Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 209 - 29. oktober 2007 lýsingar ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Tað er ikki líka mikið, hvar ein eigur partabrøv. Seinastu tvær vikurnar eru nógvir kvartalsroknskapir komnir hjá børsskrásettu fyri- tøkunum, eins og lógin krevur, og tað kann flyta kursirnar nógv, alt eftir hvussu roknskapirnir síggja út. Roknskapirnir skulu, sum vera man vera, vera gjøgnumskygdir, so borðreitt verður við øllum viðurskiftum, sum kunnu ávirka íløguhugin hjá íleggjarum. - Nú roknskapirnir koma, hevur tað nógv at siga, hvar ein eigur partabrøv, staðfestir Jákup Petur Bærentsen, íløgurøktari. Í nógvum førum liva roknskapirnir upp til tær væntanir, sum eru frammanundan, og sostatt ávirka roknskapirnir ikki kursirnar nevnivert. Í øðrum førum verða óvæntað viðurskifti avdúkað í roknskapinum, sum kunnu hava stóra ávirkan á kursvirðið. Sum dømi um hetta seinra kunnu vit nevna bankar við teimum problematisku subprime-lánunum. Har stórtap eru staðfest, eru kursirnir kavaðir samsvarandi. Verða inntøkumetingar hjá fyritøkum upp- ella niðurjusteraðar, so plagar hetta eisini at hava bráða ávirkan á kursirnar, so teir standa mát við justeringarnar. Uppkeyp ávirka kursir Jákup Petur Bærentsen vísir á nakað annað, sum eisini flytir kursir nógv. Hetta er, tá fyritøkur keypa aðrar fyritøkur upp. Hetta hava vit í seinastuni sæð viðvíkjandi danska bryggjarínum Carlsberg, sum saman við hollendska Heineken roynir at yvirtaka skotska Scottish Newcastle. - Tá hesi tíðindi bórust, hækkaði kursurin hjá Carlsberg eini 10 prosent. Men dagin eftir, tá tað hoyrdist, at yvirtøkan fór at verða truplari enn hildið, so lækkaði kursurin hjá Carlsberg 20 prosent. Av hesum trimum er Carlsberg einasta partabrævið, sum kann handlast í Íløguspælinum. Men heldur Jákup Petur Bærentsen so, at tað finst nøkur tummulfingraregla viðvíkjandi uppkeypi av fyritøkum? - Tað er trupult at vita, hvønn veg kursurin fer hjá tí fyritøkuni, sum keypir aðra upp. Hinvegin er tað næstan altíð so, at kursurin hjá tí fyritøkuni, ið verður uppkeypt, hækkar, sigur hann og vísir til, at kursurin hjá Scottish Newcastle er hækkaður nógv. Sama sóðu vit á sinni, tá kendi føroyski íløgumatadorurin Jákup á Dul Jacobsen og Tryggingarfelagið keyptu lut í amerikonsku fyritøkuni Linens’n Thing. Stutt eftir var Linens’n Thing uppkeypt av einum stórum íleggjara, og hetta fyri ein kurs, sum var eini 10 prosent hægri enn áðrenn. Kursir til stroks grundað á væntanir Tað finnast uppaftur aðrar fyritøkur, sum hvørki hava havt nevniverdugan vinning ella hall, men har kursurin kortini er farin til stroks. Danski vindmylluframleiðarin Vestas og føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hava havt óvanligan kursvøkstur, hóast lítlar ella ongar inntøkur hava verið enn. Partabrævakursurin hjá Vestas er seinasta árið hækkaður 176 prosent og tann hjá Atlantic Petroleum er hækkaður 194 prosent. Hjá báðum hesum fyritøkum eru hækkingarnar í stóran mun grundaðar á fram- tíðarvæntanir, um enn tær eru væl grundfestar. Gudme Raaschou Bank setti nýliga kursmálið hjá Altantic Petroleum til 1700 grundað á ein oljuprís á 55 dollarar, hóast oljuprísurin er farin langt upp um hetta. So kann ein spyrja, hví kursmálið ikki heldur verður sett út frá aktuellum oljuprísi? - Tað er heilt vanligt at seta tað út frá einum lægri oljuprísi enn tí aktuella. Eingin kann av góðum grundum vita, hvat oljuprísurin verður um 3-4 ár, tá Atlantic Petroleum fer at framleiða olju frá Hook Head, har nýggjastu fundirnir eru gjørdir, vísir Jákup Petur Bærentsen á. Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Sum kunngjørt fáa spælararnir, sum standa seg best í Íløguspælinum hvørja viku, vinningar frá Kaupthing Bank. Besti spælarin er tann, ið hevur havt størsta vinning í prosentum farnu vikuna. Vinningurin hesaferð er eitt gávukort fyri tvey til eitt kvøld við serligari vín- og matskrá frá Gourmet. Besti spælarin í viku 43: Samal Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr 219.147,67 (+23,67%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Kaupthing Bank 2,000 1,900 1,800 1,700 1,600 1,500 1,400 23/10 24/10 27/10 28/10 29/10 25/10 26/10 Gongdin hjá topp 3 (vika 43) navijoe Ollysan hanna21 www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 5. vika Halt eyga við roknskapunum sansir.fo Topp 10 (29. okt. 2007 kl. 10.05) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 144,58 kr. 1.858.712,19 kr. 1.858.856,78 kr. +85,89 % hanna21 96,57 kr. 1.671.401,50 kr. 1.671.498,07 kr. +67,15 % Ollysan 1,41 kr. 1.555.435,57 kr. 1.555.436,99 kr. +55,54 % TNT 608.491,20 kr. 927.500,00 kr. 1.535.991,20 kr. +53,60 % bjarnass 1.485.729,92 kr. 0,00 kr. 1.485.729,92 kr. +48,57 % GoogleInvest 24,82 kr. 1.451.304,00 kr. 1.451.328,82 kr. +45,13 % jubiijan 1.396.953,70 kr. 0,00 kr. 1.396.953,70 kr. +39,70 % Friang 256,99 kr. 1.365.831,00 kr. 1.366.087,99 kr. +36,61 % Martinius85 0,57 kr. 1.338.862,62 kr. 1.338.863,20 kr. +33,89 % visti 1.320.669,11 kr. 0,00 kr. 1.320.669,11 kr. +32,07 % Roknskapirnir fyri triðja ársfjórðing skola inn í hesum døgum, og tað kann ávirka partabrævakursirnar. Annað sum kann ávirka er, tá fyritøkur keypa aðrar fyritøkur upp, ella sjálvar verða keyptar upp av øðrum.