mánadagur 29. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 209 - 29. oktober 2007
Skeinkiloyvið hjá
Mentanarhúsinum
í Fuglafirði var
langt síðan gingið
út, tá løgreglan setti
sær fyri at kanna
hesi viðurskifti
sunnunáttina
FuglaFjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnunáttina, tá finaluum
farið var í stóru tónleika
kappingini GBOB í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði,
gjørdi løgreglan í Eysturoy
av at steingja alt barrvirk
semið í húsinum.
Vit vóru fyrst í Mentanar
húsinum leygarnáttina og
kannað eftir, hvør sat í barr
uni, og sunnunáttina vóru
vit aftur og stongdu alt barr
virksemið.
Loyvi ov gamalt
Løgreglan í Runavík sigur,
at teir høvdu fingið frænir
av, at skeinkiloyvið hjá
Mentanarhúsinum ikki var
í lagi, men var gingið út.
Tað vísti seg, tá ið vit
kannaðu málið nærri, at
skeinkiloyvið var gingið út
fyri umleið einum ári síðan.
Vit gjørdu tí av at steingja
alt barrvirksemið.
Fríggjakvøldið var undan
umfar í GBOBkappingini,
har 16 tónleikabólkar kapp
aðust um at sleppa víðari til
finaluna leygarkvøldið.
Leygarkvøldið fóru so 8
bólkar á pallin um at gerast
Føroya besti bólkur, og
úrslitið gjørdist, at Boys in
a Band gjørdist vinnari av
kappingini.
Bólkurin Story Ends end
aði á einum øðrum plássi –
og fyribils er barrvirksemi í
Mentanarhúsinum so eisini
endað
sum
ein
“story
ends”.
Løgreglan fer nú at skriva
frágreiðing um málið sum
síðan verður latið fútanum
til støðutakan.
Herverk á bátar
Løgreglan í Eysturoy siga,
at hóast ymisk tiltøk vóru í
oynni í vikuskiftinum, tørn
aði alt rímiliga friðarligt út
kortini.
Vit høvdu eitt rímiliga
friðarligt vikuskifti, men í
Fuglafiðri høvdu ótangar
gjørt seg inn á bátar, sum
lógu í bátahylinum, sigur
løgreglan.
Fríggjakvøldið hendi
tað aftur. Ein bilur,
sum var á veg niðan
úr Norðoyartunlinum
og niðan á vegin,
sum gongur millum
Leirvík og Vík, koyrdi
tvørtur um vegin og
endaði á takinum
hinumegin vegin
leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fleiri
ferðsluóhapp
eru
hend á vegastrekkinum, har
vegaføringin úr Norðoya
tunlinum kemur niðan í veg
in, sum gongur út á Vík í
Leirvík.
Og fríggjakvøldið um
19.25tíðina hendi tað aft
ur.
Ein bilur úr Havn, sum
var á veg úr Klaksvík og aft
ur til Leirvíkar, gáaði ikki
eftir sneiðingini á vegnum,
tá hann koyrdi út á vegin,
sum gongur úr Leirvík út á
Vík.
Fór runt
Bilførarin koyrdi beint
fram, fór tvørtur um vegin
og endaði hinum megin veg
in.
Løgreglan í Eysturoy sig
ur, at eini 45 ungir menn
vóru í bilinum, og hóast
bilurin fór runt í fallinum,
hendi tíbetur eingin mans
skaði.
Vitni, sum sá bilin,
sigur, at ferðin ikki var so
ógvuslig, men helst hevur
bilurin koyrt einar 80 km./t
Løgreglan sigur, at fleiri
ferðsluóhapp hava verið
júst á hesum vegastrekki,
síðan Norðoyatunnilin læt
upp.
Eg havi verið á staðnum
í einum tveimum umførum,
og mær vitandi er talan um
eini sjey ferðsluóhapp av
slíkum
slagi
á
hesum
vegastrekki.
Ov myrkt
Løgreglan heldur, at ilt er at
siga nágreiniliga, hvat tað
er, sum ger, at tað er so trup
ult at koma niðan av tunn
ilsvegnum og niðan á vegin,
sum gongur millum Leirvík
og Vík.
Eitt er, at hetta er eitt
myrkt og helst ov illa upp
merkt vegastrekkið. Í aðrar
mátar virkar tað fyri fleiri
bilførarar, sum um vegurin
bara gongur beint fram, tá
tú kemur niðan ímóti.
Løgreglan vónar, at av
varðandi myndugleikar fara
at hyggja nærri upp á hetta
vegastrekkið, áðrenn van
lukkan hendir.
Vandamikið
Her er nógv tung ferðsla á
leiðini, og tí kann tað gerast
rættiliga vandamikið, tá bil
ur kemur niðan úr tunlinum
og koyrir beint út á vegin.
Higartil hava bilførarar,
sum eru komnir soleiðis
fyri, verið ógvuliga hepnir,
sigur løgreglan í Eysturoy.
Datt oman
í Tjørnuvík
Ein 55 ára gamal tjørnuvíkingur læt lív
sunnudagin, tá hann datt oman nærindis
Sjeyndum
Tjørnuvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnudagin hendi ein syndarlig vanlukkan nærindis
Sjeyndum, norðanfyri bygdina í Tjørnuvík.
Tveir mans vóru farnir norður eftir gæsnum, teir áttu
í haganum, tá annar teirra var áhaldsin og fór á glið.
Tað var vátt í veðrinum, og maðurin fekk ikki fóta
festið aftur. Hann gleið omaneftir lendinum, og fallið
var einar 40 metrar niður í sjógv.
Afturfunnin
Tyrlan og Eiðis Bjargingarfelag vórðu boðsend, og tað
var bjargingarfelagið, sum fann tann 55 ára gamla
tjørnuvíkingin deyðan á sjónum.
Á Politistøðini í Havn visti vakthavandi ikki meira at
siga um hendingina.
Jón Klein Olsen hevur málið um hendi, men hann var
ikki at hitta, tá ið vit vóru í samband við løgregluna í
morgun.
Vandamikil vegur
Løgreglan stongdi
barrvirksemið
Skeinkiloyvi hjá Mentanarhúsinum
var gingið út fyri umleið einum
ári síðan, tá løgreglan stongdi alt
barrvirksemið í húsinum tíðliga
sunnunáttina. Málið verður latið
fútanum til støðutakan
Børn fara svong í song
Um alt Grønland gingu fólk mótmælisgongu um
vikuskifti, har tey mótmæltu, at hvønn einasta dag eru tað
børn í Grøalandi, sum ikki fáa ta neyðugu umsorganina.
Tað var ungdómsdeildin hjá flokkinum Siumut, sum
skipaði fyri tiltakinum. Næstformaðurin, Mads Petersen,
sigur við KNR, at grønlendska samfelagið kann ikki
góðtaka, at børn fara svong í song ella sova í trappunum.
Hetta er ein samfelagstrupulleiki, sum má loysast, sigur
hann.
Vorðið sum hummari
75 ára gamli norðmaðurin Anfinn Solheim vildi illa trúgva sínum
eygum, tá hann nú um dagarnar fekk ein óvanliga stóran hummara.
Anfinn Solheim sigur við norsk bløð, at hann hevur onkuntíð fyrr
fingið hummara, sum hevur vigað trý kilo, men tann, sum hann
fekk í síðstu viku, vigaði heili 5,2 kilo. Hummarin bleiv ikki etin,
men hann bleiv heldur ikki koyrdur burtur. Tann hepni
veiðimaðurin hevur gjørt av, at hann verður útstoppaður.