Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 27. apríl 2001 11 gult11 cyan11 magenta11 svart11 10 Nr. 80 - 27. apríl 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 MASKINMEISTARAÚTBÚGVING tín møguleiki - títt val Byrjað verður 6. august 2001 Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta hægri yrkisútbúgving sum fáast kann yvirhøvur í Føroyum, og tí gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi, umframt eisini oljuvinnuni, har maskinmeist- arar t.d. er størsti yrkisbólkur. Útbúgvingin tekur 3 ár, men tað er eisini møguligt at gevast eftir próv- tøku fyrsta árið, og gevur hesin eitt ára lesnaður ávís rættindi sum maskinistur. Hevur tú hug at gerast maskinmeistari, so skalt tú seta teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesnaðin saman við umsóknarblaðnum. Síðsta freist at søkja er 1. juni 2001 MASKINMEISTARASKÚLIN Undir krákugjógv 5, FO-100 Tórshavn, tlf. 312661, fax 318545 E-mail: mms@mec.fo , Heimasíða: www.mec.fo Eysturoyingar & Norðstreymoyingar IRF byrjar við øktari skiljing í Eysturoynni og Norðstreymoynni. Vanliga ruski í húsarhaldinum skal býtast í tríggjar posar. Tann grái posin, skal brúkast til ruski, sum skal brennast. Posin verður heintaður hvørja viku. Tann hvíti posin, skal brúkast til pappír og papp. Posin verður heintaður fimtu hvørja viku. Lýst verður í fjølmiðlunum. Tann grøni posin, skal brúkast til serliga dálkandi burturkast. Posin verður heintaður tvær ferðir um árið. Lýst verður í fjølmiðlunum. Leygardagin 21. apríl settu vit av misgáum eina gamla lýsing hjá Maskinmeistaraskúlanum í blaðið. Vit biðja Maskinmeistaraskúlanum umbera okkum. Sosialurin Norska blaðið Fiskaren skrivar í seinastu viku um kreppuna í íslendsku fiski- vinnuni. Hóast øktan um- setning er eginognin hjá nógvum feløgum minka munandi og skuldin er økt, stendur at lesa á heimasíð- uni hjá Vinnuhúsinum Fyri tíðina eru aðalfundir í stóru íslendsku fiski- vinnufyritøkunum, sum flest allar eru skrásettar á íslendska partabræva- marknaðinum. Roknskap- irnir vísa, at eginognin hjá fleiri av feløgunum er mun- andi minka og skuldin er økt 15-25% seinasta árið. Hetta hevur síðani havt við sær, at virðini á partabrøv- unum eru follin 36 % sein- astu 12 mánaðirnar. Fiskivinnufyritøkurnar hava seinasta ár økt um- setning við 23% í mun til 1999. Eisini rakstrarúr- slitini eru betri, men tó ikki nóg góð í mun til umsetn- ingin. Stóru tapini koma fram í rokniskapunum, tá hugt verður eftir úrslitinum eftir fíggjarligar kostnaðir. Feløgini skylda stórar upp- hæddir, sum eru fíggjaðar við ólagaligum treytum. Seinnu árini hevur ísl- endsk fiskivinna broytt struktur, soleiðis at aktør- arnir í vinnuni alsamt eru vornir størri og kvoturnar eru savnaðar á alt færri hondum. Hesin politikkur er valdur við tí fyri eyga at gera vinnuna meira løn- andi. Orsøkirnar til fíggjar- ligu gongdina verður frá vinnuni met at liggja í høgu oljuprísunum, lágu prísun- um á mjøl og olju og niður- gongd í fiskiskapinum og prísfall á rækjum. Tað verður ikki met, at spádómarnir hjá íslendsku fiskifrøðingum um vøkstur í fiskiskapinum ikki hava hildi og at tað er orsøkin til inntøkumiss hjá fiskivinnu- feløgunum, sjálvt um veru- leikin nokk er tann, at týdn- ingarmiklastu fiskastovn- arnir sjálvdan ella ongantíð hava verið so niðurfiskaðir sum teir