Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 209 - 29. oktober 2007 Pf Smyril Line søkir eftir yvir stýrimanni til Norr- önu. Vit bjóða tær eitt spennandi starv umborð á fl aggskipinum í føroysku ferðavinnuni. Starvið er avbjóðandi og fjølbroytt, og tú fært ein góðan møguleika at verða við í framhaldandi menning ini av Norrönu og Pf Smyril Line. Títt komandi arbeiðspláss er eitt av størstu, bestu og nýggjastu ferðamannaskipum á Norður atlants havinum, og samstundis størsta skip føroyingar eiga. Hon tekur 1482 ferðafólk, 800 bilar og manningin, tá hon er mest, telur heili 118 fólk. Aftrat góðum starvstreytum bjóða vit hartil eina áhugaverda siglingar ætlan, góða løn og góða frítíðaravtalu. Smyril Line leggur stóran dent á at hava so gott starvsfólkatilfeingi sum gjørligt og at skapa so góðar karrierumøguleikar sum gjørligt. Tískil er tað ein treyt, at umsøkjarin hevur skips stjóra- potentiali og kann virka sum avloysaraskipari á Norrönu. Førleikakrøv: Vinnubræv sum skipsførari á 1. stig. • Arbeiða sjálvstøðugt og hava góð • samstarvs- og leiðaraevni. Øll kravd og neyðug skeið og prógv. • Leiðsluroyndir umframt góð búskaparlig og • analytisk evni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá ferða mannaskip um áður, men hetta er eingin treyt. Lønarviðurskifti og setanartreytir Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Skip ara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið. Umframt sáttmálalønina verður serligt ískoyti latið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum og møgu lig- um ummælum skulu sendast til: PF SMYRIL LINE Att. Andras Róin, stjóri P.O Box 370 FO-110 Tórshavn ar@smyril-line.fo Umsøknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 9. november 2007. Nærri kunning um starvið kunnu fáast við at venda sær til Andras Róin, stjóra, á tlf. 345900. Vilt tú verða í fyrstu røð í føroyskari skipa- og ferðavinnu? Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skrivstovum í Føroyar, Ísland, Noreg, Danmark og Týsklandi, umframt samstarvsfelagar í nógv- um øðrum londum. S M Y R I L L I N E · J . B R O N C K S G Ø TA 3 7 · P O S T B O K S 3 7 0 · F O - 1 1 0 T Ó R S H AV N · T L F 3 4 5 9 0 0 · FA X 3 4 5 9 5 0 · O F F I C E@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE. COM YVIRSTÝRIMAÐUR TIL NORRÖNU lýsingar Eitt starv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt. Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar. • Luttaka í dagliga arbeiðinum. • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og tyrgdarhondbókini. • Annað fyrifallandi arbeiði Førleikakrøv • Útbúgving sum skipsførari. • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer). • Heilsuváttan fyri sjómenn. • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli. • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa. • Prógv, so sum frc, eldsløkking, fyrstuhjálp, vinnu- kavari og onnur ið eru viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er við gildugum prógvum. • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunir men ikki krav. Setanartreytir Starvið er tænastumannastarv og lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastu- staðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1. stýrimaður. Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 12. november 2007 klokkan 14.00. Umsóknirnar skulu sendast til Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn att: Jóannes Heimustovu Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 311065 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.fisk.fo. www.fisk.fo 1. STÝRIMAÐUR TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