fríggjadagur 27. apríl 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 79 - 26. apríl 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Alt virksemi á flaka-
virkinum í Sørvági er
endaliga hildið uppat,
og Føroya Sparikassi
hevur biðið um, at
maskinurnar verða
seldar
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Sørvági: Maskinurnar á
flakavirkinum í Sørvági eru
lýstar til sølu. Virkið er
stongt og letur ikki upp
aftur við verandi felag aftan
fyri.
Hóast
flakavirkið
er
stongt er nakað av lívi á
bryggjuni í Sørvági. Teir
koyra fisk inn á móttøkuna
hjá Vinjardi, har hann verð-
ur skildur og vigaður, áðr-
enn hann fer á uppboðs-
søluna.
Eini tveir smærri útróð-
rarbátar standa uppi og fáa
neyðugar ábøtur. Har ganga
menn í oljuklæðum og
spula og skrava. Tað er vist
eisini rímilig tíð til so-
vorðið beint nú. Váróðurin
er av, og líkindini eru
batnandi í løtuni, so kanska
tað verður møguleiki fyri at
fáa ein slett av máling upp á
eisini, áðrenn flotað verður
aftur.
Vesturvón liggur longri
úti. Hann riggar til at fara
nýggjan túr. Kranin flytir
plattar við troli og aðrari
útgerð umborð.
Teir skulu mynstra flagg-
dagin. Tá verður farið ein
svartkalvatúr vestureftir,
siga teir frá.
Men
flakavirkið
er
stongt. Steindeytt. Og ma-
skinurnar, sum inni á
virkinum standa, standa
eisini aðrastðani í dag. Ein
lýsing í Sosialinum sigur
frá, at ein advokatur í Havn
selur alla útgerðina, sum
inni á virkinum er.
Tað er Ólávur Jákup
Kristoffersen, advokatur,
sum selur maskinurnar.
Hann sigur í stuttari við-
merking við Sosialin, at
hann selur vegna Føroya
Sparikassa, sum hevur veð í
ognunum hjá felagnu,m
sum hevur rikið flaka-
virkið.
Talan er um eitt felag,
sum sølufyritøkan Farex í
Havn stendur aftanfyri. Eitt
sonevnt »datopartafelag«,
sum so aftur hevur staðið
fyri leigu av bygninginum
og rakstrinum av virkinum.
Men virkið hevur ligið
stilt síðan áðrenn jól, so
rakstur hevur eingin verið í
vetur og í vár. Nevndarfor-
maðurin í felagnum segði
annars við Sosialin fyrr í
vár, at teir løgdu virkið stilt
eina tíð, meðan ávísar
ábøtur vórðu gjørdar inni á
virkinum. Millum annað
nevndi hann tá, at frysti-
orkan var ov lítil og skuldi
byggjast út. Síðan var
ætlanin at fara undir at
arbeiða saltfisk einaferð út
móti páskum, segði hann
tá.
Men har er so einki hent
við tí, skilir Sosialurin í
dag. P/F Vesturvón, sum
eigur
bygningin,
hevði
ongar rætlanir um at byggja
frystiorkuna út, fingu vit tá
at vita frá Vesturvón.
Seinni er so tað hent, at
Vesturvón, umvegis Fúta-
rættin, hevur stongt virkið,
tí felagið hevur onga leigu
fingið frá partafelagnum,
sum stóð aftan fyri flaka-
virkið í Sørvági.
Nágreiniligu gondina í
málinum tykist vera ógvu-
liga ringt at fáa lýst. Stjórin
á flakavirkinum, Poul Arni
Jacobsen, hevur onga við-
merking. Nevndarfomað-
urin, Rói Egholm, er á
fiskivinnumessu í Brux-
elles. Tá vit høvdu hann í
telefonini týsdagin, vildi
hann ikki gera aðrar við-
merkingar enn, at virkið var
stongt, og letur ikki upp-
aftur. Tað er ikki fíggjarlig
orka til tað, skilja vit. Hann
vísti annars til annan advo-
kat enn tann, sum selur
maskinurnar fyri Føroya
Sparikassa. Hesin advokat-
urin segði seg tó einki hava
við hasa søluna at gera og
vildi ongar viðmerkingar
gera yvirhøvur.
Stjórin á Vesturvón vildi
bara vátta, at P/F Vesturvón
hevði stongt virkið við
hjálp frá Fútarættinum. Um
Vesturvón fer at keypa
maskinurnar, sum standa
inni í bygninginum, felagið
eigur, vildi hann ikki gera
viðmerkingar til. Men hann
sigur tó, at tað eru komnir
fyrispurningar til Vesturvón
frá persónum, sum eru
áhugaðir í at leiga virkið,
og lata tað uppaftur.