eru í dag. Tað verður heldur ikki tosað um, at vinnan hevur sera stóra skuld, sum tyngir raksturin nógv, at eginkap- italurin er viknaður og at flestu fyritøkurnar koyra við tapi. Virði á íslendsku krónuni fall nógv í fjør og fyri fiskivinnufyritøkurnar merkir hetta nógv, tí tey skilda nógvan pening í fremmandum valuta. At ísl- endska kr. er minkað í virði ger at skuldin er økt. Fiskimálastýrið er farið undir fyrireikingar at seta í verk eina fylgisveinaskipan at nýta í sambandi við trygd og eftirlit á sjónum á føroysku landleiðunum. Hetta er eisini ein liður í at fáa eina tilbúgvingarætlan upp at standa í sambandi við kolvetnisvirksemi í før- oyskum sjóøki. Gongdin seinastu árini hevur verið, at føroysk skip, ið fiska aðrastaðni, eru komin undir fylgi- sveinaeftirlit. Føroysk rækjuskip, sum fiska á Flemish Cap, hava verið undir eini skipan við støð- ugum fráboðanum um fylgisvein í nøkur ár. Í 1999 kom í gildi fyri- skipan innan fyri NEAFC, har kravt verður, at øll skip, sum fiska í NEAFC sjóøki, skulu vera undir eftirliti um fylgisvein. Eisini eru, ella verða, avtalur gjørdar við onnur lond (Noreg, ES og Russland), har føroysk skip koma undir eftirlit um fylgisvein, tá fiskað verður í teirra sjógvi. Í NAFO-økinum er álagt rækjuskipum at hava eyg- leiðarar umborð. Fiski- málastýrið miðar eftir at fáa greiðari reglur um eyg- leiðarar, eitt nú um sam- sýningar og kostnaðir, og hvussu skipanin skal fíggj- ast. Talan kann eisini verða um at lata privatum hesa skipan at røkja. Landsstýrið heldur ikki, at útskifting og íløgur í fiski- flotan eiga at føra við sær størri veiðutrýst. Lands- stýrið heldur eisini, at av- gerandi fyri nýíløgur er, at raksturin í longdini er løn- andi. Í álitinum hjá fiski- málaráðharranum um fram- tíðar fiskivinnupolitikkin stendur millum annað hetta um nýíløgur: Miðalaldurin á fiskifør- um er í flestu skipabólkum rættiliga høgur. Tørvur er tí á útskifting og nýíløgum í flotanum. Hetta hevur sam- anhang við fiskifør sum ein liður í matvøruframleiðslu, men ikki minst við fysiskar arbeiðsumstøður og trivnað umborð, sum aftur hevur týdning fyri kappingarstøð- una hjá flotanum á arbeiðs- marknaðinum. Avgerandi fyritreytin fyri nýíløgum í heimaflotanum er, at raksturin í longdini er lønandi. Leikluturin hjá tí almenna í hesum høpi er ikki at veita beinleiðis stuð- ul til nýíløgur. Tað almenna eigur ístaðin at leggja høv- uðsdentin á at umsita fiska- tilfeingið, at býta veiði- møguleikar og at laga lóg- arkarmarnar hjá vinnuni á ein hátt, sum í størst møgu- ligan mun ger tað møguligt hjá vinnuni at hava lønsam- an rakstur, uttan studning ella onnur beinleiðis al- menn inntriv. Ein liður í at bøta um møguleikarnar fyri nýíløg- um og útskifting er at gera møguleikarnar fyri keyp og sølu av fiskirættindum rúmari. Ein slík skipan kann gera, at teir ið sleppa úr vinnuni fáa pening, sum eftirverandi vinna skal gjalda. Tí eigur at umhugs- ast, at vinningur av sølu av veiðiloyvum skal setast í egnan íløgugrunn, sum inn- an ávíst tíðarskeið skal brúkast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Um ikki, verður avgjald lagt á. Hetta kann gera, at søla av veiði- loyvum kann vera við til at endurnýggja flotan ella, at sølan eisini kemur samfel- agnum til góðar, tí avgjald- ið fer í landskassan. Hóast ein slík skipan kanska ikki í