunum, t.d. Italia. ... um upptøkuna Tað er ein verulig upptøkuroynd, sum varir einar 4 tímar, har tú skalt vísa tínar dygdir innan handil, marknaðarføring og design. Tú fært nógvar ymiskar uppgávur, sum tú so skalt loysa, m.a. tekning, mynsturproduktión og rokning. Og so fær man stig fyri loystu uppgávurnar. Tað eru nógv, sum verða sálda frá við upptøkuroyndina; tá eg gekk, søktu eini 150 og tað sluppu bert 75 inn. Eg møtti sjálv upp í Keypmannahavn til royndina, men eg veit um onkran føroying, sum hevur tikið royndina á netinum, og sum er sloppin inn. ... um fyrimunir og vansar Tað er ein fyrimunur at tú ert væl rustaður at fara út í vinnulívið beint eftir skúlan, tí tað er so nógvur handil og marknaðarføring. Tú lærir alla heildina, líka frá hugskotinum og øll stigini á vegnum inntil vøran liggur úti í handlinum. Ein vansi er kanska, at tað er skjótt at missa tað listarliga. Tær nýtist næstan ikki at duga at seyma, fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina. Men dugir tú at seyma áðrenn tú byrjar her, so ert tú ræðuliga væl fyri. Munurin á sniðge pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007