Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 209 - 29. oktober 2007 Hóast meira enn fjúrtan dagar eru til valið, eru flokkarnir longu farnir at positionera seg til tær komandi samgongu­ samráðingarnar. Í løtuni bendir alt á, at nýggi flokkurin hjá Naser Khader, Ny Alliance, fer at sita við buktini og báðum endunum eftir valið. Valdsmonopolið hjá VKO­stjórnini er av álvara í vanda. Við Helle Thorning­ Schmidt á odda eru Socialdemokratarnir farnir at tevja blóð, og Anders Fogh situr als ikki so tryggur í sessinum, sum hann kanska sjálvur helt Fólkatingsval 07 Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Fyri slakari viku síðani skrivaði danski forsætisráð­ harrin, Anders Fogh Ras­ mussen, út nýval at vera 13. november. Hóast Fogh í smálutum hevði lagt val­ stríðið til rættis framman­ undan, er tað ikki tann garv­ aði statsmaðurin, ið er kom­ in best frá byrjan í valdyst­ inum. Sambært dagligu veljara­ kanningunum hjá DR og Politiken missir stjórnin hjá Vinstra og teimum Kon­ servativu við Danska Fólka­ flokkinum sum stuðuls­ flokki meirilutan í Fólka­ tinginum. Hinvegin er held­ ur eingin greiður meiriluti fyri eini sosialdemokratisk­ ari stjórn. Í løtuni er tann politiski leikpallurin í Dan­ mark rættiliga kaotiskur. Fogh krevur svar Ny Alliance við Khader á odda stendur í løtuni til at fáa fleiri enn tíggju ting­ limir, og hetta hevur við sær, at Khader situr í eini lyklastøðu. Khader boðaði beinan­ vegin frá, at tey fara at vísa á Fogh sum leiðara fyri tað fyrsta samráðingarumfarið eftir valið. Tað merkir, at Fogh fer at fáa fyrsta møgu­ leikan at samráðast um nýtt samgongusamstarv. Men tað merkir ikki, at Ny Alli­ ance treytaleyst fer at stuðla Fogh sum forsætisráðharra. Hetta hevur tikið Fogh á bóli. Leygardagin kravdi hann greitt svar frá Khader, um hann er sinnaður at ger­ ast partur av VKO­samstarv­ inum. Khader svaraði aftur og vildi hava greitt svar frá Fogh, um hann heldur vildi samstarva við Dansk Folke­ parti enn við Ny Alliance. Leygarkvøldið boðaði so ein av stovnarunum av Ny Alliance, Anders Samuel­ sen, frá, at flokkurin tekur sum givið, at um verandi stjørn ikki megnar at fáa greiðan meiriluta á komandi vali, verður Fogh noyddur at fara frá sum forsætisráð­ harri. Samráðingar um nýggja stjórn skulu síðani byrja á nullpunktinum. Naser Khader og hini í Ny Alliance sita als ikki væl um sátt við Dansk Folkeparti, og tí verður eitt samstarv millum hesar báð­ ar flokkarnar sera torført hjá Fogh at umsita. Flokk­ arnir eru sera ósamdir um t.d. skatta­ og útlendinga­ politikk, og ein av ambitión­ unum hjá Ny Alliance er nevniliga at seta Dansk Folkeparti uttan fyri ávirk­ an. Eingin ivi er um, at topp­ arnir í Vinstra als ikki eru álvuligir við støðuna. Fogh er tí farin at skjóta við skørpum og hevur heitt á allar borgarligar veljarar um at hyggja burtur frá Ny Alliance, ið hann skírir óálítandi. Spurningurin er, um hetta er tann rætti tak­ tikkurin mótvegis einum flokki, ið kann gerast tung­ an á vágskálini tá samanum kemur. Khader mitt í verðini Hetta hevur hinvegin givið Helle Thorning­Schmidt ein gyltan møguleika at koyra grús í tað annars so væl smurda maskinaríið hjá Vinstra. Tann óroyndi sosial­ demokratiski leiðarin hevur tí fríggjað óført til Naser Khader. Floksformaðurin í Ny Alliance hevur tað sum blomman í egginum. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, hvønn hann fer at stuðla sum forsætisráðharra eftir valið, og tað passar honum fínt í løtuni. Ein av orsøkunum til at Khader fór úr Radikala Vinstra var, at flokkurin hevði bundið seg til eitt samstarv við Socialdemo­ kratarnar uttan møguleika at skifta síðu. Styrkin hjá miðflokkum hevur altíð ver­ ið, at teir kunnu samstarva við báðar síður í tinginum, men hetta frælsið hevði Radikala Vinstra, sum tradi­ tionelt hevur verið tann klassiski miðflokkurin í donskum politikki, sagt frá sær. Taktikkurin hjá Ny Alli­ ance er tí at hava allar hurð­ ar opnar so leingi sum gjør­ ligt. Spurningurin er, hvar Khader fær mest burturúr – í eini borgarligari ella socialdemokratiskari stjórn. Jyllandsposturin slær tað stórt uppá forsíðuni, at Khader í veruleikanum kann fáa fleiri av sínum hjartamálum ígjøgnum sam­ an við vinstravonginum og teimum Radikalu enn sam­ an við teimum borgarligu. Hóast Fogh ikki hevur verið sannførandi teir fyrstu dagarnar av valstríðnum kann Fogh ugga seg við eini feskari veljarakanning frá Rambøll stovninum, ið vísir, at ein stórur meiriluti helst vil hava Fogh sum for­ sætisráðharra, og at Fogh hevur betri leiðsluevnir enn Thorning­Schmidt. Ein lítil meirilutir metir harumframt, at Fogh betur megnar at tryggja vælferðina, og kann­ ingin vísir, at stjórnin hevur breiða undirtøku í útlend­ ingapolitikkinum. Vinstrivongurin fylkist Andstøðan hevur seinastu árini staðið rættiliga spjødd í fleiri avgerandi málum, og hendan veikleika hevur Fogh dugað at gjørt sær dælt av. Til dømis hava Socialdemokratarnir og Radikala Vinstra verið rætti­ liga ósamd um skattapoli­ tikkin (serliga skattasteðg­ in) og útlendingapolitikkin (24­ára reglan og tilknýtis­ kravið), og tí hevur veljarin ikki sæð nakað samanhang­ andi alternativ til VKO­ stjórnina. Socialdemokratarnir hava boðað frá, at teir ikki fara at broyta politikkin hjá stjórn­ ini á hesum økjum, meðan tey radikalu hava verið harð­ liga ímóti førda politikkin­ um seinastu seks árini. Men nú eru glottar at hóma vinstrumegin miðj­ una. Formaðurin í Radikala Vinstra, Margrete Vestager, boðaði frá, at tey bæði om­ anfyrinevndu málini ikki fara at forpurra eitt eventu­ elt samstarv við Social­ demokratarnar. Hetta merk­ ir, at tey radikalu hálvavegna hava slept einum av sínum hjartamálum, sum er at broyta tann harða útlend­ ingapolitikkin hjá stjórnini. Harumframt hevur Social­ istiski Fólkaflokkurin boðað frá, at tey eru tilreiðar at samstarva um útlendinga­ politikkin, og at tey ikki seta ultimativ krøv á hesum økinum. Í veruleikanum eru hetta samgongusamráðingar mill­ um vinstraflokkarnar, ið verða førdar fyri opnum skermi í fjølmiðlunum. Hetta bendir eisini á, at vinstrivongurin er um at finna felags stev. Og tað er vandamikið hjá sitandi stjórn. Samanumtikið eru Social­ demokratarnir komnir væl frá byrjan, meðan Fogh hev­ ur verið heldur trilvandi. Í løtuni snýr tað tó seg mest um Ny Alliance. Stjórnin finst at tí nýggja flokkinum fyri ikki at spæla við opnum kortum, meðan Helle Thorning­Schmidt ger alt fyri at tekkjast tí nýggja miðflokkinum í donskum politikki. Samgongusamráðingar longu farnar av bakkastokki Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri Andstøðuleiðarin Helle Thorning-Schmidt Teitur á video Nú ber til at síggja nýggja videolagið hjá Teiti Lassen, Ongir pengar, á Youtube. Tað eru føroyskt/svenska duoin Marmar ­ Marianna Mørkøre & Maria Arnell ­ sum hava framleitt videolagið. Upptøkurnar eru gjørdar í tómu Saltsiloini á Tvøroyri. Ongir pengar er eitt av løgunum á nýggjastu fløguni hjá Teiti Lassen, sum eitur Káta hornið. Atlantic hjálpir SAS SAS hevur biðið nøkur flogfeløg um hjálp, nú myndugleikarnir hava gjørt av at steðga allari flúgving við flogførum av slagnum Dash 8 eftir óhappið í Kastrup leygardagin. Atlantsflog er eitt av flogfeløgunum, sum hava fingið áheitan um at hjálpa SAS. ­ Vit hava flogið fyri teir síðani tað fyrsta óhappið og seinastu fýra vikurnar røkt rutuna millum London City og Keypmannahavn. Hesa vikuna flúgva vit við ti eykakapasiteti, sum vit hava tøkan ­ tað vil siga við tveimum flogførum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við Portalin.