fyrsta umfari førir við sær kostnaðareff- ektiviseringar, eitt nú tí at høgir prísir á veiðitólum og fiskirættindum kann gera raksturin dýrari, so verður roknað við, at skipanin sum frálíður fer at gera, at vinn- an kastar somikið av sær, at størri avlop er til nýíløgur. Ein onnur uppgáva hjá myndugleikunum er at síggja til, at útskiftingin ikki førir við sær størri fiskiorku í flotanum. Hetta er serliga umráðandi í stýr- ingini á føroysku land- leiðunum, har grundvøll- urin í fiskidagaskipanini er fiskiorkað og veiðievnini hjá fiskiførum og skipa- bólkum. Til tess at tryggja, at fiskidagaskipanin skal tæna sínum lívfrøðiliga og búskaparliga endamáli, er neyðugt at hava tamarhald á samlaðu fiskiorkuni. Útskifting og nýíløgur í fiskiflotan FISKIVINNUTÍÐINDI Fiskivinnuráðið fekk uppskotið um nýggjan fiskivinnupolitikk hjá landsstýrinum til um- mælis, áðrenn tað var lagt fyri tingið og ráðið hevur nakrar viðmerk- ingar til uppskotið. Einki verður nevnt um, at dentur eigur at vera lagdur á, at fiskur skal hagreiðast soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð skal kunna fáast sum mest burturúr. Hetta eig- ur at verða ein partur av stevnumiðinum fyri fiskivunnupolitikkin, sigur Fiskivinnuráðið. Fiskivinnuráðið held- ur, at tilfarið sum fiski- málaráðharrin hevur lagt úr hondum signaliserar stabilitet, soleiðis at skilja, at ikki er lagt upp til kollveltandi broyting- ar í fiskivinnupolitikkin- um. Fiskivinnuráðið metir, at tilfarið er eitt gott yvirlit yvir reglur og viðurskifti í fiskivinn- uni. Men ráðið fýlist á at tað kann vera eitt sindur trupult at finna greiðu á, hvat eru galdandi reglur og hvat eru sjónarmið hjá fiskimálaráðharran- um. – Ein av størstu avbjóð- ingunum hjá føroyskari fiskivinnu tey komandi árini er at vaksa um virðisøkingina, t.e. at fáa meiri burturúr somu nøgd. Nýskapan og evni at tillaga seg broytiligar umstøður er ein fyritreyt fyri at varðveita og menna kappingarføri á marknaðunum. Dentur eigur tí at leggjast á at menna førleikastigið, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri. Fiskimálastýrið fer tí tey komandi árini at leggja seg eftir at bøta um karmarnar fyri gransking og menning innan fiskivinnuna. Hetta skal fara fram í tøttum samstarvi við vinnuna. Tað skal fyrst og fremst vera vinnan sjálv, sum tekur stig til verkætlanir, grundað á egnan tørv. Ein liður í hesum er at leggja eina miðvísa ætl- an fyri nýtslu av tí pen- ingi, ið verður játtaður á fíggjarlógini til fiski- vinnugransking- og menning. Peningurin eigur í størri mun enn higartil at verða markað- ur til ymisk øki, sum granskarar og vinnan meta vera tey mest áhugaverdu at satsa uppá. Samstarv og sam- skipan eru fyritreytirnar fyri at røkka málinum um gransking og menn- ing, sum ein liður í at fáa virðisøking í vinnuni. Fiskivinnan er fjøltátt- að, og tað eru nógv ymiskt viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu leikur fer í vinn- uni. Granskingar- og menningarvirksemi eigur tí at fevna um øll lið og allar tættir í vinn- uni, tvs. livandi tilfeing- ið í sjónum og umhvørv- ið tess, fiskiveiði, fiski- ídnað, marknað og onn- ur viðurskifti í sambandi við fiskivinnu. Føroysku rækjuskipini á Flemmish Cap fáa sera vánaliga prís fyri rækj- urnar í løtuni. Prísurin hevur ikki verið so lágur seinastu 25 árini, skrivar