Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 29. oktober 2007 5 Hugsa um dekkini, nú veturin kemur Veitst tú, at upp móti 50% fl eiri skaðar henda í ferðsluni um veturin í mun til um summarið. Minst tí til at: • Foyrurnar í dekkunum skulu vera í minsta lagi 1,6 millimetrar, men tað verður viðmælt at skifta dekkini, tá foyrurnar eru minni enn 3,5 millimetrar. Hetta er galdandi fyri bæði vetrardekk og dekk við píkum. • Loyvt er at brúka píkadekk frá 16. oktober til og við 30. apríl. • Bilar tyngri enn 3500 kg eiga at hava ketur til taks. • Tryggja tær nøktandi vegatak í mun til førið. • Umstøðurnar kunnu broytast munandi, hægri tú kemur upp. Ansa tí eftir, tá tú til dømis koyrir millum bygdir. - so ert tú tryggari www.trygging.fo 2. MEISTARI TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst, at seta sum skjótast. Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskin- rúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv • Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 2. stigi. • Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving • Heilsuváttan fyri sjómenn • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni • Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, fyrstu- hjálp, vinnukavari og onnur ið eru viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er við gildugum prógvum. • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav. Setanartreytir Starvið er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistara-felagið. Setanarreytir eru eisini sambart avtalu millum áðurnevndu. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er 2.meistari. Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 12. november 2007 kl. 1400. Umsóknir skulu sendast til Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn att: Jóannes Heimustovu Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.fisk.fo. www.fisk.fo lýsingar