fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Navn: Inga Maria Vang Svínoy
Útbúgving: Master of arts – sniðgevi
Skúli: Accademia Italiana
Skúlatíð: 3 ár
Heimasíða: www.accademiaitaliana.it
Inga Maria um skúlan..
Hetta er stórur skúli, við fleiri linjum innan
sniðgeving, t.d. innan møblar, at pynta
vindeygu, klædnasniðgeving o.s.fr. Av tí, at
hetta er ein internationalur skúli, har undirvísingin
er á italienskum, er eisini ein málskúli ein partur
av skúlanum, so har eru nógvir næmingar.
Ein flokkur verður tikin inn ½ hvørt ár til hvørja
linju, og tað eru uml. 20-24 næmingar í
hvørjum flokki. Tað er ein privatur skúli, men
av tí, at hann liggur í Italia, rindar ÙSUN fyri
skúlagjaldið, so eg havi ikki goldið eina kr.
sjálv. Harumframt fær man SU, og skúlin hjálpir
til at finna íbúð, so tað er eingin trupulleiki. Man
skuldi venja seg við tað italienska, men eg gekk
á málskúlanum í 3 mánaðir, tá eg byrjaði, og
tað hjálpti væl. Fráveran verður skrivað upp, so
tað ræður um ikki at hava ov høgt prosent, júst
sum í studentaskúlanum.
... um útbúgvingina
Tað snýr seg fyri tað mesta um at gera
kollektiónir, so man teknar nógv øll trý árini.
Men fyri at skilja hvussu tú skalt tekna, t.d. hvar
innsnitt o.t. skulu vera, er neyðugt, at tú kennir
alla heildina, og at tú eisini dugir at seyma. So
tað verður tikið heilt frá grundini. Tað er strævið,
og tú hevur nógv at gera, eisini í frítíðini. Tað
er ikki ein serliga handilslig útbúgving, so um
tú ætlar tær beint á marknaðin, so er best, at tú
finnur tær ein makkara, sum hevur skil fyri tí. Sum
t.d. Guðrun og Guðrun gera.
... um upptøku
Fyrsta árið er ikki upptøkuroynd. Eg haldi, at
øll sleppa inn 1. árið. Men 2. og 3. árið skalt
tú vísa onkra serliga uppgávu, eina bók við
tekningum ella okkurt, tú hevur seymað. Tú skalt
veruliga gera nakað fyri tað, um tú ætlar tær
víðari. Men um tú gert ein innsats gjøgnum árið,
so er einki problem. Og um lærararnir síggja,
at tú gert nakað fyri tað, so eru teir eisini fúsir at
hjálpa.
... um fyrimunir og vansar
Um tú ikki hevur lætt við at læra mál og ikki
trívist í eini fremmandari mentan, so er tað nokk
ein vansi. Annars dugi eg ikki at síggja nakran
annan vansa. Tað er lítið av marknaðarføring
o.t., men var ov nógv av tí, trúgvi eg, at tað
hevði dripið mín skúlahug. Eg tími at seyma og
tí valdi eg hendan skúlan. Ein fyrimunur fyri meg
var, at eg fekk so ómetaliga nógv annað enn
bert skúlan. Landið er so spennandi –serliga
tá tú arbeiðir við móta, og havi fingið nógvar
internationalar vinir. Hetta var júst tað, eg
droymdi um, og tí havi eg so lítið ringt at siga.
evaraskúlum?
Navn: Jóhanna av Steinum
Skúli: London College of Fashion og Central St.
Martins
Ùtbúgving: Bacchelor í Fashion Knitwear
Útbúgvingartíð: 4 ár tilsamans, 2 ár á hvørjum skúla
Heimasíða: www.csm.arts.ac.uk
Jóhanna um skúlan...
Eg var fyrst tvey ár á London College of Fashion,
fyri at fáa grundina, soleiðis at eg kundi taka
bacchelorútbúgvingina. Hana tók eg á St. Martins.
Hon tekur vanliga 3 ár, men eg hevði so nógvar
royndir, at eg slapp beint inn á 2. árið. St. Martins
er ein stórur skúli, við linjum innan t.d. smúkkur,
keramikk og fine arts. Á fashion-linjuni eru eisini
nógvar linjur, og eg valdi knitwear-linjuna. Tað er
ein dýrur skúli, men ÚSUN rindar gjaldið.
... um útbúgvingina
Undirvísingin snýr seg nógv um verkætlanir. Lærarin
kemur inn, gevur tær evnið til verkætlanina, og
so arbeiðir tú við tí. Tímarnir eru fyri tað mesta er
1:1, soleiðis, at tú fært tosað við læraran, og kann
spyrja um ivamál við tekning, seyming ella sniði.
Tað er nógv sjálvstøðugt arbeiði. Tá verkætlanin er
liðug, er lærarin burtur, og so fært tú ein nýggjan
lærara til næstu verkætlan. Hetta er ein listarlig
útbúgving, sum hevur lítla og onga marknaðarliga
undirvísing. Tú fært karakterir, men endaliga
royndin er tað, sum avgerð alt. Tá skalt tú gera
eina kollektión, sum telur 80% av samlaða karak-
terinum, og til eina skrivliga roynd, sum telur 20 %.
... um upptøku
Fyrst sendir tú eina skrivliga umsókn, har tú greiðir
frá um teg sjálvan. Tú skalt eisini senda viðmæli,
t.d. frá arbeiðsgevarum ella øðrum skúlum. Tú mást
prógva førleika í enskum, t.d. við studentsprógvi.
Fyri at verða upptikin, skalt tú hava tikið eitt grund-
skeið. Eg tók tað á London College of Fashion,
men tað fært tú eisini tikið á St. Martins. Nógv
verða so sáldað frá, og nøkur verða biðin at
koma til samrøðu. Tá skalt tú vísa eina portfolio við
tekningum, myndum, prøvar av onkrum bundnum
o.t. So skalt tú innaftur til eina samrøðu. Her verða
eisini nógv sáldað frá.
... um fyrimunir og vansar
Tað var keðiligt, at maskinaríið ikki altíð var í
ordan. Har eru nógvir næmingar, og tí kundu tað
verið betri umstøður og fleiri maskinur. Tað kundi
eisini verið meiri undirvísing, men hinvegin kann
tað vera ein fyrimunur, um tú ert nóg búgvin til
hetta slagið av skúlagongd. Men skúlin er ótrúliga
góður, og hann liggur mitt í West End í London, so
tað kundi ikki verið betri. Undirvísingin er á høgum
støði, og skúlin í sær sjálvum gevur stóra prestigu.
Tað kundi kanska verið meiri marknaðarføring, men
hevur man hug, kann man supplera. Tað gjørdi eg,
og tað var fínt.
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007
Tekstir: Eydna Skaale
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen