Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 209 - 29. oktober 2007 Leggja møguliga hallir saman Badmintonhøllin í Klaksvík letur upp í næstum, og býráðspolitikkarnir taka í annaðkvøld støðu til um hallirnar skulu knýtast saman. Hetta kemur til viðgerðar á býráðsfundinum í annaðkvøld, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. Tað verður mett at hava stóran fyrimun, at hallirnar verða samanbygdar. Hetta vil geva møguleikar fyri at gagnnýta báðar hallirnar til størri tiltøk. Leingi hevur verið tosað um at samanbyggja hallirnar við svimjihøllina og er hetta fyrsta byggistigið í samlaðu ætlanini. Gerst hetta veruleiki, fer økið óivað at gerast ein kraftdepil mitt í Klaksvík. Vegleiðing um vaktmyndatól Nýtslan av vakmyndatólum er støðugt vaksandi í londunum rundan um okkum, og Dátueftirlitið metir, at hetta sama helst eisini er gald­ andi í Føroyum. Í vegleiðingini er ein listi við fimm høvuðspunkt­ um, sum farast skal ígjøgnum, tá talan er um vaktarhald, sum er fevnt av persónsupplýsingarlógini. Høvuðspunktini eru: Er veruliga neyðugt við eftirliti, hevur tú hugsað um aðrar møguleikar, er tað loyvt at hava eftirlit við økinum við vakmyndatóli, kennir tú tínar skyldur, tá ið tú hevur eftirlit og brúkar tú minst víðfevnandi hátt at hava eftirlit. Vegleiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.datueftirlitid.fo - Vit skulu hava ein praktiskan ríkisfelagsskap. Tað var ein boðskapur hjá forkvinnuni í danska Javnaðarflokkinum á landsfundinum hjá Føroya Javnaðarflokki í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Felagsskapur er lyklaorðið í ríkisfelagsskapinum. Tað staðfesti Forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, Helle Thorning­Schmidt, á landsfundinum hjá Føroya Javnaðarflokki í Norður­ landahúsinum figgjakvøld­ ið. Thorning­Schmidt kom ikki sjálv til Føroya, men tosaði við fundarfólkið á stórskíggja. ­ Eg vil hava ein ríkis­ felagsskap, sum tit øll eru ein partur í og sum byggir á javnrætt, á virðing og eitt praktiskt samstarv. Hon helt, at júst hetta er so avgerðandi fyri ríkisfel­ agsskapin. ­ Ríkisfelagsskapurin snýr seg ikki bara um lógir og paragraffir. Tað snýr seg eisini um, at tað eru sterk familjubond ímillum Føroy­ ar og Danmark og tað er eisini vert at hugsa um, so at ríkisfelagsskapurin ikki bara snýr seg um lógir og paragraffir. Hon gleddi seg til at fáa eitt betri samskifti við før­ oyingar, tí hon helt sam­ skiftið ímillum Føroyar Og Danmark hevur alt ov leingi verið merkt av lógum og paragraffum og hon helt, at tað vóru gróðrarlíkindi fyri einum betri samstarvi. Helle Thorning­Schmidt segði eisini, at sum politiska støðan Danmark er, og sum hon kann verða eftir valið, kann tað enda við, at teir báðir føroysku fólkatings­ limirnir fáa stóran, politisk­ an týdning. Og hon duldi heldur ikki fyri, at tey fóru at ynskja einum føroyskum fólka­ tingslimi úr Javnaðarflokk­ inum vælkomnum og hon helt, at tað hevði verið huga­ ligt at kunna knýtt samband ímillum tær báðar sosial­ demokratisku familjurnar. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, tók væl ímóti boð­ skapinum um ein praktiskan ríkisfelagsskap. ­ Ríkisfelagsskapurin hevur alt ov leingi snúð seg um lógfrøði, har vit hava dyrkað lógargreinar, heldur enn at samstarva um politikk – um politikki, sum kann føra til loysnir. ­ Tað gleði eg meg til, legði løgmaður afturat. Eisini Helena Dam Neystabø helt, at tað átti at borið til at samstarva á jøvnum føti og hon heitti á forkvinnuna um at sam­ starva um at forma eitt samstarv á jøvnum føti Helle Thorning­Smidt staðfesti, at koma ynski úr Føroyum um broytingar í ríkisfelagsskapinum, vil hon lurta eftir tí. ­ Kanska eru tað teir báð­ ir javnaðarflokkarnir, sum hava bestan møguleika at ganga á odda á bøta um samstarvi ímillum Føroya og Danmark, legði hon afturat. Á Landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag var Hans Pauli Strøm, landsstýrisdmaður, fegin um, at tað hevur eydnast at hækka fólkapensjónina í Føroyum so nógv, at hon nú er hægri enn í Danmark Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur mangan verið funnist at føroyskum polit­ ikarum fyri, at teir ikki hava megnað at útvega eldri føroyingum eina hóskandi pensjón. Ført hevur verið fram, at fólkapensjónin í Føroyum er munandi lægri enn í Dan­ mark. Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í mor­ gun staðfesti, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at hetta er ikki longur sann­ leikin. Og á nýggjarinum hendir enntá tað sóðbrótandi, at tá fer fólkapensjónin í Føroy­ um enntá eitt vet upp um pensjónina í Danmark, tá ið skatturin er betaltur. Orsøkin til hetta er ,at 1. januar hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta 370 krónur um mánaðin, úr 1.860 í 2.230 krónur. ­ Samstundis er lógarupp­ skot til viðgerðar á løgtingi, sum hækkar viðbótina til ávísar pensjonistar, sum verður útgoldin 3 ferðir um árið, úr 5.556 kr krónur upp í 6.924 krónur um árið. Hóast pensjónin í Dan­ mark er hægri enn í Før­ oyum, betalur ein danskur pensjónistur so mikið nógv í skatti, at tá ið alt er talt saman og drigið frá, hevur føroyska pensjonistin meiri eftir á kistubotninum enn tann danski hevur. Hans Pauli Strøm vísti á, at ein uppfgerð vísir, at næsta ár, fer ein føroyskur pensjónistur at Hava 9.186 krónur eftir um mánaðin og tað er 247 krónur meiri enn tann danski pensjónisturin hevur, tí hann eigur bara 8.939 krónur eftir av pensjónini, tá ið skatturin er goldin. Taka vit so eini hjún, har bæði eru pensjónistar, hava føroysku pensjónista­hjún­ ini 15.120 krónur eftir av fólkapensjónini, tá ið skatt­ urin er betaltur og tað er 584 krónur meiri enn eini donsk pensjónistahjún hava, tí hjá teimum er bara 14.536 krónur eftir. Hann staðfesti eisini, at sostatt hevur hendan sam­ gongan megnað at hækka fólkapensjónirnar heili 25% og tað var hann bæði stoltur av og fegin um. Helle Thorning-Schmidt vil hava praktiskt samstarv við føroyingar Hans Pauli Strøm fegnast: Pensjónin í Føroyum er nú hægri enn í Danmark Ríkisfelagsskapurin hevur snúð seg ov nógv um lógir og paragraffir og tað skal broytast, var boðskapurin frá Helle Thorning-Schmidt til føroyingar á landsfundi Javnaðarfloksins fríggjakvøldið Hans Pauli Strøm er bæði fegin og stoltur av, at tað hevur eydnast at lyfta føroysku fólkapensjónirnar so høgt upp, at ein føroyskur pensjónistur nú hevur meiri eftir enn ein danskur