mánadagur 29. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007
- Jú, sjálvandi eri eg
ógvuliga spent, men vit
kunnu ikki – og hava
heldur ikki – tikið nakað
fyri givið. Vit hava gjørt
okkara besta og vóna
sjálvsagt, at hetta er tað,
sum skal til fyri at fáa alt at
rigga so væl sum gjørligt,
sigur Rannvá Troest, sum
seinastu árini hevur lagt
nógva orku í at fjálga um
mentanina í Runavíkar
kommunu
Mentanarvika
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rannvá Troest, sum áður hevur
starvast á Kunningarstovuni í
Saltangará, men nú arbeiðir hjá
Sp/f Virkisráðgeving, hevur havt
úr at gera seinastu tíðina, nú allir
smálutir við Mentanarvikuni, sum
verður hildin í Runavíkarøkinum
frá sunnudegnum komandi, skulu
fáast upp á pláss.
- Øll skáin er løgd og er prentað,
men tað eru altíð nakrir endar,
sum skulu fáast upp á pláss, tá so
nógv tiltøk skulu stáplast upp á
beinini í senn.
Hon sigur, at hetta er fyrstu
ferð, at serstakt blað við kunning,
skrá, frásagnum um tiltøk og lýs-
ingum hjá handlunum, sum eru
limir í Handilsmiðdeplinum í øki-
num, verður givið út.
- Blaðið, sum kemur út í Eyst-
uroy og Norðoyggjum, verður
givið út av Virkisráðgevingini og
Handilsmiðdeplinum í felag.
Væl vitjað
Hetta er triðja árið á rað, at skipað
verður fyri FaroExpo og Mentanar-
viku í Runavíkarøkinum.
- Tað fyrsta árið royndu vit at
tengja nøkur mentanarlig tiltøk
upp í vinnustevnuna, men sum
árini eru liðin, eru hesi vorðin
fleiri og fleiri.
Rannvá sigur, at tiltøkini hesa-
ferð minna um tey í fjør, men í
flestu førum eru tey broytt sam-
stundis, sum nógv nýggj og for-
vitnislig nøvn eru at síggja í
áhugaverdu skránni.
Hon sigur, at hóast nógv ymisk
tiltøk vóru á skránni í fjør, bæði
fyri børnum, tilkomnum og eldri,
so vóru tey rættiliga væl vitjað
um kvøldarnar – og at síggja til
vóru tað mong, sum vitjaðu at
kalla øll tiltøkini, sum kvøldini
gingu.
Spent – sjálvandi!
- Eg havi snøgt sagt ikki havt
stundir at hugsa um, hvussu
undirtøkan verður hesaferð, men
eg vóni og vænti, at hon í minsta
lagi verður eins góð og í fjør. Vit
hava lagt eina skrá, sum hevur
nakað fyri øll, og eg kann siga, at
einki er latið upp til tilvildina.
Hon sigur seg tí vóna, at allir
aldursbólkar fara at nýta høvi at
vitja tey mongu tiltøkini, sum eru
á skránni.
- Jú, sjálvandi eri eg ógvuliga
spent, men vit kunnu ikki – og
hava heldur ikki – tikið nakað fyri
givið. Vit hava gjørt okkara besta
og vóna sjálvsagt, at hetta er tað,
sum skal til fyri at fáa alt at rigga
so væl sum gjørligt.
Hon væntar, at nú eitt so snotu-
ligt blað er givið út við skrá og
kunning, fer hetta at gera sítt til,
at nógv fólk fara at leita sær á
Runavíkarleiðina, meðan Mentan-
arvika er.
Konsertbrakið
Rannvá Toest sigur, at størsta
einstaka tiltakið á Mentanarvikuni
í fjør, var konsertin við dansi í
Ítróttarhøllini í Runavík.
- Hetta tiltak dró eini 1400 fólk
til sín, men í høllini eru pláss fyri
2000 standandi fólkum, so ongum
nýtist at halda seg aftur, tí tey ikki
skulu vænta sær pláss, leggur hon
aftrat.
Aðrastaðni í FaroExpo-blaðnum
verður kunnað nærri um stóra
konsert-og dansitiltakið í Runavík,
sum verður leygarkvøldið 3.
november.
- Flestu tiltøkini á Mentanar-
vikuni eru innandura, og tí er ikki
neyðugt, at veðrið – hvussu tað so
enn fer at hátta sær hesar dagarnar
– fær so stóra ávirkan á undir-
tøkuna fyri mentanarligu tiltøkun-
um.
Rannvá vísir á, at millum til-
tøkini sum eru uttandura, eru
gongutúrar, og haraftrat hava
handlarnir í Handilsmiðdeplinum
”open by night”, eins og langur
leygardagur verður dagin eftir.
- Tað hevði tí ikki gjørt nakað,
um veðurgudarnir vóru so hampi-
liga blíðir hesar dagarnar, meðan
Mentanarvikan er.
Fólk fegnast
Tey, sum skipa fyri Mentanarvik-
uni, hava fingið nógvar ábendingar
um, at fólk hava verið sera fegin
um mentanarliga partin í sambandi
við FaroExpo.
- Hetta hevur eisini givið okkum
mót um at taka tiltakið uppaftur
nú á triðja ári. Eg haldi, at fólk í
størri mun enn áður eru farin at
taka mentanina til sín, sigur Rann-
vá Troest.
Mentan fyri allar aldursbólkar
Listaframsýning
í býráðssalinum
Systkini Dagny, Jógvan og Nikolina Kristiansen
úr Fuglafirði fara at sýna fram list í
býráðssalinum í Saltangará í Mentanarvikuni.
Framsýningin verður opin í døgunum 28.
oktober til 4. november. Hetta er ein framsýning
við blýantstekningum og málningum.
Tey trý hava ikki havt nakra framsýning
saman áður, og verður hetta tí ein serliga
forvitnislig framsýning at vitja.
Dagny, Jógvan og Nikolina hava altíð teknað
nógv, og serliga eru tað portret-myndir, sum
Jógvan og Nikolina fáast við, meðan Dagny
brúkar akryl og dámar best at mála.
Tey, sum hava sæð listina hjá teimum trimum
systkjunum, siga, at tað sæst á teirra listarligu
evnum, at “listargenetikkur” er uppi í.
Nærliggjandi er tí at hugsa sær, at tey hava
fingið góðu listarligu evnini í vøggugávu frá
pápanum, Petur Henry Kristiansen.
Listaframsýningin í býráðssalinum er opin
vanligar gerandisdagar frá klokkan 10-16 og
leygadag og sunnudagar frá klokkan 15–19.
(-vilmund)
Trý av børnunum hjá Peturi Henry Kristiansen fara
at sýna fram sína list í býráðssalinum
í Saltangará í Mentanarvikuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Rannvá Troest heldur, at fólk í størri mun enn áður eru farin at taka mentanina til sín. – Vit hava fingið nógvar ábendingar um, at fólk hava verið
glað fyri mentanarligu tiltøkini, og hetta hevur givið okkum mót um at taka stóra tiltakið við Mentanarvikuni uppaftur, sigur hon
Mynd: Vilmund Jacobsen