mánadagur 29. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 209 - 29. oktober 2007
Búskaparráðið hev
ur peikifingurin
á lofti í nýggjastu
frágreiðingini, sum
varð løgd fram á tíð
indafundi í morgun.
Skattalættarnir,
rentustuðulin, fiski
mannafrádrátturin
og vantandi hagtøl
standa fyri skotum,
og manglandi
avtalur millum land
og kommunur er
eisini ein vansi fyri
búskapin
BÚSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stór ferð er á búskapinum í
løtuni. Tað staðfestir búskap
arráðið, sjálvt um hagtals
grundarlagið er ófullfíggjað
og í besta føri fleiri ár aftur
út.
Stórt trot er á arbeiðs
megi í Føroyum, og tað hev
ur lønarglíðingar við sær,
sum skjótt kann ávirka
kappingarevnini hjá útflutn
ingsvinnuni skeiva vegin.
Um útreiðslurnar hjá okkara
fyritøkum vaksa meiri enn
hjá kappingarneytunum utt
anlands, fáa vit ein trupul
leika, vísir búskaparráðið
á.
Tað er ikki tørvur á hjá
tí almenna at føra ein
ekspansivan fíggjarpolitikk,
eins og tað ikki er tørvur á
skattalættum, sigur Jørn
Astrup Hansen, formaður í
Búskaparráðnum.
Hann finst hvassliga at
førda
skattapolitikkinum
hjá landsstýrinum.
Tað er heilt »hen í veðr
ið« at avgera í 2004, at vit
skulu hava ein skattalætta í
2007.
Samstundis
sum
mann vil stramma búskapin
gevur mann skattalætta.
Tað ber ikki til at regulera
almenna sektorin ár fyri ár,
tað er neyðugt við eini fast
ari búskaparligari gongd,
sigur formaðurin í Búskap
arráðnum.
Tað verður eisini sagt í
frágreiðingini, at møguleiki
jú er fyri, at búskapurin
regulerar seg sjálvan.
Ætlan landsstýrisins er,
at løgtingsfíggjarlógin fyri
2008 skal tálma búskapar
gongdini. Við tí í huga tykir
tað
Búskaparráðnum
at
vera skeivt av landsstýrinum,
fjórða árið upp í slag at
lækka skattin fyri at stimbra
búskapin. Tað gekk eftir
ætlan í 2005, tá stígur var í
búskapinum, skattapolitikk
urin var tá konjunkturmót
gangandi. Men í 2006 og
2007, tá aftur var búskap
arframgongd, gjørdu skatta
lættarnir bara sítt til at
stimbra búskapin enn meira
– og skattapolitikkurin var
nú vorðin konjunkturvið
gangandi, sigur Búskapar
ráðið.
Eingi neyv hagtøl
Ráðið sigur, at tað er ikki
rætt, at viðtaka konjunktur
mótgangandi tiltøk, sum
røkka langt inn í framtíðina,
sum í hesum føri fleiri ár
fram. Búskapargongdin vís
ir seg viðhvørt at vera ein
onnur enn væntað, og tí er
vandi fyri, at tiltøk, sum
ikki koma í rættari tíð og
ikki røttum vavi, skjótt
koma at gera ein ójavnan í
búskapinum enn størri.
Dagførd og neyv hagtøl
eru týðandi fyritreytir fyri
at føra ein virknan fíggjar
politikk, men slík vanta í
Føroyum. Tískil eigur lands
stýrið at halda seg frá at
føra ein virknan fíggjar
politikk, men í staðin dúva
upp á teir sjálvvirkandi
stabilatorarnar, sum eru í
búskapinum,
so
sum
progressiva skattastigan og
sosialar skipanir, harímillum
ALS og aðrar.
Annars metir Búskapar
ráðið, at tað verður hugt ov
nógv at almennu rakstrar
útreiðslunum,
tá
tiltøk
skulu fremjast. Stórur part
ur av almennu rakstrarút
reiðslunum eru lógarbundn
ar, og tað er skeivt at minka
og vaksa almenna geiran alt
eftir, um tað er búskapar
afturgongd ella –framgongd.
Í staðin eiga konjunktur
javnandi tiltøk at síggjast
aftur í ætlaðu íløgunum.
Annars heldur Búskapar
ráðið, at ein broyting í
skattatrýstinum
eftir
umstøðunum kann vera eitt
hentari amboð enn broyting
ar upp og niður í rakstrinum.
Heilt ítøkiliga hevðí tað
verið betur, um landsstýrið
heldur enn at pína raksturin
niður, slepti skattalættanum
í 2008.
Rentustuðulin burtur
Nakað, sum Búskaparráðið
fýlist á, er vantandi avtala
millum land og kommunur
um íløgurnar.
Í verandi støðu tykist
tað, sum hevur landsstýrið
ov fá amboð til at ávirka
búskapin við. Tað sker í eyg
uni, at landsstýrið og komm
unurnar ikki hava avtalað
felags rammur um komm
unalu fíggjarætlanirnar. Tað
kann skjótt henda, at vøkst
urin í kommunala búskap
inum javnar út tey tálmandi
tiltøk, sum landsstýrið frem
ur gjøgnum løgtingsfíggjar
lógina, og væl tað, sigur
Búskaparráðið.
Teir meta eisini, at rentu
stuðulin saman við nýggju
lánunum frá peningastovn
unum í stóran mun hevur
virkað við til búskaparfram
gongdina. Eftir bara tveim
um árum hava húsarhaldini
økt sína skuld við 40% og
hava kapitaliserað rentu
stuðulin eins og gjaldføris
lættan, sum tey fingu við
nýggju afturgjaldsskipanun
um av lánunum.
Ein kundi ynskt, at ein líð
andi avtøka av rentustuðl
inum hevði verið sett í verk
fyri nøkrum árum síðani, tá
rentan var søguliga lág.
Men Búskaparráðið hevur
framvegis ta áskoðan, at
rentustuðulin so líðandi eig
ur at verða avtikin, verður
sagt í frágreiðingini.
Men tað eru ikki bara
húsarhaldini, sum hava økt
sína skuld. Vinnufyritøkur
nar høvdu, tá komið var um
fyrsta hálvár 2007, økt sína
skuld við 55% samanborið
við somu tíð árið fyri. Tað
er lítið, sum bendir á, at fyri
tøkurnar hava økt íløgurnar
samsvarandi. Trúligari er,
at máað verður burtur av
kapitalgrundarlagnum
undir fyritøkunum.
Fyritøkur eru keyptar og
seldar. Fleiri av teimum
hava sitið við fiskiloyvum,
sum
harvið
eru
blivin
kapitaliserað, og tað hevur
havt við sær, at eginkapitalur
er tikin út úr vinnuni, og
fremmandafígging komin
inn í staðin. Og hesum má
ansast eftir, metir Búskapar
ráðið.
Avtaka stuðuls
skipanir
Stóri vøksturin í búskapin
um hevur havt við sær eyð
sýndar trongar á arbeiðs
marknaðinum. Tí verður
umhugsað at lata føroyska
arbeiðsmarknaðin
meira
upp fyri útlendskari arbeiðs
megi úr ESlondunum. Tað
kann verða ein góð loysn,
men tað er ein veruleiki, at
gestaarbeiðarar
mangan
vísa seg at verða innflyt
arar.
At innflyta arbeiðsmegi
vil vituliga geva okkum tær
hendur, sum í dag tróta.
Men hesir nýggju íbúgvar
fara við tíðini at viðføra økt
krøv til samfelagsins infra
skipan í breiðari meining,
krøv, sum vit mugu vera til
reiðar at lúka, sigur Búskap
arráðið.
Í hesum samanhanginum,
har umhugsað verður at
innflyta arbeiðsmegi, liggur
nær eisini at hugsa, um ikki
vit binda meira arbeiðsmegi
enn neyðugt er í pørtum av
arbeiðsmarknaðinum. Tað
er eyðsýnt, at tað fer at
loysa arbeiðsmegi úr fiska
virkjunum, um fiskavirkis
skipanin hjá ALS verður
avtikin.
Eins eyðsýnt er tað, at vit
fara at fáa ein effektivari
heimafiskiflota, um hesin
ikki longur skal hava skyldu
til at lands ein part av veið
ini í Føroyum. Samanum
tikið er stóra búskapar
gongdin í løtuni eitt gott
høvi til at endurskoða stuð
ulsskipanirnar,
sigur
Búskaparráðið í nýggjastu
frágreiðing síni.
Vantandi hagtøl ein trupulleiki
Boys in a Band vunnu GBOB
GBOB kapping var um vikuskifti, og vóru rapportarar frá Sosialinum
sjálvandi eisini til staðar. Vinnari gjørdist skemtiliga og evnaríka
orkestrið Boys in a Band. Sambært dómarunum var nakað av iva um
Boys in a Band ella The Story Ends skuldu vinna. Men teir hildu, at
fyrimunurin hjá Boys in a Band var, at teir vóru so sjálvsikrir á
pallinum, tá ið teir spældu. Vónandi fara teir eisini at vera hetta, tá ið
teir tann 4. desember fara til Onglands at kappast um 100.000 USD
og eina spæliferð kring heimin. Les frásøgn frá GBOB í blaðnum í
morgin.
Jón Brian í luftini
Kl 11 í morgin var Jón Brian Hvidtfeldt fyri fyrstu ferð at
hoyra á Rás 2. Jón Brian Hvidtfeldt er saman við Elini
Winther Poulsen settur í starv sum tíðindafólk á Rás 2.
Tey hava bæði verið í starvi í Kringvarpinum. Næsta
mánadag verður Elin eisini at hoyra á Rásini. Jón Brian er
útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskoe á
sumri í 2004, og hann hevur síðani starvast í útvarpinum.
Fyrr í ár varð hann av miðlafólki kosin ”Ársins
Journalistur 2007”. Í praktikktíðini var Jón Brian eitt
skifti á Sosialinum.
Jørn Astrup Hansen er formaður í Búskaparráðnum