Sambært Ólavi Jákupi
Kristoffersen,
advokati,
sum selur maskinurnar, er
tað Føroya Sparikassi, sum
hevur kravt tær seldar. Av
kredittdeildini í Føroya
Sparikassa fekst at vita, tá
Sosialurin ringdi, at mað-
urin, sum umsitir málið,
ikki var at hitta. Hann hevði
ikki latið frætt aftur frá sær,
tá blaðið fór til prentingar.
Eftir stendur so eitt tómt
flakavirki á bryggjuni í
Sørvági, sum Vesturvón
hevur fingið Fútarættin at
stongt, tí felagið, sum hevði
leigað bygningin hevði ikki
goldið leigu.
Nagli í hurðina á flaka-
virkinum í Sørvági
Flakavirkið í Sørvági stendur tómt og stongt á bryggjuni
Mynd: Edvard Joensen
Rover 45, ið avloysir
Rover 400, er ein av
nýggju útgávunum
sum er komin á
marknaðin, eftir at
Phoenix-samtakið ið
Onglandi hevur keypt
Rover. Bilurin er væl
gjørdur, og hevur
munandi betri
koyrieginleikar
BILAR
Magnus Gunnarsson
Ein tann mest umtalaða
sølan í fjør, var tá BMW
seldi Rover til Phoenix-
samtakið. Teir keyptu Lon-
gbridge verksmiðjuna, og
rættin til búmerkini MG,
Austin, Wolsley, Morris,
Standard, og Vanden Plas.
BMW átók sær eisini at
avskriva alt undirskotið tey
seks árini teir áttu Rover.
Tað sýnist at ganga sera
væl hjá Phoenix samtakin-
um.
Rover 45 er
miðalstøddin
Nýggju eigararnir hava
longu sett sín dám á Rover
bilarnar. Tey trý modellini
eita nú Rover 25, 45 og 75.
Miðal støddin er Rover 45,
sum í veruleikanum ein
"facelift" av Rover 400. 35
prosent av komponentun-
um í bilinum eru nýggir.
Stórur munur er tó á koyri-
eginleikunum, sum eru
munandi betraðir, við tað at
bilurin virkar nógv tryggari
og hevur gott vegtak.
Í besta Rover stíli
Bilurin vit royndarkoyrdu
var ein sedan við 4 hurðum.
Hann er góður at koma inn
í, lætt er at finna seg til
rættis, við at stilla rattið og
førarasetri sum tað passar
seg best. Veloursetrini eru
tey somu sum í Rover 75,
og nøtutræ panelir eru á
instrumentborðinum,
á
hurðunum og í gardanboks-
ini, í besta Rover stíli.
Saman við teimum góðu
koyrieginleikunum, merkist
at bilurin er sera væl
gjørdur.
Alu-felgur eru
standard
Motorurin er ein orkuspar-
andi 1.8 litur, 16V bensin
við 117 hk, og elektron-
iskari innspræning. Hesin
motorurin passar væl til
støddina á bilinum, við tað
at hann er sera kvikur.
Standard útgerðin í bilinum
er til dømis, alufelgur,
airbag
framman
og
í
síðunum, el-hitaði síðu-
spegl, el-síðurútar, CD an-
legg, fjarðstýrt sentrallás
við alarmi og startsperru.
Rover 45 – væl gjørdur bilur
frá Phoenix í Onglandi
Rover 45 1.8 sedan
Motorurin
4 syl. 1.8 litur 16V 117 hk
0-100 km/t
9,3 sek.
Bensinnýtsla
13,7 km/l
Dekkstødd
195/55-15
Stødd og vekt
Longd
452 cm
Breidd
170 cm
Hædd
139 cm
Eginvekt
1150 kg
Totalvekt
1650 kg
Viðførisrúm
370 litrar
Prísur
kr. 196.800,-
(metallakk kr.3.000,- eyka)
Søluumboð
D.B.Bilar
J.Broncksgøta
FR-100 Tórshavn
Tlf. 310600
Rover 45, ið avloysir Rover 400, er ein av nýggju útgávunum sum er komin á marknaðin, eftir at Phoenix-samtakið ið Onglandi
hevur keypt Rover
Bilurin er rúmligur við 370 l. viðførisrúmi
Nr. 79 • hósdagur • 26. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo