mánadagur 29. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 209 - 29. oktober 2007
- Og hann vil hava øll
við, tí hann ætlar sær
at tryggja, at ongin
dettur niðurímillum.
Hann vil eisini hava
sjálvstøðugt samstarv
við Danmark
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin
ynskir
eitt rættvíst samfelag og ein
rættvísan
heim
uttan
fátækt.
Og flokkurin leggur aft
urat, at hann vil eisini hava
ein heim við friði og um
hvørvisligari javnvág.
Ein heim, har menniskju
liva í frælsi og javnstøðu og
hava ávirkan á síni egnu
lívsviðurskifti – eitt rúmligt
og tolsamt samfelag.
Tað staðfestir Javnað
arflokkurin í eini niðurstøðu
eftir landsfundin í Norður
landahúsinum í gjár og í
dag.
Landsfundurin fegnaðist
annars um tey stóru fram
stigini, sum eru hend serliga
á almanna og heilsuøkinum,
umframt
á
skúla
og
mentanarøkinum.
Fundurin fegnast eisini
um stóra arbeiðið, ið løg
maður hevur lagt í at røkja
uttanríkispolitiska økið og
at
fáa
Føroyar
við
í
altjóðagerðina.
Hinvegin harmaðist lands
fundurin um, at fleiri av
hinum flokkunum á ymsan
hátt ætla at beina fyri ætl
anini um, at Føroyar skuldu
gerast partur av Kyoto
avtaluni.
Landsfundurin er alt ann
að enn nøgdur við markn
aðarføringina av mongu
úrslitunum hjá flokkinum í
hesum valskeiði og áleggur
flokkinum at taka henda
spurning í fullum álvara.
Annars staðfestir Javnað
arflokkurin, at hann fram
vegis virkar fyri:
Frælsi frá fátækt og kúg
an og frælsi at menna skap
andi evni og møguleikar
hins einstaka.
Javnstøðu fyri øll,
soleiðis at øll hava somu
møguleikar
og
skyldur,
óansæð sosialt bakstøði,
kyn, átrúnað ella etniskan
uppruna.
Samhaldsfesti og brøðra
lag við menniskju um allan
heim og við komandi ættar
liðum.
Javnaðarflokkurin kunn
gjørdi annars, at hann ætlar
sær at vinna fólkatings
valið.
Javnaðarflokkurin hevur
greitt alternativ til loysing
aratkvøðuna hjá Sambands
flokkinum og Tjóðveldin
um, sigur hann í eini niður
støðu.
Vit vilja hava eina
nýggja og virðiliga skipan
fyri samstarvið við Dan
mark. Hesa skipanina kalla
vit »sjálvstøðugt samstarv«,
sigur flokkurin
Sjálvstøðugt samstarv
merkir, at vit beina burtur
løgfrøðiligar forðingar og
stirvnar tulkingar av donsku
grundlógini, soleiðis at Før
oyar fáa víðkað sítt uttan
ríkispolitiska virkisøkið og
harvið marknaðaratgongd
ina munandi.
Javnaðarflokkurin stað
festir, at hann ætlar sær eis
ini at vinna løgtingsvalið,
hetta tí, at tað framvegis er
stór avbjóðing at virka fyri,
at øll eiga sín lut í sam
felagsmenningini. Tað er
framhaldandi
okkara
skylda, at tryggja, at øll eru
við, sigur flokkurin.
Javnaðarflokkurin ásann
ar, at jú betur grundleggjandi
vælferðartænasturnar virka,
tess færri detta niðurímill
um.
Nú Føroyar eru eitt val
dømi, er tað ongantíð meira
umráðandi, at øki ikki detta
niðurímillum.
Flokkurin
ásannar, at tað er neyðugt,
at lokalfeløgini framvegis
verða
krummtappurin
í
politiska arbeiðinum, sigur
Javnaðarflokkurin.
Tað eru fýra nýggj
andlit í leiðsluni hjá
Javnaðarflokkinum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað vóru stórar broytingar,
tá
ið
Javnaðarflokkurin
valdi nýggja floksleiðslu á
flokstinginum leygarkvøld
ið.
Jóannes Eidesgaard varð
einmælt
afturvaldur
til
floksformann uttan nakað
mótvalevni.
Men flokkurin skal eisini
hava tveir næstformenn, ein
av hvørjum kyni. Bergur
Dam í Havn, sum hevur
verið næstformaður, segði
seg frá og fyri hann varð
Petur Páll Mikkelsen í
Gøtu, valdur. Hin næstfor
maðurin, Randi í Jógvans
stovu, í Leirvík, varð aftur
vald.
Somuleiðis segði floks
skrivarin, Nita Næs í Nesi í
Hvalba, seg frá og nýggjur
skrivari er Oluffa Joensen í
Gøtu.
Tað vóru heldur ongi mót
valevni til hesar tríggjar
postarnar.
Í starvsnevndina søgdu
Heðin Klein í Klaksvík og
Kristoffur Gaardlykke seg
frá og til teir tríggjar sess
irnar í starvsnevndini varð
stríðsval við at tað at seks
valevni bjóðaðu seg fram.
Kristian Magnussen, varð
afturvaldur og nývald eru
Eyðgunn Samuelsen og
Maud Næs.
Tey, sum nú mynda leiðsl
una í Javnaðarflokkinum,
eru sostatt: Jóannes Eides
gaard, formaður, Petur Páll
Mikkelsen og Randi í Jóg
vansstovu,
næstformenn,
Oluffa Joensen, skrivari og
starvsnevndarlimirnir
Kristian Magnussen, Maud
Næs og Eyðgunn Samuel
sen.
Nú er tryggari hjá tjørnuvíkingum
Mikudagin í farnu viku var arbeiðið at seta upp trygdarhegnið á Tjørnu
víkarvegnum liðugt. Tað vóru fólk frá norska Mesta AS sum stóðu fyri arbeiði
num. Hetta arbeiðið miðaði eftir at fyribyrgja at grót kom oman á vegin, og
sum aftur var til stóran ampa fyri bygdarfólkið og ferðsluna annars. Arbeiðið
byrjaði 25. september, og hevur gingið betri enn væntað. Tað tók góðar fýra
vikur, sum eru umleið tríggjar vikur styttri enn upprunaliga tíðarætlanin segði.
Hegnið eru fýra metrar høgt og kann steðga steinum, sum viga upp til 10 tons.
Játtanin til arbeiðið í ár var 2 mió kr.
sb.
Javnaðarflokkurin vil vinna bæði
fólkatingsvalið og løgtingsvalið
Nógvar broytingar í leiðsluni
Her eru fýra av teimum sum nú mynda leiðsluna í Javnaðarflokkinum. Frá vinstru eru tey
Petur Páll Mikkelsen, nývaldur næstformaður, Maud Næs og Eyðgunn Samuelsen, nývaldir
starvsnevndarlimir og Jóannes Eidesgaard, afturvaldur formaður
Men Kyoto er ein
spurningur, sum
føroyingar sjálvir
mugu taka avgerð
um
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Helle Thorningschmidt
vil ikki leggja seg út í
føroysk viðurskifti, men
tað harmar hana, at vit
ikki eru við í Kyoto
samstarvinum.
Tað segði hon á stór
skíggjanum á landsfund
inum hjá Føroya Javn
aðarflokki fríggjakvøld
ið.
Elin Lindenskov, javn
aðarkvinna í Tórshavnar
Býráð, spurdi hana, hvat
um helt um, at føroyingar
ikki eru við í Kyoto.
Og forkvinnan í danska
javnaðarflokkinum duldi
ikki fyri, at hon harmaðist
um føroysku støðuna til
Kyoto.
Tað er stórt Co2 útlát
í Føroyum og tí vildi eg
inniliga havt, at føroy
ingar vóru við og settu
sær nakrar málsetningar
fyri at minka útlátið.
Men tað stendur full
komiliga til føroyingar
sjálvar at gera av og finna
útav, so eg farið at vera
ógvuliga varin at leggja
meg út í hesi viðurskifti í
Føroyum.
Hinvegin vildi eg
fegin havt Føroyar við í
einum felags veðurlags
arbeiði, legði hon afturat.
Ì Norðurlandahúsinum
í kvøld hoyrdu væl yvir
100
javnaðarfólk
tað
donsku
javnaðarfor
kvinnuna, Helle Thor
ningSchmidt
harmast
um føroysku støðuna til
Kyoto.
Harmast um at vit
ikki eru við í Kyoto