Fiskimannablaðið. FF blaðið hevur frætt frá Artic Viking. Teir fáa umleið 10 tons um dag- in. Slagið er smátt. Eisini er ísur ein trup- ulleiki í løtuni, ikki hjá skipunum á Flemmish Cap, men tá tey skulu inn í New Foundlandi. Sólborg skuldi inn her fyri, teimum vantaði 50 tons í last. Men við land var ísurin upp til fýra metur tjúkkur, so har var einki annað at gera enn at fara út aftur og fiska uppí. Íslendska fiskivinnan hevur fíggjarligar tupulleikar Trygd á sjónum og fiskiveiðieftirlit Dent á hagreiðing Vaksa um virðisøkingina Ringur rækjuprísur Flottur pallur, góð ljós- og ljóðgóðska og framúrskarandi góðir sjónleikarar, var alt við til at gera tann spennandi leikin hjá Agathu Christie fantastiska undirhaldandi SJÓNLEIKUR Annika Bech og Gerhard Mikkelsen Tað er sjónleikarabólkurin Spírar sum framførur sjón- leikin Músafellan. Spírar varð sett á stovn á vári í fjør, og hetta er so teirra fyrsti sjónleikur. Ikki kann sigast annað enn, at leikurin er eydnaður sera væl. Tað fyrsta ein legði til merkis, tá ið ein setti føtur sínar innum gáttina í sjón- leikarahúsinum, var dám- rin. Í gongini stóðu menn í fátæksligum klæðum og líktust rættiligum gøtu- dreingjum, sum ein sær í filmum. Teir stóðu har og seldu avísir. Tað riggaði sera væl. Ein gjørdist longu tá klárur yvir, at her lá eitt stórt og hart arbeiði fyri aftan. Tá ið ein so kom inn í salin, gjørdist ein við tað sama varðin við tann flotta pallin, og tónleikurin í bakgrundini, fekk ein at føla tað, sum um ein var farin aftur í tíð, og var endaður í 50’unum. Brádliga gjørdist alt myrkt inni í salinum, og eitt skríggj boraði seg inn í okkum, so hárini reistu seg. Kenslan av, at ein sjálvur var partur í søguni, gjørdist sera sterk. Óhugnin legði seg sum ein tungur mjørki yvir okkum. Tað ið sjónleikurin snýr seg um er, at ein kona er vorðin myrd í heimi sínum í London, og at politiið ikki veit hvør ið hevur gjørt tað. Men teir hava funnið eitt lítið lummahefti, og har í stendur ein adressa. Nevni- liga Hotel Monkswell Manor. Á hotellinum eru komin nógv fólk, og til ber at leggja øll undir illgrunan til morðið. Hesi fólkini hava ógvuliga ólíkar pers- ónligheitir, og tað førir ofta til sera festligar hendingar. Í sjónleikinum møta vit eigarunum av Monkswell Manor - parið Giles og Mollie Ralston (Gutti Winther og Beinta J. Dan- ielsen), tí lívliga Christop- her Wren (Ronni Poulsen), tí álvarsomu Frøkun Cas- well (Hanna Flóvinsdótt- ur), einum útlendingi nevndur Harra Paravicini (Aksel Joensen), tí heldur snerputu Frú Boyle(Sólva Jónsdóttur), Metcalf Majori (Hilmar Joensen og tí held- ur álvarsama kriminal- assistentinum (Eyðfinnur Steensen). Løgreglan mein- ar, at drápsmaðurin ætlar sær tann vegin, tí har er hansara næsta offur. Ígjøgnum allan leikin situr ein við einari óvitandi kenslu. Spenningurin veks- ur alsamt, og ikki ber til at rokna út hvør ið drápsmað- urin er, líka upptil teir síðstu minuttirnir. Ein veit ikki um ein skal flenna ella gráta. Í tí einu løtuni situr ein og býtur negl av berum spenningi, og brádliga situr ein og heldur um búkin og flennur. Spælararnir dugdu ótrúliga væl at fáa alt til at virka so veruligt og livandi. Leikstjórarnir Jákup Weihe og Gunnvá Zacha- riasen hava gjørt ein sera góðan og væl gjøgnum- førdan leik. Ein leikur sum vit ráða øllum at fara og uppliva Músafellan