Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 80 - 27. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Frá fríggjadegi 27. apríl til hósdagin 3. mai Mennandi leikur - ein mynd av Linu Larsen Sunnukvøldið kl. 20.00 Maðurin við jarnmaskuni Faðirin hjá brúðrini Mánakvøldið verður finalan í sendingini Baren. Tá verður greitt, hvør fer avstað við teimum 500.000 krónun- um. Seinasta sendingin verður hildin uttandura, um veðrið loyvir tí, og fleiri enn 500 gestir verða til staðar. Nógv undirhald verður eisini á skránni. Nú eru fáir luttakarar eftir av teimum mongu, sum vóru við, tá sendingin varð send á fyrsta sinni. Hesi bæði skulu kappast hvør móti øðrum um virðislønina, og tað verður spennandi at síggja, hvør gerst ríkur. Eingin ivi er um, hvat loft- miðlarnir og loftmiðlafólk tókust við í farnu viku. Alt, sum kundi beinast nakrastað- ir, fekk boð, kanska serliga tøkniliga arbeiðsmegin. Og úrslitið gjørdist eisini virði- ligt. Vit fingu eina virðiliga, nei, meira enn tað, eina flotta Prix Føroyar finalu. Og út- varp og sjónvarp, ið eisini eru fyrireikarar, syrgdu fyri, at henda stórhending, varð varp- að kring landið. Gleðiligt! Tí hetta hendir annars ov sjáld- an. Og finalan var við góðum vertum og fáum ella ongum deyðum løtum. Sjálvur var eg ein, ið upp- livdi finaluna í veruleikanum, t.v.s. í Norðurlandahúsinum, men eisini har fylgdu vit sjón- varpinum á stórskíggja (tveimum). Sigast má, at Prix tiltakið hevur ment seg, eins og saml- aða framleiðslan. Sigst, at ÚF hevði betra ljóðið, kanska hevur hetta við tøknina at gera. SvF hevði fingið Herluf Sørensen, ið dagliga starvast hjá DR, heim (aftur) at fram- leiða sendingina, og tað er gleðiligt, at tað eru løtur, har tað veruliga verður gjørd ein roynd at fáa sum allar mest burturúr og góðar kreftir verða settar inn. Flott! Hjáveiða Hóast stuttu samrøðurnar millum bólkarnar, so er kanska at undrast á, at ment- anardeildirnar ikki gera meira við at fáa meira av sonevndari hjáveiðu, tá heili 15 útlendsk tónleikakøn, ummælarar, vertir og ídnaðarfólk, vitja landið. Her var ÚF helst eitt vet frammanfyri SvF, men tað veruliga kjakið, ella veruligi uppfylgjarin til finaluna, hava vit ikki sæð ella hoyrt enn. Slíkt tiltak krevur alla orku, tað er givið, men saknur er í nøkrum álvarsorðum, nú tøgnin valdar eftir bestu final- una, ið vit enn hava hoyrt og sæð. Annað Ymsar áhugaverdar sendingar hava verið á sjónvarpsrútin- um farnu vikuna. Serliga nógvar dokumentarsendingar, hóast ov nógv av hesum slag óivað ikki savnar breiða hyggjaraskaran. Bátaferðin hjá føroyingum í norska skergarðinum tykist áhugaverd og myndirnar eru vakrar. Men enn er tað til stóra irr- itatión, at vit støðugt verða mint á, at SvF, eins og Sjón- varpsfelagið á sinni var tað, í stóran mun er ein miðil, ið tappar tilfar frá øðrum, til beinleiðis víðari rensl. Eftir hvørja sending byrjar tónleikur, danskur vertur sig- ur nøkur orð, til sendimaðurin í Vørðsluni kvikliga dempar í ein minutt ella tveir. Tosaði nakar um sjálvstøðug, stolt- leika, fult vald, serstaka ment- an og tjóð, sjálvberandi hetta og hatta? Um so er, so játti Sjónvarpinum 5 ferðir tað, ið játtanin er í dag, so gerast kunnu mansømiligar avtalur við støðir aðrastaðir, so vit ikki bert síggja beinleiðis tappaðar sendingar. Og so vit kunnu fáa eitt sjónvarp, ið framleiðir meira av uppruna- tilfari — hetta kostar! Tann, ið nú fekk ilt fyri hjartað, átti at hugsað sær støðuna, um støðan hjá ÚF var hin sama. Bandaðar send- ingar frá DR allan dag — og so tøgn, meðan danski vertu- in líka boðaði frá, hvat næsta sending er!! Ábyrgdin liggur ikki hjá leiðslu, ella starvsfólki, hetta er ein politiskur spurningur: skulu vit hava eitt veruligt sjónvarp í Føroyum, ella bara eitt, ið stingur høvdið upp yvir vatnskorpuna av og á. Skemtiligt var eisini at hoyra vælgjørda danan Leth ynskja gleðilgar páskir mána- kvøldið (23/4-2001) og sita í sofuni og siga takk somuleið- is, - eina viku eftir páskir! Útvarpssendingin Spyr Bara kemur eftir øllum at døma ikki aftur. Greið vóru orðini: Spyr Bara verður ikki aftur! Hví? Ein sera væl dámd sending, tykist hetta vera. Men kanska er ætlanin at gev- ast, meðan leikur er góður. Ella hví? Vit spyrja bara. Vit spyrja bara Barrin – finalan beinleiðis Mánakvøldið kl. 18.30 Húshjálp Fríggjakvøldið kl. 19.00 Sunnukvøldið kl. 20.00 Leygarkvøldið kl. 18.00 Dagfinn Olsen ummælir: Funningsfjørður er stongdur, og bara brunnbáturin sleppur ótarnaður at føra sjúka alilaksin til Oyndarfjørð, har hann verður avtikin. Útróðrarbátar í fjørð- inum mugu fara til Eiðis, um teir fram- vegis skulu rógva út ILA Stefan í Skorini Longu mikudagin varð farið undir at taka laksin úr ringunum hjá Funningslaks uttast í Funningsfirði. Hós- morgunin løgdu menn til brots longu klokkan fýra við at tøma tann eina ring- in. Laksurin verður førdur til Oyndarfjørð, sum er ILA rakt øki. Avtala er fingin í lag við Vestlax, sum tekur sær av laksinum. Fyri stutt- um var alibrúkið í Oyndar- firði rakt av ILA, og tað er tí tilbúgvið at taka ímóti sjúka laksinum. Sjúki laks- urin verður tikin av brunn- báti, ið siglir ímillum Funn- ingsfjørð og Oyndarfjørð. Laksurin verður tikin úr brunninum, men sjógvur skal ikki flytast millum økini, og tí verður brunnur- in ikki tømdur. Rýmir til Eiðis Funningsfjørður er nú stongdur fyri allari ferðslu fyri at forða fyri, at ILA breiðir seg til onnur ali- brúk, men tað vísir seg at vera torført at hava tamar- hald á sjúkuni. Myndug- leikarnir eru tí ógvuliga ræddir um sjúkan skal breiða seg um allar geilar í Føroyum. Útróðrarmaðurin Erling Hansen eigur ein AWI 27 útróðrarbát, sum liggur í Funningsfirði. Hann hevur fingið boð frá landsdjóra- læknanum um, at skal hann út við bátinum, má hann fyrst sóttreinsast. Hann kann heldur ikki taka fiskin upp í Funningfirði, sum hann annars plagar. Nú verður hann noyddur at fara til Eiðis, har hann roynir at fáa pláss fyri bát- inum. Erling sigur, at hetta kemur ógvuliga illa við hjá honum sum útróðrarmanni, men hann sigur í sama við- fangi, at ikki eru tað nógvir útróðrarmenn av hansara slagi í bygdini, og tí rakar tað ikki so hart. Erling hevur fingið út- gerð at sóttreinsa bátin við, og tí kann hann halda leið- ina út av fjørðinum, sum nú er raktur av ILA, men hann kemur kanska ikki aftur í bræði. Hann ásannar, at einki annað er at gera enn at lýða tey harraboð, ið hann fær. Óttast ILA At myndugleikarnir eru ræddir fyri sjúkuni, sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt innrás í Føroyum, sæst týðuliga í teimum plássum, har sjúkan er stað- fest ella illgruni er um tað. Í Funningsfirði er ein partur av bryggjuni av- byrgdur, og har stendur út- gerð til sóttreinsan. Eisini fóru menn beinanvegin til verka við at tøma ringin, sum skal hava ILA, tá ill- grunin stóðst. Fólk í føroysku og norsku vinnuni hava víst á, at myndugleikarnir gera ov nógv av, tá ILA skal basast. Víst verður í hesum sam- bandi á, at ILA er ikki eitt vandamikið virus, og tað er nakað, vit eiga at læra okk- um at liva við. Hetta taka myndugleik- arnir eftir øllum at døma ikki til eftirtektar, men gera alt fyri at beina ILA-virusið burtur úr Føroyum. Hend- ingarnar seinastu vikurnar í Eysturoynni benda ikki á, at tað fer at eydnast teim- um. Ein av eigarunum av Funningslaksi, Kári Nielsen, sigur, at teir hava fingið eina fyri- bils staðfesting av ILA sjúkuni úr Noregi mikukvøldið. Hann heldur, at fiskurin eigur at verða tikin beinanvegin, so støð- an ikki gerst eins álv- arsom og í Fuglafirði í fjør ILA-SJÚKAN Stefan í Skorini Peter Østergaard frá lands- djóralæknanum bar miku- kvøldið tey tíðindi, sum tey flestu hava væntað, at talan er um ILA í einum av ring- unum hjá Funningslaksi. Laksurin verður tískil tikin og beindur til Oyndarfjarð- ar, har hann verður slakt- aður. Kári Nielsen metir støð- una at vera álvarsama, og tí má fiskurin takast beinan- vegin. Hann heldur ikki, at vinnan hevur nakran áhuga í at fara lætt um henda smittuvandan. Trygging Alibrúkið er tryggjað móti sjúku, men tryggingin tekur bara við, um laksurin er deyður. Tryggingin tekur ikki við fyri tann fiskin, ið er sjúkur, men tó ikki deyð- ur. Tann laksurin, sum verður tikin livandi, gevur ikki alibrúkinum nakað endurgjald. Kári metir tó ikki, at ráðiligt er at bíða við at taka laksin, til hann er deyður. Um myndugleikar og alarar drála við at taka tey neyðugu stigini, endar man í eini støðu, sum líkist tí í Fuglafirði, tá einki tamarhald var á. Kári sigur, at alibrúkini, ið verða rakt av ILA-virus- inum, missa nakað av pen- ingi, men tað liggur ikki fremst í huganum í eini slíkari støðu. Munurin á alibrúkunum í Funningsfirði og tí í Oynd- arfirði er, at í ringunum hjá Funningslaksi gongur bæði smátt og stórt, men í Oynd- arfirði var tað bara laksur, ið var klárur at taka. Í Funningsfirði eru tvey alibrúk. Tað, ið er rakt av ILA, liggur uttalaga í fjørð- inum, meðan hitt liggur nakað innanvert. Tá vit høvdu Kára Nielsen í telefonini hósdagin á middegi, upplýsti hann, at enn er bara talan um tann eina ringin, haðani laksur verður tikin vegna ILA. Í løtuni eru fundir millum landsdjóralæknaembætið og Havbúnaðarfelagið, so finnast kann fram til tær bestu loysnirnar. IL(L)A sperdur útróðrarmaður: Rýmir undan ILA Fyribils staðfesting av ILA Ein partur av bryggjuni er avbyrgdur, so forðast kann fyri smittuvanda. Vanligir útróðrarbátar, sum skulu út av fjørðinum skulu sóttreinsast fyrst Mynd: Jens Kr. Vang Útróðrarbátar í Funningsfirði og á øðrum firðum, har ILA er staðfest, mugu finna annað pláss at rógva út og forvinna til dagligt breyð Mynd: Jens Kr. Vang Alibrúkið, sum er rakt av ILA, og laksurin verður tikin úr ringinum. Enn er bara talan um at taka laksin úr tí eina ringinum Mynd: Jens Kr. Vang